hevði hann ivaleyst heldur ikki spælt so leingi. Og tað sást eisini væl, at Rúni í Soylu enn ikki var komin yvir skaðan, sum hevur hildið honum uttanfyri tveir teir fyrstu dystirnar av kappingini. NSÍ spældi [...] dystinum, og fimm minuttir seinni hvarv seinasti ivin, tá Kári Sigvardsen økti til 3-0 eftir hornaspark (vit tora næstan at siga við vissu, at hetta var hansara fyrsta landskappingarmál fyri NSÍ!). Heimaliðið [...] týdningarmiklan dyst fyri framman. Komandi sunnudag spæla teir heima móti Sumba. Hesi bæði liðini eru tey einastu, sum enn ikki hava fingið stig, so talan er um botngysara. NSÍ-B71 4-0 (1-0) NSÍ: Dejan
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir Innanduraarkitektur Vestmanna Komedian á Listasavni Føroya er nú at enda komin. Vit, sum hava list sum áhugamál, standa undrandi og sum kánus. Okkara tjóðarsavn hevur nú fingið ein [...] hevði tað verið eitt hugskot at deilt felagið upp í tvey. Tey etableraðu/proffarnir, og so tey, sum eru á veg upp eftir stiganum. Tróndur leggur hart út og Øssur Mohr fær toyggið, so tað forslær. Hann kallar
at hyggja meg um í tí indiska partinum av London, Brick Lane, har tað hvønn leygardag og sunnudag eru marknaðardagar og tá er nógv spennandi at síggja í hesum annars heldur trista býarpartinum. Eg hevði [...] annaðleiðis, so eg fór inn, einki vitandi um, hvat fór at møta mær har inni. Í veruleikanum eri eg komin higar til London fyri at læra um alt annað enn meg sjálva, soleiðis reint fakliga talað. Men tað, [...] framsýning. Og júst tí varð hon spennandi, tí hon setti menniskjakroppin í eitt annað perspektiv enn tað, vit vanliga hugsa um. Sum kvinna hevði eg tað nú ikki so lætt, tá ið eg kom til tann partin av framsýningini
svarta herinum, javnvigaði nøkunlunda kjansirnar í tí talvinum. Ótrúlig vend Tá talvini øll vóru komin inn í triða tíman, høvdu bæði Ólavur og Hans Kristian góðar støður, umframt materilistiskan yvirvág [...] gekk betur hjá honum, og vann hann eftir góða telving 1,5 ? 0,5 á tí sera drúgva tvøramanninum, sum vit uttan iva fara at síggja meir til. Talentið er eyðsæð hjá Sjúrða, og so situr hann eisini niðri við [...] talvborðið at kalla alt talvið! Ein eginleiki sum unglingar yvirhøvur als ikki hava. Vaksnir telvarar eru ei heldur heilt ósekir í hasum førinum...
hjartarópið. Hví í Guds garði eru nú næstan allir politikarar við eltandi fjølmiðlum farnir (ikki byrjaðir) at siga, at til dømis Poul Nyrup Rasmussen hevur meldað út? Hann er komin við einari útmelding. Aftaná [...] uppskot. Alt í lagi at flestir føroyingar eftir øllum at døma siga taka upp epli. Men hví f.... skulu vit partú geva út bøkur, sýna fram málningar, skriva niður eini boð? Tað eitur annars at skriva upp, so
at gera eina breiða meiningakanning enn tað er í øðrum stórum londum, har slíkar meiningakanningar eru heilt vanligar. Virða heimildirnar Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ælar sær at virða heimildirnar [...] í ríkisrættarligu viðurskiftunum, men flokkurin vil tó varveita ríkisfelagsskapin, og er hann tí komin við einum sjálvstýrisuppskoti, ið inniber, at Løgtingið fær víðari heimildir, samstundis sum Føroyar [...] kann kjakast um, beinan vegin. Hóast tað sigst, at Uttanlandsnevndin skal vera heilt óheft, so vita vit jú, hvussu tað gekst fyri tíð síðani, tá statskvett varð gjørt í nevndini, sigur Jóannes Eidesgaard
givið teimum. Men hugtøk, sum eru av avgerandi týdningi fyri ta einstøku fyritøkuna, og av somu orsøk eru ógvuliga frammalaga í hugaheimin-um hjá einum virkisbúskaparfrøðingi, eru ofta lítið áhugaverd ella [...] dømis er trupulleikin hjá føroyskum flakavirkjum ikki, at tey ikki eru kappingarfør í lønum við eysturlendsk flakavirkir, men at tey ikki eru kappingarfør í lønum við aðrar føroyskar fyritøkur. Hvat lønin [...] øllum handa slag. Hinvegin eru nógvir av vanligu tankunum hjá almenninginum um samfelagsbúskaparlig viðurskifti bygdir á ideologi, sum ikki heldur til eina nærri gjøgnumgongd. At "vit liva av fiskivinnuni"
skal gleppa føroyingum av hondum. Føroyar hava fimtan stig fyri sjey sigrar og ein javnleik. Føroyar eru tvey stig undan Kýprós, sum er einasta lið, sum kann fáa okkum aftur. Kýprar hava trettan stig, eitt [...] kappingina. Men Andorra kann fáa Kýprós aftur, tí tey bæði liðini møtast í síðsta umfari í morgin. Siga vit, at Føroyar tapa í síðsta umfari leygardagin móti Guernsey, og Kýpros vinnur á Andorra, stendur á jøvnum
vanliga mánaðarløn. Fara vit til Kuba, hava vit einar 1000 dollarar við okkum. Helst ikki minni, og í kubanskum hugameini eru vit reinir millionerar. Í Kuba er deiligt Tað fáa vit at sanna, sum hava verið [...] í Kuba. 37 tey seinastu árini eru gjørdar fleiri hundraðtúsund íbúðir í øllum landinum, og íbúðarviðurskiftini eru munandi bøtt. Vatn og el og skipaði kloakkviðurskifti eru í yvir 90 procentum av teimum [...] og mong eru tey, ið gita, men eingin veit, ið hvussu er ikki vit vanligu. Gitt verður um Kuba fer aftur til kapitalismuna, nú teir hava fingið tað, teir kalla Zona Franca mitt í Havanna. Hetta eru fræls
ikki agg. ? Sum foreldur kunnu vit væl tosa saman í dag. Vit hava jú elskað hvønn annan einaferð, og bæði meintu tað tá, so tað er ikki so løgið. Men kortini eri eg ikki komin so langt, at eg kann respektera [...] var tað ikki so ringt. ? Í dag er ongin ivi. Tey elska meg, og eg elski tey. Vit hava nógv samband, síggjast so ofta, um vit kunnu, so eftir umstøðunum er hetta ikki verri enn ilt, sigur Heini Ziska Dahl [...] øgiligur. Eg havi tilvitað valt at halda meg langt burtur frá barnatiltøkum í býnum, um míni ikki eru heima hjá mær. Eg klári tað slettis ikki. Alt steðgar upp, sigur Heini og fortelur um ein dagin beint