Nónfjall: -Vit gera vinnulívsfólk

- Vit hava onki ímóti at hava eitt umhvørvið, har mann tosar nógv um vinnulív, sigur Reidar Nónfjall, rektari

Føroya Handilsskúli er eitt skúlatilboð, ið á ein hátt vendir sær til næmingin, sum veit, at hann vil gera okkurt innan vinnulív, men tað ber eisini til at taka fyrireikandi handilsskúla skeið, FHS, um ætlanin er at kanna málið. - Í samfelagnum metir mann, at tað er ein tørvur á at útbúgva fólk, sum kunnu vera virkin innan handil, vísir Reidar Nónfjall á. Hann vísir á, at tað eru nógvir ymiskir møguleikar, tá talan er um handilsskúlan. Tað eru tveir møguleikar í handilsskúlanum, ið grundleggjandi munur er á. - Mann kann velja at fara beinleiðis í vinnulívið, ella mann kann velja at lesa víðari. Vit síggja eisini, at fleiri studentar koma til okkara fyri at supplera, fyri síðani at fara undir víðari lesnað, sigur rektarin. Tendra upp á pengar Sum skilst er tað ikki eitt krav, at mann hevur skil fyri pengum, tá mann fer undir lesnað á Handilsskúlanum. - Vit hava eina rúgvu av hartkókaðum vinnulívslærugreinum sum virkisbúskap og marknaðarførslu, men vit hava eisini ymisk mál og so framvegis, sigur Reidar Nónfjall. Hann vísir samstundis á, at tað er ein fyrimunur at tendra upp á vinnulív, tí so hevur mann áhugan á rætta stað. Góðar karakterir - Vit vilja sjálvandi hava profilar, ið hava klárað seg rímiliga væl í fólkaskúlanum, men eg kann ikki seta nakað minsta krav á. Tað er nakað vit avgera fyri hvørt árið, men ein góður profilur er ein, ið klárar seg allround í fólkaskúlanum. Reidar Nónfjall sigur eisini, at eitt prógv frá handilsskúlanum er ein fínur plattformur innan alt vinnuligt virksemi. Soviárið FHS - FHS er tað, tað er, men tað gevur nógvar møguleikar, samstundis sum vit síggja, at 60 til 70 prosent av øllum, sum hava gingið í FHS fara víðari til hægri handilsskúla, sigur Reidar Nónfjall. Ætlanin er tó, sambært rektaranum at fokusera meira upp á nýggja leistin við trý ára HH, soleiðis at mann fær eina meira samanhangandi útbúgving, uttan knekkið, ið fyrr hevur verið í útbúgvingini. Ætlanin er somuleiðis, at FHS meira skal nýtast til teirra, ið hava okkurt beinleiðis við eitt lærupláss at gera. Ítróttartilboð Í Handilsskúlanum á Kambsdali er eisini møguleiki at íðka ítrótt, samstundis sum ítróttarfólkini hava møguleika at menna sínar akademisku førleikar. - Hetta er ein ætlan, vit hava havt koyrandi í eina tíð, og meiningin við tí er, at okkara elituítróttarfólk fáa ein møguleika, at fáa eina útbúgving, samstundis, sum tey hava møguleika at íðka sína ítrótt fult út, sigur Reidar Nónfjall. Hann vísir eisini á, at tað hevur verið tos um sama tilboð í Havn, men at hetta enn er í hugskotsfasuni, tá mann samstundis hugsar um, at ein nýggjur stórur skúli helst skal byggjast. Næmingasamrøður Sum skilst, hevur skúlin eisini lagt stóran dent á at hava eitt samskifti við næmingarnar. - Vit hava roynt at hava næmingasamrøður, tá skúlaárið er byrjað, har vit tosa við næmingarnar um, hvat tey vænta av skúlanum og hvat vit vænta av teimum. Hetta hevur fungerað sera væl, greiðir rektarin frá. Kappast í dygd Reidar Nónfjall metir ikki, at skúlarnir skulu kappast um næmingar, tí fólk eru ikki líka, og studentaskúlin hevur nógv tilboð, ið handilsskúlin ikki kann bjóða. - Tað er eisini soleiðis tað skal vera, vísir Reidar Nónfjall á, sum hinvegin heldur, at skúlarnir sjálvandi skulu kappast í dygd, tí soleiðis fáa vit betri útbúgvningarstøði í landinum.