Klaksvík:
Hóast Heini mangan var í iva um sína avgerð at flyta heim, so gjørdi hann nógv fyri ikki at setast afturá og bara søkka í eitt dýpi av sorg og sakni eftir sínum børnum. Hann tykist púra greiður yvir, at tey vóru tvey í hjúnarlagnum, og bæði høvdu sín part av skuldini av, at tað ikki gekk.
Hann sigur tó, at tað hava verið løtur, har tað hevði verið lætt bara at givið henni alla skuldina, og so var tað umskylningurin fyri ikki at kunna virka í gerandisdegnum. Men hvør hevði tá verið taparin, spyr Heini.
? Longsulin er øgiligur. Eg havi tilvitað valt at halda meg langt burtur frá barnatiltøkum í býnum, um míni ikki eru heima hjá mær. Eg klári tað slettis ikki. Alt steðgar upp, sigur Heini og fortelur um ein dagin beint fyri jól, tá hann var á veg til hús. Hann kom fram við einum familjutiltaki í býnum, har fult av børnum stóðu og sungu jólasangir.
? Tað var ræðuligt, tí tað ber ikki til at ganga framvið slíkum uttan at hugsa um míni børn, sigur Heini.
Hann hevur tó roynt at síggja tað positiva í longslinum. Tað hevur hann eisini roynt at læra børnini.
? Hugaheimurin er jú eitt stað, har børnum dámar væl at vera, sigur Heini. Hann heldur fram, at tá børnini siga, at teimum leingjast, so plagar hann at biðja tey blunda og vita, um tey ikki síggja pápa sín.
? Mátin at vera saman uppá verður bara øðrvísi, tá vit ikki kunnu síggjast hvønn dag, sigur hann.
---
Fyri átta árum síðani fóru Heini Ziska Dahl og kona hansara frá hvørjum øðrum. Eftir at hava roynt at fáa gerandisdagin og lívið at virka so nøkulunda undir teimum nýggju umstøðunum, gav Heini skarvin yvir og flutti til Føroya, tá konan kravdi fullan foreldramyndugleika og fekk hann.
? Tað var ræðuligt og í langa tíð var alt sinnið hjá mær í kók. Paranoian var øgilig, og eg var fullkomuliga í kolkjallaranum. Men við tíðini lærdi eg at liva við støðuni, og í dag er tað heilt gott ? eisini fyri børnini, sigur Heini, sum sær børn síni fleiri ferðir um árið.
Hann býr og arbeiðir í Klaksvík, meðan børnini búgva og ganga í skúla í Hillerød. Tey tosa tó so ofta saman í telefonini sum til ber, og sambandið millum pápa og børn tykist ikki at líða so nógv undir avstandinum, sum kanska hugsast kundi, heldur Heini sjálvur.
? Sjálvandi kundi eg hugsað mær at verið við til at hjálpt teimum at gera skúlating, at fáa tey í skúla og vera ein partur av gerandisdegnum, men umstøðurnar loyva tí ikki, so tá nyttar lítið at seta seg afturá og fella í fátt, sigur hann og leggur afturat, at vegurin til at koma so frægt til sættis við støðuni, sum hon er í dag, var langur og strævin, men hann var tað verdur.
---
Heini og konan búðu í Onglandi, tá avgerðin fall um at enda hjúnalagið. Hann leggur dent á, at hetta var eitt endaligt brot frá fyrsta degi av. Hon flutti til Danmarkar at búgva, har hon eisini átti dótrina hjá teimum. Tað vil so siga, at dóttirin ongantíð hevur havt pápa sín heimabúgvandi saman við mammuni og stórabeiggjanum.
Tað, at dóttirin var so lítil, vakti nógvar panikktankar hjá Heina. Hvat nú um hon ongantíð fór at koma at kenna hann? Hvat um nú mamma hennara fann sær ein nýggjan mann, sum hon so fór at kalla babba og so framvegis.
Heini royndi so í knapt trý ár at búgva í Keypmannahavn, meðan tey búðu í Hillerød, og tað gekk eisini væl í eina tíð
Men so byrjaði tað at ganga galið. Heini og konan høvdu verri og verri við at semjast um fleiri viðurskifti. Heini treivst heldur ikki so væl við at búgva í Keypmannahavn og bert síggja síni børn annaðhvørt vikuskifti. Í takt við hetta gjørdist alt meira trupult.
Heini trúði ikki sínum egnu oyrum, tá konan til endan kravdi fullan foreldramyndugleika.
? Frá einari løtu til aðra varð eg ómyndug gjørdur yvir fyri mínum egnu børnum. Tað var nakað, sum eg ikki í mínum villasta fantasii, hevði ímyndað mær, kundi hent mær, greiðir Heini álvarsamur frá.
Hann royndi at kanna, hvørjar møguleikar hann hevði. Tað vísti seg skjótt, at kostirnir vóru tvinnir, men hvørgin mjúkur. Um hann noktaði at lata foreldramyndugleikan frá sær, so kundi hann fara í rættin. Tað merkti so, at hann skuldi prógva, at mamman var óegnað at hava børnini í sínari varðveitslu.
? Tað visti og veit eg, at hon ikki er, og tað hevði eg als ongan hug til at gera. Hartil fekk eg eisini at vita, at eg ikki skuldi rokna við at vinna eitt møguligt rættarmál, greiðir hann frá.
Tískil varð foreldramyndugleikin yvir børnini latin upp í hendurnar á mammuni. Heini greiðir frá, at felags foreldramyndugleiki bert er galdandi, so longi semja er um tað.
? So longi sum man er samdur um at hava felags foreldramyndugleika, so er hann har. Í somu løtu mamman krevur fullan myndugleika, hevur tú sum pápi tveir møguleikar. At lata henni hann ella at fara í rættin. Soleiðis upplivdi eg tað í øllum førum, greiðir Heini frá.
Í einari desperatari roynd upp á at fáa hana at broyta meining, gjørdi Heini greitt, at misti hann foreldramyndugleikan, so flutti hann til Føroya.
? Eg slapp ikki at síggja børnini, tá eg vildi. Soleiðis var tað. Ein slík støða er lættari at góðtaka, tá tú býrt í einum øðrum landi enn beint í nánd av teimum, sigur Heini og leggur afturat, at í øllum hesum skuldi hann sjálvur royna at yvirliva, og tað metti hann seg megna best heima í Føroyum.
---
Mangan hugsaði Heini tankan um at fara í rættin og kempa fyri sínum børnum. Men hann fekk seg ikki til tað, tí tað hevði merkt eitt langt stríð millum seg og mammuna, og hann er ikki í iva um, hvør tá hevði staðið ringast fyri.
? Børnini eru altíð ofrini í slíkum førum, og eg eri so harmur um, at tað ikki gekk millum okkum, men tað er ongin orsøk til at gera ilt verri. Fyri tað um eg búgvi í Føroyum og tey í Danmark, og fyri tað um tað ikki gekk millum meg og mammu teirra, so er tað ikki liðugt millum meg og míni børn, slær Heini púra fast og greiðir so við smílandi eygum frá hugnaligum løtum, sum hann hevur havt saman við soninum og dótrini, tá tey hava verið heima.
Brádliga ressast hann í sofuni og sigur, at tað hinvegin er eitt lítið privilegium bert at fáa børnini á vitjan í teirra frítíðum.
? Vit hugna okkum jú úr einum enda í annan. Seint upp og seint í song. Tey seta dagsskránna, og alt tað "súra" í gerandisdegnum, noyðist mamma teirra at fáa tey til, so tað er ikki nógv at siga til, at tey onkuntíð halda tað vera kulari at vera hjá babba. Men tá ræður so bara um at fáa tey at síggja, hvussu deiligt tað verður at koma heimaftur, greiðir Heini frá.
Har hava hann og mamman hjá børnunum so valt ein felags framferðarhátt. Tá tað styttist til, at tey skulu fara til Føroya, plagar mamman at byrja eitt hvørt, sum tey so ikki náa at gera liðugt. Á sama hátt plagar Heini at byrja onkra verkætlan við børnunum, sum tey ikki fáa lidna, og so stendur hon og bíðar, til tey koma aftur næstu ferð.
Vegna tað at hann ikki hevur foreldramyndugleikan, kann Heini tó ikki taka nakra avgerð sjálvur, sum viðvíkur børnunum. Tað hevur sitið fast í honum, men hann ber kortini ikki agg.
? Sum foreldur kunnu vit væl tosa saman í dag. Vit hava jú elskað hvønn annan einaferð, og bæði meintu tað tá, so tað er ikki so løgið. Men kortini eri eg ikki komin so langt, at eg kann respektera hennara avgerð um at krevja fullan foreldramyndugleika. So menniskjasligur eri eg nú heldur ikki, sigur Heini við einum lítlum brosi.
---
Tað var eitt stríð hjá Heina og børnunum at venja seg við, at hann búði í Føroyum og tey í Danmark. Men Heini valdi, hóast hann var sera bangin fyri at missa sambandið við tey, ikki at gera so nógv burtur úr at greiða teimum frá, hví hann hevði tikið ta avgerðina, sum hann tók.
? Eg eri av tí sannføring, at summi ting kann ein bara tosa íhel. Eg valdi at trúgva uppá, at tey nokk skuldi fara at síggja, at eg ikki rýmdi frá teimum. At tað væl ber til at fáa tað at fungera fyri tað, um vit ikki búgva í sama landi. Og tað ger tað í dag, men tað hevur verið ein langur vegur, ásannar Heini og heldur fram, at panikkslignu tankarnir hjá honum um at missa børnini høvdu takið í honum longi. Men tá hann so hevði ferðast aftur og fram við børnunum nakrar ferðir, og hann og serliga dóttirin komu at kennast av røttum, so var tað ikki so ringt.
? Í dag er ongin ivi. Tey elska meg, og eg elski tey. Vit hava nógv samband, síggjast so ofta, um vit kunnu, so eftir umstøðunum er hetta ikki verri enn ilt, sigur Heini Ziska Dahl og fegnast samstundis um, at hann og fyrrverandi konan hava megnað at lagt stríðið aftur um seg og lært seg at liva við umstøðunum.