Who?s next?

Poul M. Rasmussen

Fríggjamorgunin farna komu so "prógvini", ið skuldu eitast at staðfesta, at nýútnevndi fiskimálaráðharrin ikki einans er kreativi smáfuskarin, sum fjølmiðlarnir hava roynt at útnevnt hann til, men ein veruligur lúshundur, ið ikki smæðist við at gera seg inn á einkjur og faðirleys ?..
Onkrastaðni var tó varðhugin av at hava hoyrt, um ikki sangin, so tó lagið, áður.
So hvørt sum leið út á dagin, var ikki sørt, at einum kom til hugs Stoltenberg-episoduna, tá lokala fjølmiðla cremé de la créme?ið kappaðist um ókritiskt at endurgeva Norðuratlantsbólkin á Fókatingið, men (av misgáum?) gloymdi at forhoyra seg hjá høvuðspersóninum.
Déjà-vu?ið varð fullgjørt í Degi & Viku.
Dynamiska duo?in, Magnussen & Winthereig, mestsum endurtóku kunststykkið fyrrverandi varaløgmans, sum í sínum eginleika av »journalisti« næstan breyt inn á landsfund Sambandsfloksins, tí formansval var á skránni.
Ólukkutíð - eisini antiklimaxið endurtók seg - hesuferð sluppu tey tó undan at útseta Gekkin.
Treyðugt so, søgan endar ikki her ?..
Einki forgjørt er í at miðlarnir kappast um at vera fyrst við tí síðsta. Neyvan høvdu teir tó mist stórvegis, um teir untu sær sjálvum at mett um relevansin av tilfarinum.
At nakrir býráðslimir hava mist álitið á landsstýrismanninum er nøkulunda eins týðningarmikið og um Vágsheyggja Vatnfelag hevur álit á Jógvani við Keldu sum landsstýrismanni, ella um undirritaði hevur álit á George Bush sum forseta, familjufaðiri ella bilførara ?..
Onkur man tó hava hildið kvababbilsini hjá býráðslimunum havt týðning. Á Portalinum hjá Føroya Tele (ið mær vitandi ikki hevur samdøgursvakt) er tíðarfestingin 03:43 ?.. og so var skráin fyri leygardagin sett.
Ein torir næstan ikki at hugsa um, hvussu fjølmiðlasirkusið hevði verið, um onkur lýddi í oyrað á onkrum »journalisti« at Jógvan á Lakjuni onkuntíð roykti hassj, tá hann í 70?unum gekk í Hoydølum, ella at Jóannes Eidesgaard hevði moggað eini 12-ára gamlari smágentu (Tveir aldeilis óhyrligir pástandir, ið einki hava við veruleikan at gera, men eru tiknir úr egnum barmi fyri at ímynda absurditetin, og uttan samanbering av brotsverkum annars!!!)
At søgan um »The big bad Dahl« kemur fyri dagsins ljós er í fínasta lagi.
At restin av fjølmiðlunum, eftir øllum at døma ókritiskt, taka søguna fyri áljóðandi, er ivasamt.
At partamenn hansara so detta hvør um annan í royndini at fáa hendur á hamarum og naglum, í krossfestingarherferðini, er djúpt beklagiligt.
Skilamaðurin Eilif Samuelsen fekk einaferð hann á tingið segði, at nú ráddi um ikki at leypa framav, at vita frá einum mótstøðumanni, at tað var eyðkent fyri sambandsmenn als ikki at leypa.
Havi sjálvur tað álit á tingbólki Sambandsfloksins, sum mær vitandi er samansettur av toluliga skilagóðum heiðursfólki, at hava tey góðtikið frágreiðing fiskimálaráðharrans, var allarhelst enn einaferð talan um eitt vegetar-fregnir (einki kjøt á søguni). Kemur annað og meira undan kavi, eru tey ivaleyst at sær komin at taka neyðug stig.
Ímeðan vit bíða eftir, hvør ið stendur fyri tørni næstu ferð, kundu vit roynt at tikið við læru av okkara, á summum (verri enn so øllum) økjum frálíka, fyrrverandi løgmanni og hansara Kallsbergsku »lat-okkum-nú-síggja-tíðina-ann-og-taka-ta-tíð-tað-tekur« filosofi.