FLOGBÓLTUR So hvørt sum tað leið út á seinna dystin ímóti Danmark í gjár, byrjaði møðin at gera vart við seg hjá summum spælarum, ið høvdu verið inni mestsum alla tíðina, men Jáup á Stongum, sum í gjár var v [...] helt hetta hava sína orsøk. – Tað, at kvinnurnar spæla tveir dystir, sum eru teirra fyrstu landsdystir í ár, ger sjálvandi, at tær, sum mest liggur á, vikna eitt sindur og verða nakað moyrar ímóti endanum [...] Og tað sóu vit eisini, segði hann. – Men tær kundu tað sama vunnið okkurt settið, og eitt nú høvdu tær tríggjar settbóltar í fyrsta setti í dag. Høvdu tær vunnið teir bóltarnar, hevði tað óivað givið
ár fer at vera áleið tað sama sum í fjør. Sostatt verður hetta annað árið á rað, at talið á børnum, sum verða fødd í Suðuroynni sum heild, ikki verður meiri enn 2/3 av tí, sum tað plagdi. Men hetta verður [...] Suðuroynni um árið. Tað, sum verður roknað upp í syðru helvt eru Sumba, Lopra, Akrar, Vágur, Nes, Porkeri og Hov. Í hesum bygdunum búgva nú 2.282 fólk. Bara fimm børn Men í fjør hendi so ein ógvuslig lækking [...] verður eisini annað árið á rað, at talið á børnum, sum verða fødd til syðru helvt í Suðuroy, ikki verður meiri enn helvtin av tí, sum tað plagdi vera. Færri enn 5.000 fólk At talið á føddum børnum lækkar
Fram hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri aðalfundin hjá FSF í dag. Uppskotið snýr seg um, at allir teir, sum luttaka í 5. deild menn, skulu vera fyltir 30 ár 1. januar í kappingarárinum. Í viðm [...] aldursmarkið í old boys deildini er 35 ár, og vilja á sama hátt hava 30 ára aldursmark í 5. deild. Og so siga teir: ? Flest øll 5. deildarliðini hava leikarar, sum eru yvir 30 ár, men tá finalurnar verða leiktar
ásettu dagføstingina fyri, nær hon skal eiga fyrsta barnið. Klokkan 11 hendan týsmorgunin fer hon sum vant til kanning hjá jarðarmóðurini. Alt hevur gingið væl, meðan hon hevur verið við barn, og Kári [...] jarðarmóðurin finnur ikki hjartaljóðið á barninum hendan morgunin. Hon sendir boð eftir einum lækna, sum heldur ikki finnur tað. - Alt var sostatt í lagi....líka til tað brádliga ikki var tað meira, sigur [...] fara við. Tey koyra sjálvi. Biltúrurin til Havnar fer stillisliga fram, og Poula og Kári minnast hann sum sera strævnan. Men vónin um, at tey á landssjúkrahúsinum fara at finna hjartaljóðið livir í teimum
at standa í somu støðu, sum Sædis og maður hennara, hava tað neyvan nakrantíð áður verið fleiri ung, sum droyma somu dreymar, sum Eivør. Og uttan iva eru tað nógv foreldur, sum stúra fyri, hvussu tey skulu [...] hjá Eivør. ? Eivør havi eg hoyrt sungið næstan hvønn dag seinastu 20 árini ? eg vil heldur sleppa at hoyra okkurt, sum eg ikki kenni, sigur Sædis, sum tó altíð er ein tann fyrsta, Eivør spyr til ráðs, tá [...] eg trúgvi ikki, at tað finnast so nógv menniskju sum, Eivør. Men eg trúgvi, at tað, sum hevur allarstørst týdning, er at foreldur stuðla børnunum í tí, sum fyrst og fremst ger barnið og ikki foreldrini ella
lívi, men doyði seinni sama dag. Nøkulunda tað sama hendi annan jóladag í 2000, tá ein avgustur svam seg upp á land í Hvalba og doyði dagin eftir. Tað sigur Nátúrugripasavnið, sum tilsamans hevur fingið [...] javnt deildar yvir árið. Tí kann ikki sigast, at vit hava nakra serliga árstíð fyri avgust. Avgustar, sum koma upp á land, verða hálaðir aftur til sjós, men av tí at avgustur fyllist við gassi, tá hann doyr [...] og slakar 16 metrar, og aldurin hevur verið millum 14 og 47 ár. Lagt verður aftrat, at avgusturin, sum rak á land millum Hvalba og Nes, verður aldurskannaður sjótast til ber. - Allir avgustar, ið eru veiddir
einum spælara sum Damian Duff, er helst nakað, ið hevur givið fleiri verjuspælarunum svøvnleysar nætur. Írski gandakallurin, sum tey í Chelsea plaga at kalla hann, verður í dag mettur sum ein av teimum [...] at tveita einar 200 milliónir krónur á borðið, áðrenn Blackburn vildi sleppa honum, og í dag er helst eingin, sum ivast í, at hann hevur verið verdur hvørt eitt einasta oyra av hesum. Men tá vit eftir dystin [...] kjøti og blóði, og tá tú fyrst ert á vøllinum, so eru vit jú á sama støði. Men hugsar tú ikki onkursvegna meira um tað, tá tað er ein spælari, sum forvinnur fleiri milliónir um mánaðin, tí hann er ein so f
árið 2003 helst er líka so gott sum árið fyri. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2003 høvdu línuskipini umleið sama veiðivirði sum árið fyri. - Línuskipini er einasti skipabólkur, sum hevði framgongd í 2002. Orsøkin [...] úrslitið av kanningini, sum fyritøkan hevur gjørt. Umboð fyri reiðaríir, fiskavirkir og fíggingarstovnar vóru á fundinum, har Jóhan Martin Jacobsen legði úrslitini fram. Í blaðnum í dag fara vit at hyggja at [...] havt eitt gott ár í 2003 ? eitt ár, sum helst svarar til árið 2002, segði Jóhan Martin. Rækjuskipini Greiningin hjá Rasmussen & Weihe staðfestir nógvu umtaluna, sum rækjuflotin hevur fingið seinastu árini
samtykt at koma í gildi eftir næsta væl, sum normaliserar pensjónina hjá tingfólki. Men ikki hjá teimum, sum sita í tingi í dag. Tey varðveita ta tænastumannapensjón, sum tey hava rætt til, tá val verður næstu [...] og samstundis fer talið á teimum, sum eru í arbeiðsvirknum aldri, 16 til 66 ár, at minka. Lutfallið millum tey í og uttanfyri arbeiðsvirkna aldurin broytist av tí sama. Í 1985 vóru 6,5 fólk í arbeiðsførum [...] hvønn pensjónist, í dag eru tey bara knapt 4 fólk...« Men tá Løgtingið fríggjadagin endaliga fer at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum upp í 70 ár, so er bara ein starvsbólkur, sum sleppur undan. Tað
kvinnu – sum tey ikki halda vera skikkað til uppgávuna at umboða land okkara á Fólkatingi. Hvussu brøtt er brekkan? Fólkatingið, sum vit kenna tað í dag, varð skipað í 1953. Fyrsta kvinnan í Føroyum sum bjóðar [...] tølini, at brekkan sum heild tykist væl brattari hjá øðrum kyninum. Vónandi ikki “bara, tí tær eru kvinnur”. Fýra av fimm Hevur tað so týdning, hvørt tað er ein kvinna ella maður, sum umboðar Føroyar? Í [...] velja, hava bestu førleikarnar. Men, um tað einans eru førleikar, sum telja, so kann ein undrast yvir, at fyri hvørjar fimm veljarar, sum settu krossin til seinasta Fólkatingsval, so valdu fýra teirra ein