Tað sigur Jonhard Hammer, stjóri í privata Miðlahúsinum, eftir at almenna Kringvarpið enn einaferð hevur selt eina sending til privatan sponsor.
Hesaferð er tað Fótbóltssambandið, ið hevur keypt sær rættin til 3-2 sendingarnar í sjónvarpinum. Ein vøra, sum Ítróttarsambandið longu frammanundan hevur keypt sær fyri 120.000 krónur.
Í nýggjastu sponsoravtaluni rindar Fótbóltssambandið 170.000 krónur til Kringvarpið, sum aftur fyri bindur seg til at senda 3-2 í sjónvarpinum. Sjálvandi við fokus á fótbólt.
Tær 170.000 krónurnar røkka eisini til at binda Kringvarpið til at senda frá steypafinalunum í fótbólti, bæði hjá kvinnum og monnum.
Avtalan varð almannakunngjørd í dag, hóast hon fekk gildi 9. mai.
Blaðútgevarafelagið, sum er felagið hjá privatu miðlunum, viðgjørdi seinnapartin avtaluna.
- Vit fara at biðja um fund við ÍSF og FSF, og vit rokna sjálvandi við at fáa sama stuðul sum almenna Kringvarpið hevur fingið, sigur Jonhard Hammer.
- Annars noyðast vit privatu miðlar at finna út av, hvat vit so gera við okkara ítróttardekning, sigur Jonhard Hammer.
Stjórin í Miðlahúsinum heldur lítið um arbeiðsháttin hjá almenna Kringvarpinum.
- Við hesi gongd knúsar almenna Kringvarpið privatu fjølmiðlarnar í Føroyum, sum liva av at selja bløð og lýsingar. So í so máta er Dia Midjord rætti maðurin, um man ætlar at privatu miðlarnir í Føroyum skulu steðga, sigur Jonhard Hammer.
Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, er ikki óvæntað av aðrari fatan.
- Vit halda, at 3-2 er ein populer sending, ið føroyingum dámar væl. Inntøkurnar hjá Kringvarpinum eru minkandi, og vit mugu tí royna at útvega okkum nýggjar inntøkur, sigur Dia Midjord.
Dia Midjord og Jonhard Hammer vóru gestir í tíðindunum á Rás2 seinnapartin. Hoyr innslagið her:










