Bara fyrireiking

– Hetta hava verið tveir fínir dystir hjá okkara kvinnum ímóti danska A-landsliðnum. Hetta er fyrireiking til Oyggjaleikirnar, og tað er sum tað, vit skulu taka hesar dystirnar, segði Jákup á Stongum, sum var viðmerkjari hjá Rás 2 undir seinna dystinum ímóti Danmark á Giljanesi í gjár

FLOGBÓLTUR

 

So hvørt sum tað leið út á seinna dystin ímóti Danmark í gjár, byrjaði møðin at gera vart við seg hjá summum spælarum, ið høvdu verið inni mestsum alla tíðina, men Jáup á Stongum, sum í gjár var viðmerkjari á Rás 2, helt hetta hava sína orsøk.

– Tað, at kvinnurnar spæla tveir dystir, sum eru teirra fyrstu landsdystir í ár, ger sjálvandi, at tær, sum mest liggur á, vikna eitt sindur og verða nakað moyrar ímóti endanum. Og tað sóu vit eisini, segði hann.

– Men tær kundu tað sama vunnið okkurt settið, og eitt nú høvdu tær tríggjar settbóltar í fyrsta setti í dag. Høvdu tær vunnið teir bóltarnar, hevði tað óivað givið meira eisini til restina av dystinum, og tað vildi so verið eitt yvirraskilsi.

Sum heild helt Jákup, at føroyska kvinnulandsliðið í løtum vísti sera gott spæl og væl megnaði at leggja Danmark undir trýst, og tí helt hann, at endamálið við hesum báðum dystunum til fulnar var rokkið:

– Hetta hava verið tveir fínir dystir hjá okkara kvinnum ímóti danska A-landsliðnum, sum er tað besta, danskarar kunnu bjóða. Vit skulu eisini hava í huga, at hetta er fyrireiking til Oyggjaleikirnar, og tað er sum tað, vit skulu taka hesar dystirnar, segði hann.