A. Guttormur Djurhuus
Alivinnan dumpað?
Tá tú hoyrir forstjóran í Føroya banka siga at Føroyar eru dumpaðar í fiskaaling hevur tú hug at smílast. Hvør var tað sum hjálpti alivinnuni at bera so í bandi at hon dumpaði við buldur og brak? Tað skulu rættiliga stórar upphæddir til í alivinnuni fyri at sleppa at dumpa so ógvusliga sum hon gjørdi. Var tað ikki sami forstjóri sum fíggjaði dumpingina, sum nú, sum ketta upp úr høvdatrog, kemur við útsøgnini um at alivinnan er fokin?!
Vinna uttan regluverk
Tá tað á skræðuni sá út sum um tað gekk frammá hjá alingini var einki at hoyra um at lógarkarmurin fyri vinnuna ikki var í lagi. Lænt varð út uttan fyrilit, og spurnaðartekin var ikki sett við nakað. Heldur ikki tá, var gjørligt at seta aliloyvini í veð og eisini var avmarkað hvussu nógv ið útlendingar kundu eiga í vinnuni. Ikki eitt kis hoyrdist.
Tað var sjálvandi tá tað skuldi verið loyst upp fyri møguleikanum fyri at fingið inn meira av útlendskum kapitali í vinnuna. Tað hevði helst verið skilagott og givið vinnuni betur skipaði viðurskifti.
Vøkstur uttan neyðugar karmar
Fyrilitarleysi vøksturin av vinnuni, sum varð gjørd møgulig við hjálp frá peningastovnunum, varð gjørd uttan at nýtiligur lógarkarmur nakratíð varð smíðaður. Ongar reglur fyri fluttning av sjúkum fiski ella hvussu hann skuldi fyribeinast. Ongar ella ónýtiligar reglur um frástøðu millum alibrúk. Ongar reglur fyri sóttreinsing av fluttningstólum. Ongar reglur fyri hvussu nógvur fiskur kundi haldast í hvørjum rúmmetri. Einki eftirlit. Snøggt sagt vóru reglur fyri onkrar týdningarleysar smálutir sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði sett í verk, men lítið og einki av slíkum sum hevði týdning.
Og alt hetta vistu peningastovnarnir, samstundis sum teir lótu pening streyma inn í vinnuna.
Smoltið
Smoltið, sum útsett hevur verið, hevur verið so vánaligt at tað mesta av tí átti ongantíð at sloppið í ein aliring. Fyrsta fyritreyt fyri at alingin skal heppnast er at tú hevur smolt sum er á hægsta góðskustøði. So langt komu vit ongantíð. Og peningastovnanir sum fíggjaðu vistu, ella áttu at vita, at so var.
ILA og marknaðarprísir
So kom ILA og vánaligir marknaðarprísir og góvu alingini mønustingin. Marknaðarprísin er ringt at gera nakað við. Og tó so. Bakkafrost hevur, við at leggja seg eftir aðrari framleiðslu enn kruvdum fiski og at ikki gera aðrar íløgur enn tað sum alneyðugt er, ein roknskap fyri 2003 sum er fyrimyndarligur. Teir eru í hvussu so er ikki dumpaðir!
Hvat ið ILA viðvíkir er einki sum bendir á annað, enn at tað er smittutrýstið og hvussu strongdur ið fiskurin er, sum avgerða um útbrot av ILA verður ella ikki. Um henda ábendig er røtt ella ikki skuldi verið lagamanni hjá Landsdjóralæknaembætinum og Heilsufrøðuligu starvsstovuni at kanna.
Útlendskur kapitalur
At latið verður upp fyri útlendskum kapitali nú, kann vera eitt tvíeggja svørð. Tá er vandi fyri at alingin, øll sum hon er, fer á útlendskar hendur fyri lítið og lætt. At avtikið íløguavmarkingarnar, áttið at verið gjørt tá ið alingin var sum best fyri. Nú er helst betur at bíða til hon hevur fótað sær aftur, so at nakað kann fáast fyri hana.
Hvørjir dumpaðu?
Teir sum fyrst og fremst dumpaðu í alingini vóru uttan iva peningastovnarnir, sum fíggjaðu alingina, uttan at tryggja sær at veðsetingarmøguleikarnir og lógarkarmarnir annars vóru í lagið.
Í øðrum lagi dumpaði politiska skipanin sum ikki tók sær av at gera neyðugar og brúkiligar karmar til vinnuna.
Í triðja lagi dumpaðu alarnir sjálvir, men tað høvdu teir neyvan gjørt uttan hjálp frá politisku-umsitingarligu skipanini og peningastovnunum.