Føroyskt er tað so ikki


 

Sjónarmið

Sonne Smith


Tað er helst logiskt á donskum, tí tað er so avbera logiskt á eingilskum, men tað er ikki logiskt á føroyskum, at Høgni Hoydal hevur boygt seg fyri einum kravboðum. Hugsið tykkum Høgna Hoydal standa samankrøktan, boygdan, tí hann fekk ikki sín vilja í fullveldismálinum. Hugsið tykkum Høgna Hoydal, sum boygdur hevur mist andlit. Høgni Hoydal hevur í fjølmiðlunum gjørt alt annað enn tað, man kundi væntað var logiskt. Mær vitandi slakaði hann ella bakkaði fyri at bjarga sær undan til dømis eyðmýking. Í hesum nýggja ólogiska barnamálinum er hann mestsum fyri øllum ólogiskum málsligum brongli. Málið er fullkomuliga spastiskt vorðið.

Um hetta er knarr og grenj? Ja, tí eg skilji ikki føroyskt longur. Ikki tí at eg dugi so illa føroyskt, men tí at eg vil ikki slaka fyri øllum hesum ólogisku klisjeunum, sum ótálmaðar herja í okkara fjølmiðlum og millum politikarar og stjórar og frøðingar av øllum handa slag. Eg læri føroyskt hvønn einasta dag og royni at gera mær ómak at brúka málið eftir førimuni.

Eg fái ilt hvønn dag, eri í øðini hvønn dag um alt hetta vrøvlið og tvætlið, sum verður borðreitt fyri okkum í fjølmiðlunum, í Løgtinginum, við stjórans skriviborð, í lýsingum og kunngerðum. Tað er so himmalrópandi, skríggjandi ørt og ólogiskt, at tað einasta, sum er at gera í løtuni, er at gera vart við hetta møsnið og tvætlið. Alt hetta, sum spillir okkum dagin.

Hygg her! Í morgin er evstamark fyri heintan av atgongumerki. Klokkan 17 í dag er evstamark fyri keypan av mjøli. Dagin aftan á í morgin er evstamark fyri málan av skipi. Hevur nakar hoyrt so skapt. Hvat ólukkan feilar?

Klokkan gjørdist hálvgum sjey. Tað ber ikki til at siga so, tí hvussu ber ein klokkan seg at við at gerast nakað sum helst? Hví skal alt gerast nú? Og hví í allari víðu verð er tað byrjað at regna uttanfyri? Ber ikki til at siga, at tað regnar? Og er tað ikki so, at tað bara regnar úti?

Og hoyr! Flokkurin hevur lagt fyri tingið uppskot. Alt í lagi at flestir føroyingar eftir øllum at døma siga taka upp epli. Men hví f.... skulu vit partú geva út bøkur, sýna fram málningar, skriva niður eini boð? Tað eitur annars at skriva upp, so frægt veit eg.

Er tað fínari at siga forhandla enn samráðast ella tingast? Og so hetta hjartasuffið ? nei, hjartarópið. Hví í Guds garði eru nú næstan allir politikarar við eltandi fjølmiðlum farnir (ikki byrjaðir) at siga, at til dømis Poul Nyrup Rasmussen hevur meldað út? Hann er komin við einari útmelding. Aftaná ta seinastu útmeldingina frá Poul Nyrup. Kann hann ikki heilt logiskt hava sagt nakað í staðin fyri at útmelda nakað?

Í handlum kanst tú finna ta og ta vøru. Hví? Hava tey krógvað vøruna? Er tað ikki bara soleiðis, at tann og tann vøra er at fáa?

Í handlum ella á stovnum kanst tú fáa tað og tað avgreitt, um tú ynskir tað. Ber ikki til at siga um tú vilt tað? Jú, eg ynski tær alt tað besta, og eg ynski mær nakað serligt í jólagávu. Annars keypi eg tað, tí eg VIL hava tað.

Ein nýggjur handil er opnaður! Tað hevði verið líka so frægt at sagt, at ein nýggjur handil er opaður ? innanopin ? opin innan. Men at siga at ein nýggjur handil er latin upp ? ella upplatin. Tað ber ikki til longur.

Jú, eg má sleppa at siga tað aftur nú. Tað eitur UTTANLANDS ? ikki uttanlanda, tí ert tú uttanlands, so merkir tað, at tú ert IKKI í til dømis Føroyum, altso í hesum landinum. Hvussu skalt tú so bera teg at við at vera uttanlanda?

Og landið eitur Brasil. Tað er høvuðsstaðurin, sum eitur Brasilia.

Fyrigevið mær hesa tøðbyttu. Men eg noyðist at siga tað. At sleppa at kverulerað, tí tað er eingin logikkur í at fáa ein tíðindafloym fyri og annan eftir bornan inn í hugan, sum eingin logikkur er í.

Málið er logiskt. Tað er eitt amboð.

Tað var tað. Eg má gevast. Klokkan er fimm minuttir yvir sjey.

Tú vágar tær ikki at siga, at klokkan gjørdist fimm minuttir yvir sjey!