hava innlit í skaldskapin hjá høvundanum, sigur Jess Jessen. Hann hevur verið í sambandi við Bob Erland, sum er enskur professari í bókmentum. Professarin hevur góðskustemplað handritið og skal eftir ætlan [...] Á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum í gjár upplýstir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at Mentamálaráðið hevur keypt handritið »Den yderste tid«, hjá Williami Heinesen. Tað var Petur Juul [...] hann tað. Í samrøðu við sjónvarpið í gjár segði Petur Juul Samuelsen, at hann keypti handriti fyri 114.000 krónur, og at prísurin, hann hevur fingið frá Mentamálaráðnum er lægri enn tað. Men tað hevði
Og hann tók ikki ov dýran til. Øll tey mongu listaverkini á veggunum í Skálanum taka uttan iva luftina frá mongum í teirra fjølbroytni og vakurleika. Fram í Ljósið verður hangandi uppi í Skálanum inntil [...] nógv fólk vóru í Skálanum fríggjakvøldið, tá Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, setti framsýningina, Fram í Ljósið. Skálin er av álvara gjørdur um til ein listaskála, og hóast hølið als ikki er roknað til [...] tað ber avbera væl til at hava eina listaframsýning har. Allastaðni í húsinum hanga málningar í hesum døgum, og tað fara teir at gera í eina góða viku afturat. Ferniseringin byrjaði um sjeytíðina, men b
um teir vóru á sama fundi, bar ikki til at fáa upplýst. Sostatt ganga fólk, sum ferðast regluliga um Vestmannasund, í óvissu um rutur og prísir, nú bara fimm dagar resta í, til Ternan verður løgd. [...] Vágar: Fasta sambandið undir Vestmannasundi er ein líkning við nógvum ókendum. Í skrivandi stund veit almenningurn ikki, hvussu verður við ferðsluni hjá Bygdaleiðum undir Vestmannasundi. Fólk, sum daliga [...] daliga ferðast um Vestmannasund, fregnast dúgliga um, hvussu verður við ferðaætlan og ikki minst prísi, nú koyrast skal heldur enn siglast. Pendlararnir hugsa sum vera man mest um mánaðarkortini, men sjálvandi
at venda fyritøkuni bakið, tí at teir ikki hava henda møguleikan at seta pening í fyritøkuna í dag. Hann nevnir eisini møguleikan at selja starvsfólkum partabrøv fyri ein góðan prís, so at fyritøkan fær [...] starvsfólk. Hetta ber heldur ikki til í dag. Ráðini frá Andrasi Róin til politikararnar eru tí, at Føroya Tele skal privatiserast ongantíð ov skjótt. Tí íleggjarar tykjast sera áhugaðir í telefelagnum Kalli, sum [...] partabrøvunum í hinum telefelagnum, sum er Kall. Frammanundan hevur almenni Framtaksgrunnurin eisini sett pening í. ? Sum støðan á fjarskiftismarknaðinum er nú, er kappingin ójøvn. Vit hava ikki somu møguleikar
sum tá keypt verður í Føroyum, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Handilsvinnufelagnum. Ikki ber til at fáa at vita, hvussu nógvir pakkar við einum virði undir 300 krónur koma inn í landið, tí hvørki Posta [...] verða frítiknir fyri MVG og toll, er talan um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum. - Vit hava einki ímóti, at fólk keypa á netinum, men ynskja bara, at tað skal vera undir somu treytum [...] skráseting av tí, men tó hevur Posta víst á ein stóran vøkstur síðstu árini. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Tummas Hanus Dam.
so eru vónirnar til liðið altíð stórar. Í vetur er tó ikki líkt til, at Kyndil skal gera tær heilt stóru skreytirnar. Manningarliga er liðið als ikki so væl fyri, sum teir onkra aðra tíð hava verið, og [...] m skuldi verða. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu nógv meira orka býr í liðnum av ungum hoyvíkingum. Við trivaliga sigrinum sendi H71 tekin um, at teir aftur í ár skulu takast í álvara, meðan tað [...] hoyvíkingarnir sýndu onga náði í sínum avriki. Longu fyrstu fáu minuttirnar skræddu teir seg avstað, og teir grønu vóru ongan tíð í nær námind møguleikanum at skapa nakað av spenningi í dystinum. Tvørtur ímóti
róðrarfelag hevur staðið fyri Ólavsøkukappróðurinum og sostatt fingið allar inntøkurnar. Hini róðrarfeløgini hava úrslitaleyst roynt í fleiri ár, at sleppa upp í part. Á bygd hava tey í áratíggju haft eina [...] um at skipa fyri stevnunum. Sum valevnið fyri Javnaðarflokkin fari eg sjálvandi, at arbeiða fyri javnstøðu, eisini millum ítróttarfeløg. Hetta málið er viðkvæmt og hevur røtur langt aftur í tíðina. Viðhvørt [...] man eftirhyggja skipanunum og og spyrja, hví man ger sum man ger, og ikki bara gera tingini, tí soleiðis plagar man at gera! Tí skal málið kannast væl og virðiliga, og um talan veruliga er um ójavnrætt
seldur og settur í ein samfelagsbanka, har fólkið kann hava lønarkonto, og lán kunnu veitast til bústaðir uttan fyri Havnina og til grønar sethúsaorkuloysnir. Tey, ið eru ringast fyri, skulu ikki gjalda hægsta [...] Í løtuni bíða vit eftir, at einstaklingar hvør í sær leggja um frá olju til el. SEV útsetur pumpuskipanina í Vestmanna, tí umleggingin gongur ov seint. Vit mugu tora at seta krøv. Við krøvunum fylgir ábyrgd [...] ábyrgd. Ábyrgd fyri, at øll megna at gera broytingina, uttan at tað skapar stórri ójavna í samfelagnum, so at eisini tey ið eru ringast fyri fíggjarliga kunnu vera við. Tí umleggingin er dýr, og tað eru
Handilsháskúlan í Keypmannahavn, sum ikki er almannakunngjørd enn. Tølini eru grundað á donsk viðurskifti, men eru ivaleyst ikki so fjar frá okkara viðurskiftum heldur. Fleiri lummapengar Í aldursbólkinum [...] dreingirnir eisini betur fyri. Miðlagranskarin Kirsten Drotner sigur í bókini 'Medier For Fremtiden', at 37 prosent av dreingjunum í aldursbólkinum seks-sjey hava egið sjónvarp á kamarinum, í mun til 25 prosent [...] gentir og dreingir kunnu væntað sær vanbýti á arbeiðsmarknaðinum í vaksnalívinum, skulu tey í barnaárunum eisini lata sær lynda vánaliga javnvág í familjunum, har genturnar fáa færri lummapengar og færri nýtsluvørur
KvF rindar einki fyri sendinetið, sum verður goldið av landskassanum. KvF rindar heldur ikki av rakstrarinntøkunum fyri bygningar o. líkn. Upplýst varð fyri nevndini, at KvF ikki kann flyta inntøkur [...] upphædd er kostnaðurin fyri sendinetið, sum táttar í 1 mió. kr., umframt hølisleiga, sum er 120 tús. kr. árliga, ella tilsaman um 1,1 mió. kr. um árið. Fýra fólk eru í føstum starvi í Rás2. Tíðindi/prog [...] og eini játtan uppá góðar 60 mió kr. (í 2012). Rásin sendir ikki útvarp, men framleiddi í 2013 975 sjónvarpstímar. Til samanberingar framleiddi KvF 385 senditímar í 2013. Niðanfyri er uppgerðin frá TV2/Bornholm