Føroyska handilsvinnan saknar kappingarførar treytir at virka undir og heitir nú aftur á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu.
Handilsvinnufelagið vísir á, at tá smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll, er talan um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum.
- Vit hava einki ímóti, at fólk keypa á netinum, men ynskja bara, at tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Handilsvinnufelagnum.
Ikki ber til at fáa at vita, hvussu nógvir pakkar við einum virði undir 300 krónur koma inn í landið, tí hvørki Posta ella TAKS hava nakra skráseting av tí, men tó hevur Posta víst á ein stóran vøkstur síðstu árini.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Tummas Hanus Dam.