Tað at verða føddur 29. februar er nakað heilt serligt, tí hesin dagurin er jú bert fjórða hvørt ár. Men at tað er tú góða omma, sum bleiv fødd 29. februar 1924, tað passar so væl til dagin, tí tú ert nakað heilt serligt.
Ikki finst ein betur og fittari omma í allari verðini, tað er heilt sikkurt. Um øll høvdu eina so góða og fitta ommu, sum vit eiga, so hevði alt verið nógv betri.
Tað er altíð so gott at koma inn á gólvið hjá tær og abba, altíð so blíð og altíð klár við einum góðum drekkamunni. Man følir seg so vælkomnan og elskaðan. Tað hevur nógv at siga fyri okkum øll, at tú ert so góð við okkum, og tú ert so áhuga í hvat vit gera, hvussu vit hava tað o.s.v.
Omma, tú hevur so nógvar góðar eginleikar, ið vit fáa so stóra gleði av, men eg dugi illa at seta orð á. Men tað besta, sum er, tað er at vita at tú eigur Jesus í tínum hjarta og at tú og abbi hvønn tann einasta dag biðja fyri okkum øllum og leggja okkum øll í Hansara hendur. Tað er so gott at vita, og tað merkist eisini.
Tá onkur av okkum er sjúkur ella skal upp til próvtøku ella okkurt annað, so ringja vit altíð til ommu og biða hana biðja fyri okkum, tí tá vita vit, at tað verður gjørt og ikki gloymt. Og sanniliga hava vit eisini merkt at tað hjálpir.
Eg vil siga tær takk omma, fyri at tú og abbi vóru einslags "mamma og pápi" fyri meg og míni, tá mamma og babba búðu í Danmark. Tá eg saknaði mammu og babba, so var eg skjót bara at koma út til tykkum, og tað hjálpti. 1000 takk skal tú hava fyri tað, tað hevði nógv at siga fyri meg.
At enda omma vil eg ynskja tær (og abba) alt tað besta í framtíðini og Jesuspápi er hjá tær og tykkum ALTÍÐ?
Eg elski teg.
Bestu heilsanir frá
Elstu ommudóttrini