Mentanartiltak
Á varmakeldustevnu í ár verður munandi meira gjørt burtur úr á listarliga økinum enn vanligt. Orsøkin er, at í ár verða málningaframsýningin á varmakeldu og Fuglafjarðar Hornorkestur 35 ár. Í hesum sambandi er ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, sum skal verða á norðurlendskum stigi. Tiltakið fevnir eitt nú um ljóð, sang og tónleik ? ella, sum fuglfirðingar sjálvir rópa tað: Menniskja í ævintýrum og søgnum ? eitt norðurlendskt samtak.
Um víðan fjørð
Frist Johannesen veit at siga, at ein ljóðmynd fer fram úti á fjørðinum, har ein róðrarbátur kemur rógvandi inneftir vágni við einum marmennli (kópakonu) í skutinum, meðan ljóð og tónleikur ljóða um tann víða fjørð.
Saxofinisturin, Mikkel Hess, situr í bátinum og blæsir í sítt ljóðføri.
Listafólk taka hendur saman og gera eina uttandura og innandura verkætlan, sum fer av bakkastokki fríggjadagin, 2. juli klokkan 19. Hetta er vikuskiftið, tá ið varmakelda er í Fuglafirði.
Frits Johannesen sigur, at ein listabólkur av Falster, sum listamenn í Fuglafirði hava samband við í listaligum ávikum, fer at gera nakrar standmyndir, sum verða settar upp á ytra armi á bátahylinum.
Endar í brúsi?
- Tá ið róðrarbáturin kemur at landi, fer kópakonan í land á bátabrúnni, og tá koma fleiri sjónleikarar í kópakonuhami uppí leikin. Øll fara nú dansandi inneftir bátabrúnni. Til tiltakið koma sjónleikarar úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Fuglafjarðar Hornorkestur stendur millum standmyndirnar og spælir, og alt flytir seg nú inn í Mentanarhúsið, har trý kór ? Tritonus úr Keypmannahavn, Kór Langholts kirkju úr Reykjavík og Fuglafjarðar Sangkór ? fara at syngja eina kantatu, sum Alexandur Kristjansen, skald úr Fuglafirði, hevur skrivað.
Brøðurnir, Mikkel, Nicolaj og Emil Hess úr Danmark, seta tónleikin til kantatuna. Hesir eru heimskendir jasstónleikarar.
- Alt endar í einum brúsi av sangi, ljóði og tónleiki, sigur Frits.
Mikkel er saxofonistur, Nikolaj pianistur, og Emil Hess er trummusláari. Kontrabassur er eisini við, og her verður tað Edvard Nyholm Debess sum spælir
- Fleiri listaframsýningar verða bæði innan-og uttandura kring um í Fuglafirði. Hvussu hesar verða skipaðar, er ikki endaliga greitt enn, sigur Frits Johannesen.