- Ja, tað er eingin loyna, at vit hava ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip, ið kann virka fiskin umborð. Eitt skip sum Norðborg. Tað er eftir okkara tykki vegurin fram.
Brøðurnir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen hava í áravís tosað um tey stóru virði, ið liggja í uppsjóvarfiskinum. Teir vóru heitir talsmenn fyri, at Føroyar tóku seg burtur úr strandalandaavtalum, ið góvu Føroyum smá fimm prosent av heildarkvotuni av makreli og sild. Og teir halda tí at nýggja makrelavtalan, ið gevur Føroyum 12,6 prosent av heildarkvotuni, eigur at lata upp fyri einum nýggjum fiskivinnupolitikki.
- Fortreytirnar eru fullkomiliga broyttar. Virðini í uppsjóvarvinnuni eru fleirfaldað, argumentera reiðarabrøðurnir.
Thor byggir sítt virksemi á tvær súlur. Frálandavinnu og fiskivinnu. Tí standa fýra nýbygningar til frálandavinnuna í gerð á skipasmiðju í Besiktas í Turkalandi.
- Tilsamans er talan um íløgur fyri umleið 600 milliónir krónur. Øll fýra skipini vera leverað innan fyri gott og væl eitt ár, og øll skipini hava sáttmálar um arbeiði 10 ár fram, greiðir Gunnbjørn Joensen errin frá, meðan hann vísir fram feskastu myndirnar av skipunum, soleiðis sum tey síggja út á turkisku skipasmiðjuni ídag.
Útlitini fyri nýggja uppsjóvarskipinum eru tó meira fjar. Grundarlagið undir einum tílíkum skipi er í løtuni alt ov veikt, og kann ikki samanberast við 10 ára kontraktirnar hjá frálandaskipunum. Munurin liggur, sambært Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, í atkomuligheitini til vinnuna.
- Eitt tílíkt verksmiðjuskip krevur eina eginkvotu á umleið 25.000 tons, og kvotan má vera galdandi í sjey til 10 ár. Tá er fundamentið í lagi. Men verandi fiskivinnuskipan tykist hava læst alt fast, sigur Hans Andrias Joensen harmur á málinum.
Reiðaríið sær ongan trupulleika í at vinnan eisini rindar fyri hesi loyvi.
- Tað er natúrligt við einum tilfeingisgjaldi. Men tað hevur týdning, at vit kenna fortreytirnar og at tær eru stabilar. Tá kanst tú taka tilfeingisgjaldið við í samlaða roknistykkið og leggja til rættis eftir tí, sigur Hans Andrias Joensen.
Hóast Thor hevur loyvi liggjandi, bæði til makrel og sild, so er sambært reiðarunum talan um somikið ótrygg loyvi, at ringt er at gera stórar íløgur oman á tey. Hjá Thor hava átta-níggju veiðiloyvi verið grundarlag undir teirra luttøku í makrelfiskiskapinum undir Føroyum, árini við føroyskum eginkvotum. Teirra millum veiðiloyvini hjá stóru verksmiðjutrolarunum Hercules, Poseidon og Athenu, sum ikki eru í flotanum longur. Restin eru loyvi, ið síðstu árini eru latin út til olympiskt fiskarí hjá at kalla øllum skipabólkum.
Reiðarabrøðurnir í Hósvík vísa á, at tað bara eru verandi aktørar í Felagnum Nótaskip, sum við stórum eginkvotum eftir pelagisku fiskasløgunum hava trygt grundarlag at byggja á. Og tað sæst aftur, nú nøgdirnar og virðini økjast.
- Tann støðan ger tað samstundis vónleyst hjá okkum at keypa okkum inn í nótaflotan. Eg vildi mett, at rekordsølan av Krúnborg fyri 370 milliónir hevði bliknað afturímóti, um okkurt av uppsjóvarskipunum í Felagnum Nótaskip varð selt ídag, metir Hans Andrias Joensen.
Felagið Nótaskip hevur alment ført fram, at veiðiloyvini úr Suðurkyrrahavinum undir ongum umstøðum eiga at kunna geva rætt til eginkvotu av makreli, og felagið ávarar samstundis ímóti yvirhøvur at fáa fleiri skip í flotan at troyta økta føroyska partin av heildarkvotuni.
Boðskapirnir fella reiðarínum Thor fyri bróstið.
- Skulu kyrrahavsloyvini út, so eru tað so nógvir aðrir, ið eisini skulu út. Og tað aldrin vera rætt, at Felagið Nótaskip skal stýra teimum 7,9 prosentunum, sum við makrelavtaluni koma oman á føroysku heildarkvotuna. Tað er um nakað ein ónormal støða, argumenterar Hans Andrias Joensen.
Greiði boðskapurin úr Hósvík er tí, at fleiri mugu upp í part til at býta risa stóru virðini í uppsjóvarfiskinum.
- Og tað má gerast við eginkvotum. Tað er einasti vegurin fram, skulu reiðarí hava møguleika at hugsa og leggja til rættis fram í tíðina, leggur Gunnbjørn Joensen afturat.
Ójavni
Makrelsemjan við ES og Norra gevur Føroyum 156.000 tons av makreli í ár, í næstu viku fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at áseta Føroyum sína egnu kvotu eftir norðhavssild, ið væntandi verður lutfalsliga líka stór sum tey 17 prosentini av ICES-tilráðingini um mest loyvdu veiðu, sum í fjør góvu Føroyum 105.000 tons. Harumframt er svartkjaftastovnurin av álvara við at koma fyri seg aftur, og tí fella heili 289.000 tons í føroyska partin í ár.
Virðini mugu býtast bæði javnari og út til fleiri, sambært reiðarunum í Thor.
- Í dag fáa nótaskipini so nógv og tjena so nógv, at tað framprovokerar eina støðu, har røddir í samfelagnum í veksandi mun krevja sín part av virðunum aftur. Og tað er nokk so skiljandi, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen við ein munn.
Teir ávara móti vaksandi ójavnanum í fiskiflotanum, har framíhjárættindini hjá nótaskipunum gerast alt meira eyðsýnd.
- Vit uppliva eina støðu, har aðrir partar av flotanum standa við hattinum í hondini og lata seg keypa upp av nótaflotanum, sigur Hans Andrias Joensen, sum ávarar um hesa ógvusligu miðsavnan av vinnuni kring tey fáu reiðarí, sum fáa bestu atgongdina til uppsjóvarfiskin.
Sambært reiðarunum í Hósvík er loysnin at styrkja støðuna hjá øðrum reiðaríum við at geva teimum fleiri rættindi.
- Vit kundu saktans havt eini 10 uppsjóvarreiðarí í Føroyum, meta brøðurnir, sum síggja seg sjálvan sum ein natúrligan part av hesi mynd.
- Tí samstundis má eg ávara ímóti at leypa teir um, sum longu eru í vinnuni, fyri í staðin at geva heilt nýggjum aktørum nýggj loyvi. Tá fært tú eitt samfelag, fult av strámonnum, metir Hans Andrias Joensen.
Fakfeløgini
Reiðaríið í Hósvík heldur eisini, at fakfeløgini eiga sín leiklut í stríðnum fyri at tryggja eitt javnari býti av nýggju virðunum.
- Hvussu kunnu manningarfeløgini forsvara, at nakrar manningar fáa hýrur, sum fara nærum til himmals, samstundis sum manningar í øðrum skipabólkum bara fáa lægri og lægri hýrur, spyr Gunnbjørn Joensen retoriskt og svarar sjálvur:
- Tað kann ikki vera rætt, at ein ungur drongur úr røttu familjuni kann sleppa umborð á eitt nótaskip og eftir stuttari tíð tjena meira enn árslønin hjá løgmanni, samstundis sum aðrir fiskimenn stríðast fyri minstuløn ella nakað, ið líkist tí, umborð á væl verri skipum í øðrum skipabólkum. Tú mást javna inntøkurnar, soleiðis at tað verður liviligari hjá øllum. Men pengarnir mugu also takast frá teimum har uppi, sigur Gunnbjørn Joensen við adressu til nótaskipini.
Loysnin
Leisturin sambært Thor er at lata upp skottini millum skipabólkarnar, soleiðis at skipanin verður smidligari. Reiðaríini skulu í nógv størri mun enn í dag hava møguleika at fiska tey fiskasløg, har nógv er at fáa. Og so skulu virðini býtast javnari.
- Lyklaorðini eru atkomiligheit og umsetiligheit. Fleiri reiðarí mugu sleppa framat virðunum, og umsetiligheitin má vera størri, soleiðis at reiðaríini hava betri møguleika at leggja sítt virksemi til rættis. Í síðsta enda snýr tað seg væl um at fáa hvørt kilo av fiski upp úr havinum so bíliga sum tilber og síðani selja vøruna so dýrt sum tilber, sigur Hans Andrias Joensen.
Eins og onnur reiðarí, so hevur Thor bíðað eftir tí fiskivinnunýskipan, sum politiska skipanin hevur tosað um í áravís.
- Verandi fiskivinnulóggáva læsir eftir okkara tykki støðuna fasta, soleiðis sum hon var í 1994, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi. Síðani tá eru fortreytirnar grundleggjandi broyttar. Tí eru partar av flotanum bundnir fastir í ein fiskiskap, sum í løtuni ikki lønar seg, samstundis sum aðrir partar av flotanum hava ovurhonds stór virði at dúva uppá. Her má loysast upp, argumenterar Hans Andrias Joensen og dregur fram hagtøl fyri útflutningin:
- Í 1994 var uppsjóvarfiskurin bara nøkur heilt fá prosent av samlaða útflutninginum av fiski. Men í fjør stóð uppsjóvarfiskurin fyri umleið 40 prosentum av útflutninginum. Hagtølini tala fyri seg, argumenterar reiðarin.
Hagtølini fevna um allan fiskaútflutning, uttan alivinnuna.
Gjaldið
Afturvendandi kjakið um tilfeingisgjald hevur eisini fest seg hjá reiðarínum við heimstaði í Hósvík.
- Tað er í lagi, at skipini gjalda fyri at fiska. Men tilfeingisgjaldið má vera í fyrstu linju, antin sum gjald fyri hvørt kilo ella ávísur prosentpartur av avreiðingarvirðinum. Fyrimunir og vansar eru við báðum leistum, men best er um gjaldið samstundis eggjar reiðaríunum til at skapa so nógva virðisøking sum tilber, metir Gunnbjørn Joensen.
Higartil hevur politiska skipanin ásett gjaldið av nýggjum fyri hvørt árið sær, og eisini er leisturin broyttur.
- Tað merkir millum annað, at í fjør loysti tað seg ikki at koma inn á feltið við móttøkuskipum, tí politikararnir valdu at leggja eitt eyka avgjald á tvær krónur kilo á tað, sum bleiv avreitt umborð á móttøkuskipini, greiðir Hans Andrias Joensen frá.
Higartil er bara ein roynd gjørd við at selja part av makrelinum á uppboðssølu, men onkrir flokkar halda at fleiri royndir eiga at vera gjørdar.
- Eftir okkara tykki má ein uppboðssøla fevna um alt ella einki. Selir tú bara ein part av makrelkvotuni á uppboði, so hava teir, sum fáa stórar kvotur fyri einki, ein stóran fyrimun í kappingini um at bjóða. Teir kunnu tá brúka hesi virði til eisini at keypa restina, argumenterar Gunnbjørn Joensen.
Nýhugsan
Hóast fiskiskapurin í Kyrrahavinum er minkaður niður í einki, so halda reiðararnir hjá Thor henda fiskiskap vera dømi um, hvønn týdning tað hevur at hugsa nýtt og royna nýggjar leiðir.
- Vit átóku okkum ein stóran váða og gjørdu stórar íløgur í skip til at royna eftir uppsjóvarfiski á hesum fjarskotnu leiðum. Tað gav tá avtornaði Føroyum nøkur rættindi, ið framvegis verða galdandi, tá fiskiskapurin einaferð tekur seg uppaftur. Hetta má væl eisini takast við í heildarmyndina, sigur Hans Andrias Joensen og heldur fram:
- Teir, sum fara út at skaffa Føroyum altjóða rættindi, mugu eisini fáa ágóðan av nationalum rættindum, tað vil siga innanfyri 200 fjórðingar. Eg vil fara so langt sum at siga, at tað burdi verið eitt krav, at teir sum fáa nógv virði í føroyskum sjógvi og eftir sínamillum avtalum við onnur lond, eisini høvdu skyldu til at røkja okkara altjóða loyvi. Á tann hátt koma vit víðari sum fiskivinnutjóð.
Eftir fatanini hjá Hans Andriasi og Gunnbjørn Joensen er støðan í dag júst tann øvugta.
- Tað eru tey veiku reiðaríini, sum lítið ella einki fáa burtur av føroyska fiskiríkidøminum, sum í dag gera royndarfiskiskap og royna at ganga nýggjar leiðir, siga brøðurnir og senda eina heilsan víðari til nótaskipini:
- Eftir okkara tykki eru teir so mettir, at teir hugsa ikki um at skaffa nýggj veiðirættindi og virði til Føroya.
MYNDATXT: (til mynd av Gunnbjørn & Hans Andrias)
- Vit byggja okkara virksemi á tvær súlur, frálandavinnu og fiskivinnu. Vit byggja nýggj skip til frálandavinnuna fyri 600 milliónir krónur, og kundu ynskt okkum at gjørt stórar íløgur í fiskivinnuna. Men skipanin favoriserar teir fáu, sum gerast alsamt ríkari av uppsjóvarfiskiskapinum, meðan aðrir ikki sleppa upp í part, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, stjórar í Thor.