? Ein vegleiðandi fólkaatkvøða kann gerast ein boomerang, ið rakar Sambandsflokkin aftur í høvdi. Av tí, at talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, kann ikki væntast, at fólk taka atkvøðugreiðsluna í fullum álvara. Tískil fara kanska bert fullveldisfólk á val, og kann hetta geva eitt ógvuliga misvísandi úrslit, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, í sambandi við uppskotið frá Sambandsflokkinum um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Heldur meiningakanning
Jóannes Eidesgaard heldur als ikki, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum um vegleiðandi fólkaatkvøðu er nakað gott hugskot. Hann vísir á, at ein meiningakanning hevði givið nógv berti úrslit enn ein slík fólkaatkvøða.
? Tað er heilt vanligt í øðrum londum at gera meiningakanningar við jøvnum millumbilum. Hesar geva bæði samgongu- og andstøðupolitikarum góða hilling av, hvat fólkið í landinum ynskir, og tí kunnu slíkar kanningar eisini gera tað lættari hjá politikkarunum at føra politik, ið samsvarar við hugsanirnar hjá meirilutanum av fólkinum í landinum. Tí áttu føroyingar kanska heldur hugsa um at gjørt fleiri slíkar meiningakanningar.
Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at tað ikki er neyðugt at gera eina slíka meiningakanning eins umfatandi og tað ofta verður gjørt í Føroyum. Hann heldur, at tað hevði verið nóg mikið við einum greiðum spurningi, fyri at fingið at vita, hvat føroysku veljararnir halda um fullveldisætlanina hjá samgonguni. Jóannes Eidesgaard vísir somuleiðis á, at ein slík einføld og greið meiningakanning hevði verið munandi bíligari at gjørt, enn ein av teimum vanligu umfatandi kanningunum. Og hevði ein slík kanning eisini givið nógv betri úrslit enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða.
? Til eina vegleiðandi fólkaatkvøðu kennir veljarin ikki ta vanligu skylduna á sær, um at fara á val. Tí kann ikki hugsast, at ein slík fólkaatkvøða gevur eina álítandi mynd av hugsanunum hjá meirilutanum av Føroya fólki. Men hinvegin er tað munandi lættari í einum so lítlum landi sum Føroyum at gera eina breiða meiningakanning enn tað er í øðrum stórum londum, har slíkar meiningakanningar eru heilt vanligar.
Virða heimildirnar
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann ælar sær at virða heimildirnar, Landsstýrið hevur at fara til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðu Føroya. Hann vísir á, at samgongan hevur fullan demokratiskan rætt til at fara undir slíkar samráðingar, og tí ætlar hann sær ikki forða fyri hesum.
Javnaðarflokkurin ælar sær tó ikki bert at sita hendur í favn og fylgja við, meðan fullveldisgongdin gongur sína gongd. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, flokkurin nú fer at gera, fyri at ávirka fullveldisgongdina er at fara út til vejaran og greiða honum frá støðu floksins til hetta álvarsmál. Ætlanin er at halda ymiskar upplýsandi fundir og kjakfundir kring landið, samstundis sum flokkurin eisini ætlar sær at gera meira við tað skrivliga, og á hendan hátt fáa boðskap Javnaðarfloksins út til veljararnar áðrenn veruliga fólkaatkvøðan eftir samráðingarnar við donsku stjórnina verður veruleiki.
Støða Javnaðarfloksins í rískisrættarliga spurninginum er, at flokkurin er sannførdur um, at broytingar krevjast í ríkisrættarligu viðurskiftunum, men flokkurin vil tó varveita ríkisfelagsskapin, og er hann tí komin við einum sjálvstýrisuppskoti, ið inniber, at Løgtingið fær víðari heimildir, samstundis sum Føroyar verða verandi partur av danska ríkinum.
Aðalorðaskiftið til lítla nyttu
Jóannes Eidesgaard væntar ikki, at aðarorðaskiftið á tingi um Hvítubók fer at vera til nakra serliga nyttu. Hann er sannførdur um, at aðalorðaskiftið fer at líkjast so mongum øðrum aðalorðaskiftum, har andstøðupolitikkararnir seta krittiskir spurningar til ætlanirnar hjá samgonguni, uttan at fáa nakað svar.
? Eg rokni ikki við, at aðalorðaskiftið fer at flyta nøkur mørk í fullveldisætlanini. Heldur ikki vænti eg nakað konstruktivt arbeiði í Uttanlandsnevndini. Har fer uttan iva at bera til hjá Tjóðveldisflokkinum at fáa ein meiriluta fyri teirra ætlanum, ið ikki kann kjakast um, beinan vegin. Hóast tað sigst, at Uttanlandsnevndin skal vera heilt óheft, so vita vit jú, hvussu tað gekst fyri tíð síðani, tá statskvett varð gjørt í nevndini, sigur Jóannes Eidesgaard og sipar til formansskiftið í Uttanlandsnevndini á sinni.
Jóannes Eidesgaard leggur einaferð enn dent á, at uppgávan hjá Javnaðarflokkinum nú fer at vera at fara út til veljararnar og ávirka teir gjøgnum fundir og skriving, heldur enn at taka undir við einari leiðbeinandi fólkaatkvøðu, fyri at royna at basa loysingarpolitikkinum.