Renn fyri lívinum

Rørsla og vøddaarbeiði er av stórum týdningi fyri heilsuna. Men motión og onnur nýtsla av kroppinum hevur eisini týdning fyri heilan og sinnalagið ? og børn, sum røra seg nógv, tey læra betur



 
Motión útloysir nógv sløg av evnum í kroppinum, millum annað evnið, sum stilla pínu og geva eina kenslu av eydnusemi.
Summir rennararar blíva so bundnir av evninum, sum kroppurin útloysir undir renningini, at teir ikki eru til at halda við hús.
Kanningar vísa eisini greitt, at børn, sum røra seg nógv læra betur.
Hetta stendur at lesa í drúgvari grein um rørslur og heilsu í danska heilsublaðnum, Naturli, sum vit loyva okkum at prenta nøkur brot úr.
Tað eru ótrúliga nógvir fyrimunir við motión, serstakliga um tú ýðkar saman við øðrum. Menniskjuni eru lívsgleðin og heilsan hjá hvørjum øðrum, og motión skal vera stuttlig, skulu vit ikki gevast at røra okkum.
               Rørslur økja um góðar kostvanar og maturin hevur eisini stóran týdning fyri okkara sinnalag.
               Ein náttúruregla er, at alt má nýtast fyri at verða sunt og í lagi. Tí tað, sum ikki verður brúkt, følnar, verður linligt, sjúkt og doyr. Hetta er millum annað galdandi fyri vøddar, sinur, beinagrindina, hjarta og heilan.
               Sinnið hevur gjøgnum heilan stóra ávirkan á restina av kroppinum. Við rørslum fer ein rúgva av ymiskum hormonum í gongd og ávirka millum annað adrenalinið, sum ger okkum før fyri at gera avrik.
               Ótýdligt eyðkenni frá heilanum, eitt nú gloymska og tunglyndi, hava skilligt samband við hugin at røra seg.
Motión forðar demens í stóran mun. Jú meira ein heldur seg í gond, tess minni er vandin fyri, at heilin gevst at virka.
Nógv gomul, sum eru tað, vit vanliga rópa forkálkaði, sita hendur í
favn á røktarheimum ella heima og hava einki at gera. Onnur hjálpa teimum við øllum, eisini tí, tey sjálvi eru før fyri at gera. Hetta er harmiligt, tí sjálvt tær minstu uppgávur geva motión og lívsvirði.
               Sjálvt fólk við so álvarsligum breki sum skizofreni verða munandi betur, tá tey venja og ýðka. Daglig og helst møðsom motión er eisini sera effektiv móti angist.
               Í greinini í Naturli, www.naturli.dk, verður sagt, at motión eigur at verða tikið við í viðgerðini av sinnisbreki og kann í summum førum elva til, at heilivágur verður óneyðugur.