Sosialurin leygardagin 17. februar 1990. Handilskjarnin er nýggjur, Fossbankin stendur í besta blóma og blómuhandil letur upp samstundis sum búskaparkreppan er farin at merkjast við m.a. at lastbilaeigarar missa arbeiði og sleppa ikki av við sínar bilar
Tíðindablaðið Sosialurin 17. februar 1990 lýsir nokk so væl støðuna í Føroyum áðrenn búskaparkreppuna fyrst í 90-unum.
Blaðið skrivar at Fossbankin hevði eitt gott ár í fjør, tá fíggjarjavnin rundaði hálva milliard frá 426 milliónum í 1988 til 507 milliónir í 1989. Bankin fer nú saman við øðrum at søkja landsstýrið um loyvi til at fara undir tryggingarvirksemi.
Føroyskir lastbilaeigarar eru í dýrastu neyð. Teir hava gjørt stórar íløgur í lastbilar, og nú er einki arbeiði, og teir sleppa heldur ikki av við sínar bilar. Blaðið skrivar, at Schumann Hjaltalin sølumaður hevur fingið samband við fyritøkur í Danmark, Finnlandi og Íslandi, sum eru hugaðar at keypa brúktu lastbilarnar.
Síðan Handilskjarnin við fyrstu rullitrappuni í Føroyum læt upp, hava fleiri børn valt sær rullutrappuna til spælipláss. Mikudagin datt ein smágenta ovast úr rullutrappuni og heilt niður á gólvið. Tann seks ára gamla gentan varð beinanvegin flutt á Landssjúkrahúsið. Vakthavandi lækni upplýsir fyri blaðnum, at hon hevur fingið heilaskjálvta og verður liggjandi á sjúkrahúsinum, til hon er komin fyri seg.
Blaðmannafelagið hevur nú fyri fyrstu ferð fingið ein kvinnuligan formann. Tað er Randi Jacobsen, sum starvast á tíðindablaðnum Sosialinum. Randi tekur við eftir Høgna Djurhuus, sum hevur verið formaður í felagnum í seks ár.
Ein yvirskrift í blaðnum er “Nú blómar aftur á Áarvegnum”. Tað er um nýggi blómuhandilin Fa. Trónd Hansen, sum Kolbrún, abbadóttir Trónd Hansen læt upp á Áarvegnum - í grannalagnum
har sum abbin áður hevði havt blómuhandil.