Tað hevur fleiri ferðir í ár verið sagt, at størsti trupulleikin hjá B68 í ár er, at breiddin í hópinum er ov lítil. Nú er so líkt til, at hesi orð koma at standa sína roynd, tí eftir øllum at døma verða toftamenn rættuliga skerdir sunnudagin.
Fleiri ivasamir
Jákup Eli Olsen og Fróði Benjaminsen eru báðir álvarsliga skaddir, og teir báðir vera so ikki tøkir, sigur B68 venjarin, Jóannes Jakobsen.
Harumframt er navnabrøðurnir, Jan Petersen og Jan Dam báðir ivasamir. Jan Dam hevur leingi drigist við skaða, og hevur ikki fingið vant við fullari ferð í einar tvær vikur, og Jan Petersen fekk ein snudd undir venjing hóskvøldið.
Ongar skaðar
Gøtumenn hava fyri fyrstu ferð í ár ongar skaðar at dragast við, men kortini er ikki vist, at Johan Nielsen hevur allan leikarahópin tøkan í morgin.
Tá vit seinast frættu, vóru bæði Magni Jarnskor og Hans Pauli Petersen sjúkir, so ikki bar til at siga, um nakar av teimum verður tøkur.
GÍ hevur takið
Gøtumenn hava vanliga havt sera gott tak á Toftamonnum, sum bert hava vunnið eina ferð á GÍ seinastu mongu árini. Tað var í 1995. Annars hevur GÍ fyri tað mesta havt yvirtakið, meðan einstakir dystir eru endaðir við javnleiki.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.