At skula ansa einum spælara sum Damian Duff, er helst nakað, ið hevur givið fleiri verjuspælarunum svøvnleysar nætur.
Írski gandakallurin, sum tey í Chelsea plaga at kalla hann, verður í dag mettur sum ein av teimum allar bestu í ensku Premier League. Abramovich noyddist eisini at tveita einar 200 milliónir krónur á borðið, áðrenn Blackburn vildi sleppa honum, og í dag er helst eingin, sum ivast í, at hann hevur verið verdur hvørt eitt einasta oyra av hesum.
Men tá vit eftir dystin spurdu Johan Byrial Hansen, hvussu tú fyrireikar teg til eina slíka uppgávu, helt hann, at tað ikki var stórt øðrvísi enn ein og hvør annar dystur.
- Tað er jú bara ein spælari. Um hann spælir í bestu ensku deildini ella næst bestu donsku deildini. Talan er jú ikki eina maskinu, men um menniskju av kjøti og blóði, og tá tú fyrst ert á vøllinum, so eru vit jú á sama støði.
Men hugsar tú ikki onkursvegna meira um tað, tá tað er ein spælari, sum forvinnur fleiri milliónir um mánaðin, tí hann er ein so framúrskarandi spælari?
- Nei - slettis ikki. Og fyri hansara skyld, so vil eg ikki hopa, at hann er provisiónsløntur. So fekk hann í øllum førum ikki serliga nógv í lønarposan í dag, helt Johan skemtandi fyri.
Nú verður hugsað um uppflyting
Meðan Johan Byrial Hansen hevur verið partur av føroyska landsliðshópinum, hava liðfelagarnir í Horsens savnað tankarnar um uppgávuna hóskvøldið, tá ein sera avgerandi dystur í donsku 1. deild er á skránni.
Tá skal Horsens nevnliga takast við Frem og Jón Róa Jacobsen. Teir eru beint í hølunum á Horsens í dystinum um annað uppflytingarplássið, men hóast týdningin av hesum, so er tað ikki nakað, sum Johan hevur hugsað um hesa tíðina.
- Nei. Tað fari eg at hugsa um nú. Eg flúgvi til Danmarkar so skjótt, sum tað yvir høvur ber til, men eg byrji ikki inni í annaðkvøld. Tað vildi nokk eisini verið ov nógv av tí góða, um eg tvey kvøld á rað skuldi spælt krevjandi dystir.
Góða eydnu við teirri uppgávuni fingu vit illa ynskt honum, áðrenn Johan fór víðari. Føroyska ynski man í øllum førum vera, at bæði Johan og Jón Rói skulu spæla í superliguni komandi ár, men sum støðan er í løtuni, so verður helst bara rúm til annan teirra.
- Ja men so mást tú bara vóna, at talan verður um javnleik, sigur Johan við einum brosi, tá hann at enda fer úr FSF-húsinum.