saman. Men aðrar kvinnur sleppa ikki upp í fulla tíð. – Tí vilja vit stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar upp á nøkur ár, uttan at starvsfólk skulu fara niður í løn, sigur Aksel V. Johannesen. Hann [...] vilja vit í Javnaðarflokkinum lurta eftir fakfeløgunum, sum leingi hava rópt varskó. – Vit vilja lurta eftir teimum á heilsuøkinum, sum siga, at tað ber ikki til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum [...] formanni í Javnaðarflokkinum, á landsfundi hjá flokkinum í morgun. Tí fer Javnaðarflokkurin at virka fyri, at arbeiðsvikan verður stytt, sigur floksformaðurin. Aksel V. Johannesen sigur, at í áratíggju
støðuna í Føroyum áðrenn búskaparkreppuna fyrst í 90-unum. Blaðið skrivar at Fossbankin hevði eitt gott ár í fjør, tá fíggjarjavnin rundaði hálva milliard frá 426 milliónum í 1988 til 507 milliónir í 1989 [...] sum starvast á tíðindablaðnum Sosialinum. Randi tekur við eftir Høgna Djurhuus, sum hevur verið formaður í felagnum í seks ár. Ein yvirskrift í blaðnum er “Nú blómar aftur á Áarvegnum”. Tað er um nýggi [...] við øðrum at søkja landsstýrið um loyvi til at fara undir tryggingarvirksemi. Føroyskir lastbilaeigarar eru í dýrastu neyð. Teir hava gjørt stórar íløgur í lastbilar, og nú er einki arbeiði, og teir sleppa
er ikki at leggja seg eftir einum ávísum málbólki, men eg haldi, at vit eiga at royna at fáa peningasterkar gestir til Føroya. Sum støðan er í løtuni, so er ferðavinnutíðin í Føroyum ikki serliga long, og [...] fekk nýggjan stjóra í gjár. Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Finnbogi Arge, gjørdi av at fylgja tilmælinum frá stýrinum fyri Ferðaráð Føroya og seta tann 54 ára gamla Hera Niclasen í starv, sum stjóri [...] nini, tí vit skulu samstarva við so nógv fólk, feløg og stovnar, sum eru í vinnuni, sigur nýggi stjórin, sum sær tað sum sítt fremsta mál, at fáa samstarvið í vinnuni at koyra. ? Tað eru jú so nógvir leikarar
verið í framleiðsluni í Vági og í Porkeri, hevur alingin gingið sína vanligu gongd, bæði smoltalingin og alingin úti á. Í Noregi Dóttir Hera, Rúna Hjelm, sum er stjóri í fyritøkuni, er í Noregi í løtuni [...] verið á Suðurlaks í Vági og Roykivirkinum í Porkeri síðan einaferð seint í ár 2002. Orsøkin til, at steðgur kom í, var, at Heri Hjelm misti ein stóran part av laksinum, tá ið aliringar slitu í illveðri og fórust [...] at arbeiða feskan fisk undan Føroyum, meðan bíðað varð eftir, at laksurin, sum gongur í ringunum, gjørdist tøkuførur. Føroya Fiskavirking, sum eigur virkið, ið Heri leigar í Vági, hevur ikki viljað, at
fleiri fólk at svimja, og eisini gera nakað, soleiðis at hesi støðast betri í ítróttini. Svimjingin hevur seinnu árini mist nógv fólk til eitt nú kappróður. Talan er kanska um svimjarar, sum í árinum millum [...] gullmerkini, men tað vóru tó ikki øll, sum høvdu hetta í huga. Nú bert tveir mánaðir eru eftir, til farið verður í holt við Oyggjaleikirnar á Isle of Man, hevur Svimjisambandið júst sett nýggjan landsliðsvenjara [...] Svimjisambandið hevur havt fleiri útlendskar persónar í starvi, men hvørja ferð tykist tað, sum um eitthvørt í samstarvinum ikki riggar sum tað skal. - Tað hevur í øllum førum verið ein stórur trupulleiki, at
Í hesum døgum hava mong hug at fara í urtagarðin. Men tíanverri eru vit ófør at keypa útlendska mold at koyra í urtagarðin fyri at bøta um umstøðurnar um umstøðurnar hjá blomstrum og plantum at veksa, [...] alla hesa tíðina. Og í FNU halda tey, at vit skulu gevast at innflyta hesa moldina, og tey fara nú at virka fyri einum innflutningsbanni. – Hví nýta ikki bara moldina, vit hava í Føroyum, Spyrja tey. Tey halda [...] vert at hava í huga, at spagnum-moldin, vit keypa í handlunum, kanska verður vunnin við at grava heilar fimm metrar niður. Tað merkir, at tað er mosi, sum hevur ligið í jørðini og bundið CO2 í 5.000 ár. Og
høvið at ynskja tykkum, sum nú fara at taka við evsta valdinum í Tórshavnar kommunu, til lukku. Eg – og vit, sum nú eitt skifti ikki fáa høvið at vera við í allar fremstu røð í Tórshavnar kommunu, vit eru [...] okkum, er tó tað sum vit í felag hava bygt upp hesi árini - tað er álit: Fólk líta á Tórshavnar kommunu. Fólk vita, at tey kunnu krevja nógv av Tórshavnar kommunu, og tey ivast ikki í, at Tórshavnar kommuna [...] gjøgnumskygdan og virðiligan hátt. Tá eg í 1973 á fyrsta sinni tók sæti í býráðnum, stóð tað á ongan hátt í kortunum, at eg skuldi gerast tann, sum hevur sitið longst í býráðnum. At eg gott ein mansaldur seinni
Stjórin í Miðlahúsinum heldur lítið um arbeiðsháttin hjá almenna Kringvarpinum. - Við hesi gongd knúsar almenna Kringvarpið privatu fjølmiðlarnar í Føroyum, sum liva av at selja bløð og lýsingar. So í so máta [...] máta er Dia Midjord rætti maðurin, um man ætlar at privatu miðlarnir í Føroyum skulu steðga, sigur Jonhard Hammer. Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, er ikki óvæntað av aðrari fatan. - Vit halda, at 3-2 [...] Tað sigur Jonhard Hammer, stjóri í privata Miðlahúsinum, eftir at almenna Kringvarpið enn einaferð hevur selt eina sending til privatan sponsor. Hesaferð er tað Fótbóltssambandið, ið hevur keypt sær rættin
Makrelsemjan við ES og Norra gevur Føroyum 156.000 tons av makreli í ár, í næstu viku fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at áseta Føroyum sína egnu kvotu eftir norðhavssild, ið væntandi verður l [...] mest loyvdu veiðu, sum í fjør góvu Føroyum 105.000 tons. Harumframt er svartkjaftastovnurin av álvara við at koma fyri seg aftur, og tí fella heili 289.000 tons í føroyska partin í ár. Virðini mugu býtast [...] javnari og út til fleiri, sambært reiðarunum í Thor. - Í dag fáa nótaskipini so nógv og tjena so nógv, at tað framprovokerar eina støðu, har røddir í samfelagnum í veksandi mun krevja sín part av virðunum
Tórshavn í Havn, um at reka hotellið. Móðirfelagið hjá P/F Christiani í Grótinum, P/F Palli hjá Mariannu, er minnilutapartaeigari í P/F Gist & Vist. Og eigararnir vænta sær nógv burtur úr hotellinum í Klaksvík [...] til 300 fólk. Við staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning: • við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum, • ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum, • [...] er nú komin so mikið langt, at farið verður undir stoypiarbeiði seinni í mánaðinum, sigur Jan Petersen, stjóri í P/F Christian í Grótinum, og sum varðar av felagnum, sum byggir hotellið. ##med2## – Vit