Eirikur Lindenskov
Hóast uppskotið hjá Rigmor Dam og Gunvør Balle var beint aftur í nevnd í gjár, av tí at umboðini hjá meirilutanum av misgávum høvdu undirskrivað skeivt álit, so er álitið kortini lagt fram. Vit prenta her úr álitinum hjá meirilutanum, sum eru samgonguumboðini:
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Sosialin, Rás2, Portalin, Samskifti, Ting.fo, Norðlýsið, Kringvarp Føroya og landsstýrismannin í mentamálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen, Poul Michelsen og Jenis av Rana) mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin er av teirri fatan, at Kringvarp Føroya ikki eigur at byggja sítt tilverugrundarlag á ójavna lýsingarkapping og sponsorering við frælsu miðlarnar.
Sambært upplýsingunum frá KvF, so var inntøkan frá lógartryggjaða hyggjara- og lurtaragjaldinum um 48 mió. kr. og kunngerðum, lýsingum, sponsorinntøkum og inntøkum frá spæli um 14 mió. kr. í 2013, umframt at Løgtingið játtaði KvF 1,8 mió. kr. Sostatt vóru samlaðu inntøkurnar hjá KvF smáar 63 mió. kr., harav inntøkurnar frá kunngerðum, lýsingum og sponsorum vóru uml. 8 mió. kr.
KvF rindar einki fyri sendinetið, sum verður goldið av landskassanum. KvF rindar heldur ikki av rakstrarinntøkunum fyri bygningar o. líkn.
Upplýst varð fyri nevndini, at KvF ikki kann flyta inntøkur tvørtur um ársskifti, og at henda skipan ger tað truplari hjá miðlinum at skipa síni fíggjarviðurskifti so skilagott sum tilber. Meirilutin er ikki sannførdur um, at henda tulkingin av játtanarkarminum er røtt, og mælir meirilutin til, at Mentamálaráðið fær greiðu á hesum viðurskiftum og um neyðugt ger lógaruppskot, sum tryggjar møguleikan hjá KvF at disponera soleiðis, at partar av játtanini kunnu flytast um árskifti.
Sambært KvF so tørvar miðlinum uml. 5 mió. kr. árliga fyri at røkka eini nøktandi eginframleiðslu av mentan og tíðindaflutningi. KvF framleiddi í 2012 385 tímar av sjónvarpssendingum, umframt 2081 tímar av útvarpssendingum, harav tónleikur taldi 725 tímar. Samlaðu inntøkurnar hjá KvF í 2012 vóru 62,2 mió. kr.
Framleiðslu uppgerðin fyri 2012 sett upp grafiskt:
sí talvu 1
Til samanberingar, so framleiðir Rás2 (sambært Miðlahúsinum) 3000 tímar árliga av tíðinda-, aktuellum- og mentanarsendingum. Rakstrarkostnaðurin av Rás2 er um 5 mió. kr. árliga, íroknað hesa upphædd er kostnaðurin fyri sendinetið, sum táttar í 1 mió. kr., umframt hølisleiga, sum er 120 tús. kr. árliga, ella tilsaman um 1,1 mió. kr. um árið.
Fýra fólk eru í føstum starvi í Rás2. Tíðindi/programmflata annars verður keypt frá Sosialinum.
TV2 á Bornholm hevur uml. somu stødd sum KvF við 75 ársverkum og eini játtan uppá góðar 60 mió kr. (í 2012). Rásin sendir ikki útvarp, men framleiddi í 2013 975 sjónvarpstímar. Til samanberingar framleiddi KvF 385 senditímar í 2013.
Niðanfyri er uppgerðin frá TV2/Bornholm beinleiðis endurgivin:
sí talvu 2
Hesar viðmerkingar eru knýttar at uppgerðini:
*) I dette tal indgår reklamer i årene 2008-2011, idet disse var en del af opgørelseskravet. Re- klamer indgår ikke i den regionale kanal.
Perioden fra den 1. januar til og med den 10. januar blev der sendt i vinduerne på TV 2|DANMARK og samt en time på lokal-TV kanalen (som det skete i 2011). Tallene for disse ti dage ser således ud:
1. gangsvisninger: 17 timer og 20 minutter. Det bringer det totale tal i 2013 for 1. gangsvisninger op på 975 timer.
TV2/Bornholm er ein sjónvarpsstøð burturav, meðan KvF bæði er útvarps- og sjónvarpsstøð.
Sambært KvF var útreiðslubýtið millum útvarp og sjónvarp í 2012 uml. 45% til útvarp og 55% til sjónvarp. Sostatt eru útreiðslurnar til sjónvarpið góð helvt av samlaðu útreiðslunum hjá KvF. Fyri at samanbera sjónvarps-eginframleiðsluna hjá KvF við TV2/Bornholm má hædd tí takast fyri útreiðslubýtinum millum útvarp og sjónvarp í KvF.
Sambært landsstýrismanninum í mentamálum arbeiðir MMR við uppskoti um at skerja inntøkumøguleikarnar hjá KvF frá lýsingum og sponsoratum. Ætlanin hjá landsstýrismanninum er at leggja um inntøkurnar hjá KvF, so miðilin í størri mun er leysari av hesum inntøkum.
Vísandi til, at landsstýrið arbeiðir við nýggjum kørmum fyri KvF mælir meirilutin frá at samtykkja uppskotið.
Gunvør Balle og Rigmor Dam hava vegna ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkin lagt málið fram 28. november 2013, og eftir 1. viðgerð 12. desember er tað beint Mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 18. desember 2013 og 7. og 28. januar og 26. februar 2014.