Hóast navnið ikki var heilt ókent í føroyskum fótbólti, so vóru vónirnar skiftandi, tá 34 ára gamli Brian Andresen gjørdi avtalu við B68 í summar. Annars evnaríki Ahmed Keita hevur ikki skotið fleiri enn tvey mál í Formuladeildini, og á nógvar mátar varð ikki væntað, at Andresen skuldi loysa trupulleikan.
Men hesum fordómum gjørdi hann til skammar í gjár. Við tveimum málum tryggjaði danski framherjin trý sera týðandi stig til B68. Fyrst stýrdi hann við innaru síðuni av fótinum niður í handara málhorn eftir uppspæl frá Dánjal Paula Højgaard, áðrenn hann setti høvdið á frísparksinnlegg og økti um leiðsluna.
Spælt í Vági
34 ára gamli Brian Andresen hevur spælt í føroyskum fótbólti fyrr. Í 2003 og eitt skifti í 2004 umboðaði hann VB, uttan stórvegis úrslit. Um jólini árið eftir, í 2005, valdi táverandi málrevurin í Glostrup at gevast við fótbóltinum. Men fyrrverandi venjarin í B68 og HB, Frank Skytte, fekk sannført hann um at halda fram, og Andresen hevur síðan skotið mál í Glostrup í hópatali.
Toftamenn kundu í gjár frøast um áleyparan, sum sendi gestirnar á sigurskós.
Løgdu bragdliga fyri
B68 var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Serliga eftir fyrsta málið trýstu gestirnir í løtum, og Andresen hevði møguleikan at skjóta hattrick, men hann skallaði omanfyri. ÍF hevði lítið at bjóða. Fritleif í Lambanum var aftur á miðvøllinum, men saman við Høgna Madsen og Balasz Sinkó byrjaðu teir sjáldan vandamikil uppspøl.
Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at fuglfirðingar løgdu nógv fyri. Teir royndu at trýsta fyri at fáa spenning í aftur dystin. Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur trokað liðskiparan Arnbjørn Danielsen á høgra vongverjan, vísti sannførandi spæl, og átti sína orsøk í, at heimaliðið ikki hevði nakran nevnisverdan møguleika.
Tá dysturin var ein tíma gamalur var Knút Vesturtún, sum loysti av Jonn Thomsen óheppin. Bólturin tók í hondina, og Dagfinn Olsen peikaði á brotsparksblettin. Úr ellivu metrum sendi Jann Ingi Petersen framvið.
Jóan Símun gjørdi bart
Ungi Jóan Símun Edmundsson var innskiftur fyri Brian Andrsen tíðliga í seinna hálvleiki. Danin noyddist av vøllinum við skaða. Toftamaðurin gjørdi veruliga bart móti endanum, og við flottasta málinum í Fuglafirði staðfesti hann sigurin. Einsamallur dróg hann við bóltinum frá miðhálvuni, setti tveir mótstøðuleikarar av, áðrenn hann úr tjúgu metrum við vinstra beininum smekkaði niður í málhornið. Eitt mál, sum væl lýsir hansara eginleikar. Skjótur, sterkur, frálíkan bóltførleika og gott skot. Andy Olsen minkaði um munin í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá hann úr stuttari fjarstøðu lyfti upp um Vlada Filipovic.
Trý sera týðandi stig til B68, sum nú hevur seks stig til niðurflyting. ÍF hevur somuleiðis 20 stig, men tað er umráðandi at fáa stig næstuferð, tá fuglfirðingar vitja heima á Sandi.
FAKTA
ÍF – B68 1-3 (0-2)
0-1: Brian Andresen, 25.
0-2: Brian Andresen, 37.
0-3: Jóan Símun Edmundsson, 81.
1-3: Andy Olsen, 90.
Dómari: Dagfinn Olsen
ÍF: Andras Gango – Áki Petersen (66.: Frank Poulsen), Bartal Eliasen, Knút Vesturtún, Jan Ellingsgaard – Fritleif í Lambanum (88.: Alex Jovevic), Høgni Madsen, Balasz Sinkó – Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Nenad Saric (72.: Debes Danielsen)
Gult kort: Bartal Eliasen
B68: Vlada Filipovic – Arnbjørn Danielsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen – Jann Ingi Petersen (88.: Jann Martin Mortensen), Ndende Adama Guéye – Kristian Anthon Andreasen, Brian Andresen (54.: Jóan Símun Edmundsson), Dánjal Pauli Højgaard (87.: André Olsen) – Ahmed Keita
Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen og Jóan Símun Edmundsson