Ókend ferðaætlan

Ferðaætlan og prísir fyri at koyra við bussunum hjá Bygdaleiðum undir Vestmannasundi eru enn ikki kunngjørd

Vágatunnilin

Vágar:
Fasta sambandið undir Vestmannasundi er ein líkning við nógvum ókendum.
Í skrivandi stund veit almenningurn ikki, hvussu verður við ferðsluni hjá Bygdaleiðum undir Vestmannasundi.
Fólk, sum daliga ferðast um Vestmannasund, fregnast dúgliga um, hvussu verður við ferðaætlan og ikki minst prísi, nú koyrast skal heldur enn siglast. Pendlararnir hugsa sum vera man mest um mánaðarkortini, men sjálvandi eisini um, hvussu nógvir túrar verða koyrdir.
Fyrrapartin hósdagin varð roynt at fáa eina viðmerking frá Strandfaraskipum Landisins fyri at frætta, hvussu støðan er í løtuni. Men hvørki stjórin á Strandferðsluni ella fólkaflutningsleiðarin vóru at hitta. Teir sótu á fundi.
Hvat fundarvirksemið gekk út uppá, og um teir vóru á sama fundi, bar ikki til at fáa upplýst.
Sostatt ganga fólk, sum ferðast regluliga um Vestmannasund, í óvissu um rutur og prísir, nú bara fimm dagar resta í, til Ternan verður løgd.