- Tað hendir viðhvørt, at stórhvalur ger landgongd ella rekur deyður inn á land. Á ársins fyrsta degi lá ein avgustur millum Hvalba og Nes. Hann var á lívi, men doyði seinni sama dag. Nøkulunda tað sama hendi annan jóladag í 2000, tá ein avgustur svam seg upp á land í Hvalba og doyði dagin eftir.
Tað sigur Nátúrugripasavnið, sum tilsamans hevur fingið fráboðanir um 24 avgustar síðani 1976.
- Skrásetingarnar eru frá øllum landinum og javnt deildar yvir árið. Tí kann ikki sigast, at vit hava nakra serliga árstíð fyri avgust. Avgustar, sum koma upp á land, verða hálaðir aftur til sjós, men av tí at avgustur fyllist við gassi, tá hann doyr, flotnar hvalurin og rekur summar tíðir aftur til lands.
Náttúrugripasavnið vísir á, at tá tað hevur verið møguligt, hevur savnið skrásett longd og kyn á avgustunum og tikið tenn til aldurskanning.
- Longdin hevur verið millum 9 og slakar 16 metrar, og aldurin hevur verið millum 14 og 47 ár.
Lagt verður aftrat, at avgusturin, sum rak á land millum Hvalba og Nes, verður aldurskannaður sjótast til ber.
- Allir avgustar, ið eru veiddir ella funnir deyðir í Norðuratlantshavi, hava verið kallhvalir. Kvennhvalirnir og hvølparnar halda til í einum belti kring Ekvator, meðan kallhvalirnar svimja norður og suður eftir makingartíðina.
Einasti kvennhvalur, sum Náttúrugripasavnið veit um í Norðurhøvum, varð veiddur í Noregi í juni í 1956.









