Reisa nýggj hús í avtoftaðari bygd

Tað munnu vera rættiliga mong árini síðani, at seinastu húsini vórðu bygd á Slættanesi. Nú ætlar ein maður úr Vestmanna at reisa eini eldri hús á gamlari grund í hesi avtoftaðu bygdini.

Slættanes: - Eg vóni at bygdaráðið í Sandavági gevur mær loyvi til hetta á hesum sinni, sigur Jóhan Jacob Jakobsen úr Vestmanna.

Ættin hjá pápanum kemur haðani, og nú er sonurin sinnaður at byggja sær eini hús upp aftur teirri grundini, har eini gomul hús stóðu í síni tíð.

Til hetta krevst sjálvandi byggiloyvi, og tað er júst ein slík umsókn sum kemur fyri á bygdaráðsfundi í Sandavági í kvøld.

Sjálvur søkti Jóhan Jacob fyri nøkrum árum síðani um byggiloyvi á sama staði, men tá tók kommunan, ið eisini umfatar Slættanes, ikki undir við umsóknini.

Nú hevur hann kortini betri vónir um ein positiva viðgerð:

- Tey hava í øllum førum biðið um tekning av húsum, so eg vóni at tað kemur ígjøgnum hesaferð, sigur Jóhan Jacob við Sosialin.

Ætlanin hansara er at byggja eini minni hús, sum verða eini 5 ferðir 7 metrar til støddar.


Gamalt snið

Fyri meiri enn 40 árum síðani fluttu seinastu húsini av Slættanesi. Nakað frammanundan hesum hjúnunum flutti pápi hansara eisini haðani.

Seinasta húskið flutti av Slættanesi fyri 44 árum síðani, eftir at tey høvdu búð har einsamøll í eitt ár.

Fastir Jóhan Jacob átti eisini eini hús harúti, men duttu hesi niður einaferð í 70’unum. Seinni fekk hann grundøkið frá henni.

Tað er á hesum grundøkinum, at hann nú ætlar at byggja uppaftur eini hús í gomlum sniði.

- Eg havi latið bygdaráðnum eina tekning til hesi húsini, sum skulu verða í gomlum sniði og hava flagtekju, greiðir hann frá.

Ætlanina um hetta hevur hann havt í nøkur ár. Nú bíðar hann spentur eftir at frætta aftur frá bygdaráðnum eftir viðgerðina á fundinum í kvøld.


Ferðavinna

Umframt tað at pápi hansara er ættaður haðani, hevur Jóhan Jacob sjálvur verið í bygdini – bæði sum yngri og eisini tey seinnu árini.

Hann hevur havt sum uppgávu at passa vitan í Slættanesi, og hevur í eina tíð gingið við hugsanini um at byggja sær eini hús.

Hvat eini slík hús kunnu brúkast til, kann verða so mangt. Men óhugsandi er ikki, at tey kunnu nýtast í sambandi við ferðavinnuna.

- Eg havi sjálvur siglt túrar undir Vestmannabjørgini við bátunum hjá Palla Lamhauge.

- Ein góður møguleiki kundi tí verið at samantvinna eina vitjan í Slættanesi við hesar túrarnar, sigur Jóhan Jacob.

Fleiri upplýsingar og myndir av Slættanesi finnast á www.123hjemmeside.dk/slaettanes




FAKTA


Slættanes (1835 - 1964)

Í 1835 flyta tey fyrstu til Slættanesar at búgva, tey vóru Heindrikur Thomassen og Julianna Niklasdóttir.

Í 1850 eru 8 húski á Slættanesi og fólkatalið er komið upp á 40, tey, ið flyta til eru ikki ung fólk, men fólk um miðjan aldur og ein eldri maður. Í 1890 búgva 40 fólk har.

Longu í 1920-30 árunum vóru tað nøkur, ið fluttu burtur, men hetta nervaði ikki fólkatalið, ið tvørturímóti vaks hesi árini, millum annað av tí at onkur eisini giftist til bygdina ella flutti hagar á annan hátt.

Beint fyri kríggið var fólkatalið av tí mesta. Í 1940 búðu 75 fólk á Slættanesi. Fýra húski vóru eftir á Slættanesi í 1963. Trý teirra fluttu hetta árið.

Seinasta húskið, Celinda og Jóhan, fluttu av Slættanesi á heystið 1964, aftaná at hava búð einsamalt har í knappliga eitt ár.

(Kelda: joanisnielsen.fo)