skutinum, meðan ljóð og tónleikur ljóða um tann víða fjørð. Saxofinisturin, Mikkel Hess, situr í bátinum og blæsir í sítt ljóðføri. Listafólk taka hendur saman og gera eina uttandura og innandura verkætlan [...] Hornorkestur stendur millum standmyndirnar og spælir, og alt flytir seg nú inn í Mentanarhúsið, har trý kór ? Tritonus úr Keypmannahavn, Kór Langholts kirkju úr Reykjavík og Fuglafjarðar Sangkór ? fara at syngja [...] ur, Nikolaj pianistur, og Emil Hess er trummusláari. Kontrabassur er eisini við, og her verður tað Edvard Nyholm Debess sum spælir - Fleiri listaframsýningar verða bæði innan-og uttandura kring um í Fuglafirði
víðka og vaksa um fólksligan fíggindaskap, illtanka og ótta mótvegis Mossadegh og hansara stjórn". Tað skuldi avmynda Mossadegh sum ein korruptan, vinstrahallan mann, sum hevði illvilja til Islam og ætlaði [...] ótangar og búrkroppar fyri løn seta í verk "álop" á trúarleiðarar og fáa fólk at halda, at boðini um hetta vóru komin frá Mossadegh og hansara stuðlum. (C) Ímeðan skuldi Zahedi herovasti við mutri og føgrum [...] fólkið øsast upp í varg, síðani skuldi herurin taka valdið og seta "lóg og landaskil" í verk, og endiliga skuldi Mossadegh verða frákoyrdur og Zahedi tilnevndur. Sum nýggjan kvettdag valdi Roosevelt mikudagin
árum síðani. Gunnleyg og Axel vóru barnleys, men ættleiddu tvey børn, eina gentu og ein drong, sum eita Elin og Christian (Udo). Tey búgva bæði í Danmark. Hann er politistur eins og faðirin. [...] Havn, Sørvági og á Tvøroyri. Til Klaksvíkar kom skipið ongantíð. Tað mundi vera onkuntíð, tá Parkeston lá á Havnini, at Gunnleyg og Axel hittust. Í hvussu so er giftust tey 16. mai í 1957 og búsettust í [...] Gunnleyg og Axel høvdu "grønar" fingrar, hug og hegni at fáast við urtagarð. Heimafturkomin fór Gunnleyg at arbeiða í handlinum hjá Jóan Jakku í Vágsbotni, sum systirin Solveig hevði um hendur tey seinastu
góðskustøði. So langt komu vit ongantíð. Og peningastovnanir sum fíggjaðu vistu, ella áttu at vita, at so var. ILA og marknaðarprísir So kom ILA og vánaligir marknaðarprísir og góvu alingini mønustingin. Markn [...] vinnuna ikki var í lagi. Lænt varð út uttan fyrilit, og spurnaðartekin var ikki sett við nakað. Heldur ikki tá, var gjørligt at seta aliloyvini í veð og eisini var avmarkað hvussu nógv ið útlendingar kundu [...] týdningarleysar smálutir sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði sett í verk, men lítið og einki av slíkum sum hevði týdning. Og alt hetta vistu peningastovnarnir, samstundis sum teir lótu pening streyma inn í
fyri áljóðandi, er ivasamt. At partamenn hansara so detta hvør um annan í royndini at fáa hendur á hamarum og naglum, í krossfestingarherferðini, er djúpt beklagiligt. Skilamaðurin Eilif Samuelsen fekk [...] okkara, á summum (verri enn so øllum) økjum frálíka, fyrrverandi løgmanni og hansara Kallsbergsku »lat-okkum-nú-síggja-tíðina-ann-og-taka-ta-tíð-tað-tekur« filosofi. [...] roynt at útnevnt hann til, men ein veruligur lúshundur, ið ikki smæðist við at gera seg inn á einkjur og faðirleys ?.. Onkrastaðni var tó varðhugin av at hava hoyrt, um ikki sangin, so tó lagið, áður. So
upp á javnleikin, og eina lítla løtu vóru teir eisini á odda, men so kom VÍF aftur. Fyrst og fremst tí Sámal kom aftur í verjuna, eftir at hann hevði hvílt seg á beinkinum eina løtu, og tá Dejan Lacok so [...] kom inn og stóð sera væl, fánaði Neistin aftur. Teir megnaðu framvegis so dánt at hanga í, men meira enn tað sama gjørdist tað ikki. VÍF hevði alla tíðina munin við einum og tveimum málum, og tá Harald [...] Hondbóltur Uttan Heina Hanusarson og Dragisa Stojovic líkist Neistin á ongan hátt nøkrum liði, sum skal gera sær vónir um gullmerkini í føroyskum manshondbólti. Og tó at VÍF við sigrinum bara er tvey stig
náttúruvanlukkur órógva javnvágina í marknarbúskapinum tá má og skal tað almenna inn sum regulerandi og mennandi táttur. Alt hetta er hent hjá okkum, og búskapurin, sum sambært fráfarna fíggjarmálaráðharra var [...] fólk eru nú arbeiðsleys, og tølini ganga tíverri skjótt tann skeiva vegin. Her má nakað gerast! At sita hendur í favn, meðan landsmenn í hundraðtali aftur skulu noyðast frá húsi og heimi, er ábyrgdarleyst [...] skilnaðurin gongur millum landsstýrið og andstøðu. Andstøðan hevur valt ta gomlu liberalistisku uppskriftina hjá Reagan og Tatcher at lata alt, sum ikki kann standa falla, og so rokna tey við, at restin lekir
øðrum. Menniskjuni eru lívsgleðin og heilsan hjá hvørjum øðrum, og motión skal vera stuttlig, skulu vit ikki gevast at røra okkum. Rørslur økja um góðar kostvanar og maturin hevur eisini stóran týdning [...] nýtast fyri at verða sunt og í lagi. Tí tað, sum ikki verður brúkt, følnar, verður linligt, sjúkt og doyr. Hetta er millum annað galdandi fyri vøddar, sinur, beinagrindina, hjarta og heilan. Sinnið hevur gjøgnum [...] tí sjálvt tær minstu uppgávur geva motión og lívsvirði. Sjálvt fólk við so álvarsligum breki sum skizofreni verða munandi betur, tá tey venja og ýðka. Daglig og helst møðsom motión er eisini sera effektiv
hevur ongantíð verið ætlanin, at virkið skal liggja stilt. Men nú laksavirkið er hildið uppat, og lítið og lítið og onki arbeiði er í Vági, er spurningurin meiri átrokandi enn nakrantíð at fáa arbeiðið aftur [...] virkið- ella má Fiskavirking taka virkið niður og flyta tað, so at grundstykkið verður tókt. Virkið stendur á grundstykkið, sum er leigað frá kommununi og kommunan hevur hótt við at siga leigumálið upp [...] fyri seg aftur og tá ætla vit at bjóða virkið fram til tað eisini, sigur stjórin í Fiskavirking. ? Men vit kanna eisini, hvat annað virksemið kann vera á virkinum, tí virkið er stórt og tað er ikki lønandi
vita at tú eigur Jesus í tínum hjarta og at tú og abbi hvønn tann einasta dag biðja fyri okkum øllum og leggja okkum øll í Hansara hendur. Tað er so gott at vita, og tað merkist eisini. Tá onkur av okkum [...] einslags "mamma og pápi" fyri meg og míni, tá mamma og babba búðu í Danmark. Tá eg saknaði mammu og babba, so var eg skjót bara at koma út til tykkum, og tað hjálpti. 1000 takk skal tú hava fyri tað, tað [...] altíð til ommu og biða hana biðja fyri okkum, tí tá vita vit, at tað verður gjørt og ikki gloymt. Og sanniliga hava vit eisini merkt at tað hjálpir. Eg vil siga tær takk omma, fyri at tú og abbi vóru einslags