Jacob fyri nøkrum árum síðani um byggiloyvi á sama staði, men tá tók kommunan, ið eisini umfatar Slættanes, ikki undir við umsóknini. Nú hevur hann kortini betri vónir um ein positiva viðgerð: - Tey hava [...] hava í øllum førum biðið um tekning av húsum, so eg vóni at tað kemur ígjøgnum hesaferð, sigur Jóhan Jacob við Sosialin. Ætlanin hansara er at byggja eini minni hús, sum verða eini 5 ferðir 7 metrar til [...] tekning til hesi húsini, sum skulu verða í gomlum sniði og hava flagtekju, greiðir hann frá. Ætlanina um hetta hevur hann havt í nøkur ár. Nú bíðar hann spentur eftir at frætta aftur frá bygdaráðnum eftir
Reidar Nónfjall. Hann vísir eisini á, at tað hevur verið tos um sama tilboð í Havn, men at hetta enn er í hugskotsfasuni, tá mann samstundis hugsar um, at ein nýggjur stórur skúli helst skal byggjast. Næmin [...] næmingarnar um, hvat tey vænta av skúlanum og hvat vit vænta av teimum. Hetta hevur fungerað sera væl, greiðir rektarin frá. Kappast í dygd Reidar Nónfjall metir ikki, at skúlarnir skulu kappast um næmingar [...] vil gera okkurt innan vinnulív, men tað ber eisini til at taka fyrireikandi handilsskúla skeið, FHS, um ætlanin er at kanna málið. - Í samfelagnum metir mann, at tað er ein tørvur á at útbúgva fólk, sum
g og økti um leiðsluna. Spælt í Vági 34 ára gamli Brian Andresen hevur spælt í føroyskum fótbólti fyrr. Í 2003 og eitt skifti í 2004 umboðaði hann VB, uttan stórvegis úrslit. Um jólini árið eftir, í 2005 [...] í B68 og HB, Frank Skytte, fekk sannført hann um at halda fram, og Andresen hevur síðan skotið mál í Glostrup í hópatali. Toftamenn kundu í gjár frøast um áleyparan, sum sendi gestirnar á sigurskós. Løgdu [...] frálíkan bóltførleika og gott skot. Andy Olsen minkaði um munin í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá hann úr stuttari fjarstøðu lyfti upp um Vlada Filipovic. Trý sera týðandi stig til B68, sum nú
sunnumorgun fylkjast umleið ein millión fólk um lurtitólini, tá vælumtókta undirhaldssendingin Café Hack er á skránni á donsku útvarpsrásini P4. Hetta er sætta árið, at hetta hugnaliga útvarpskonseptið bergtekur [...] konan og børnini vóru farin til Havnar. Umframt stórsligin lovorð um náttúruna, prátaði hann við Niels Halm. Eisini hoyrdu vit eitt innslag um føroyska málið og vakrir føroyskir tónar frá Guðrun Sólju og Anniku [...] hann við Jacob Haugaard um Føroyar, og komandi fýra sunnudagarnar verða millum annað prát við Niels Halm, umframt at kavað verður niður í goymsluna hjá DR eftir gomlum innsløgum um Føroyar. Hópast tónleikurin
stjørnum skrivað, - um tað undur, hent nú var - Fødd var genta, kom at liva hesi náttúru so nær. Vaks so upp í tryggum heimi, friður fylti hvørja lund. Hildu tykkum rætt at gleimi styttu so um manga stund. Várið [...] Líradagur er hann nevndur, árið nítjan seytjan er. Skálafjørður allur fevndur fjøllum av, her vakurt er. Bygdin armar sínar breiðir, sólin stavar himni frá. Nýslignir nú liggja teigar, Oyran breið við [...] vetrarkvøld varð bundið vøttir, hosur, annað við. “Upp á gólv” viðhvørt tit mundu treða dansin lið um lið. Tíðliga legði tú frá landi, út at tæna leiðin bar. Arbeitt varð í góðum anda, álítandi altíð var
Hvørt hetta eydnast velst um nakrar fortreytir, ið snúgva seg um mál, strategi, leiðsluførleikar, samfelagsbúskap og semju. Tað er sjálvsagt ov tíðliga at siga nakað við vissu um allar hesar fortreytir, [...] ikki verið neyðug í einum nútímans fólkaræði, men politiska gongdin seinasta hálva árið hevur avdúkað, at her er talan um avgerandi fortreyt. Við støði í omanfyri lýstu málum og fortreytum ætlar samgongan [...] rdum heimi við skjótt vaksandi og sera álvarsomum búskapartrupulleikum. Eisini ber til at hugleiða um møguleikar samgongunar at røkka málunum ella við øðrum orðum: hómast nakrar strategiir í tí skjali
Skipasýnið krevur, at eitt ferðamannaskip skal á beding einaferð um árið. ? Men tá ið tangatoppurin fór, høvdu vit eina avtalu við skipasýnið um, at tað skuldi gerast aftur, næstu ferð, Smyril fór í dokk og [...] Skipasýnið og hana máttu vit halda. Magnus Magnussen sigur, at hann veit ikki, um tað hevði loyst seg at søkt skipasýnið um loyvi at útseta arbeiðið eina tíð afturat. ? Men skulu vit alla tíðina reka okkara [...] landinum longu mánadagin. Men hetta avsannar Magnus Magnussen avgjørt. ?Eg kann vissa suðuroyingar um, at Claymore fer ongan veg, fyrrenn Smyril er komin aftur í sigling. Hann sigur, at Strandferðslan
havinum og tí sum har er. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sent øllum skúlum bræv um tiltakið, har uppskot um verkevni verða nevnd. Eisini verða stovnar nevndir, ið hóskiligir eru at vitja og sum vilja [...] heimasíðan er http://www.nordenshav.org Í videobúðum er eisini vert at kunna seg um nýggjar filmar. Eitt nú fæst tiltikni filmurin um »Titanic« (1997) nú til keyps, eins og áhugaverdi, franski kavarafilmurin [...] Sameindu Tjóðir og deild teirra, ið fæst við skúla og gransking UNESCO, hava gjørt av, at árið 1998 skal verða altjóða havár. Eins og Fiskirannsóknarstovan og aðrir føroyskir stovnar eru við í hesum tiltaki
at partarnir hava møguleika at endurskoða sáttmálan, tá fyrra árið er farið. Álitið burtur Jákup Mortensen ynskir ikki at siga meiri um orsøkirnar til venjaraskiftið, fyrrenn viðurskiftini millum felagið [...] av, at spælararnir og venjarin kennast ov væl. ? Um venjarin megnar at hava ábyrgdina av góðari og gagnligari venjing, so kunnu vit ikki siga nakað um tað, og so rokna vit við, at úrslitini fara at vísa [...] venjarin tann fyrsti venjarin, sum í ár hevur fingið sekkin, og Trygvi Mortensen, sum er NSÍ maður um ein háls, og í mong ár hevur havt ábyrgdina av yngru deildunum, eins og hann hevur verið hjálparvenjari
puni, sum hevur rakt Asiu seinasta árið. Forsætisráðharrin í Malaysia, Datuk Dr Mahathir, sigur við Straits Times í Singapore í gjár, at Malaysia hevði ein dreym um at gerast eitt ídnaðarland áðrenn áðrenn [...] óendaligar tíðir., segi forsætisráðharrin. Fíggjarligi vøksturin í Malaysia verður nú roknaður at vera um tvey prosent. Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði [...] sum varð orðaður í 1984, verður seinkaður Singapore í eini 3-4 ár. Málið var 1999, men øll eru samd um, at hetta málið verður ikki nátt. -Tað kann taka Malaysia eini fimm ár aftur at náa fíggjarliga vøksturin