farið til fjals oman fyri Múla sunnudagin, noyddist at ringja á 112 fyri at fáa hjálp at sleppa oman aftur, tí mjørki var komin á tey. Tey høvdu gingið seg í óføri í mjørkanum og tordu ikki at ganga víðari [...] ikki greitt, hvussu hesi bæði komu oman aftur, haðani tey vóru stødd, tá tey ringdu á 112. Norðoya Bjargingarfelag sigur, at teir sendu fólk norður at hjálpa parinum oman aftur. Tá vóru tey stødd vestan fyri [...] víðari. Soleiðis, sum støðan var, kendu tey seg kortini ikki at vera beinleiðis í vanda. - Vit fingu boðini klokkan 19.50. Boð vórðu send til MRCC og Norðoya Bjargingarfelag, og longu klokkan 20.05 var tyrlan
í Vági latin sum eitt byggisett úr stáli, ið verður sett oman á eina grund. Og hann er so lættur at seta upp, at norski leverandørurin sigur, at ein handverkari kemur heim við byggisettinum og saman við [...] sagt, at ætlanin er eisini at hava samstarv við fysioterapeutar um at at menna vælverutilboð í høllini, bæði til ung og eldri, giktsjúklingar og onnur, sum hava gagn, ella bara fragd, av viðgerð í heitum [...] sigur, at nú er greiða fingin á allari fíggingini. Nú verður so síðsta hond løgd á sjálvar fyrireikingarnar og farið verður undir útgrevsturin nú í summar. Tað fer at taka eitt ár ella so, at gera høllina
nógv fólk høvdu leitað sær oman í Grasagarð at lurta. Fólk vóru næstan noydd til at klintra upp í trøini fyri at fáa pláss. Aftaná konsertina var tað møguleiki hjá børnunum at fáa autograf frá Line, sum [...] Barnafestivali, Line, sína framførslu. At talan var um høvuðsnavn lótu áskoðararnir ongan iva vera um. Fólk stóðu samankroyst framman fyri pallin, tóku film so at siga alla framførsluna, og fleiri av gentunum [...] sum tolin sat og skrivaði. Man kann ikki siga annað enn, at Line er stak populer millum føroysk børn, tí yvir ein tíma var hon noydd til at skriva autografar á bæði kort, armar og onkran hissini skógv. Line
lagt varð aftur at landi. Farleiðin á bygd kann vera vandakend fyri piltar. Hesum hevði Steintór ans fyri. Hann greiddi okkum frá flóð og fjøru, og at vera ansin fyri mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust [...] velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman við teimum. Samstundis kunnu vit gera søguna – saman við teimum – til okkara. Vaks tú upp á Sandi, var tú tilvitaður um, at ”hinumegin [...] fóru vit í handilin at fáa okkum okkurt gott undir tunguna. Líka legði Steintór í, um vit tóku rívan til, hann flenti bert, og bað okkum vera ansnar, tí annars fór Gerda at havast at okkum. Tað lá raðið
ferðavinnu til lívs. Pál Weihe sigur, at hann dugur altso ikki at ímynda sær, at tað skuldi hent, at vit komu hartil, at rúsevni verða lóglig og evnini rein, og at heilsuvandin er tað einasta, fólk skulu [...] Pál Weihe, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn tað talan kann vera um at gera rúsevni lógligt. Eitt, hann hugsar um, er, at skulu rúsevni verða lóglig, má talan vera um ein samskipað [...] leggur dent á, at ráðið hevur ikki viðgjørt spurningurin og tískil standa hansara sjónarmið fyri hansara egnu rokning. Hann heldur, at skal talan yvirhøvur vera um at gera rúsevni lóglig, er tað ómetaliga
var flóð. Um vit komu at landi tá tað var fjarðað, so varð tað so langt at bera fiskin, og hetta var ov strævið. Tí valdu vit at vera úti, tá tað var fjøra, og at koma at landi, tá tað var flóð. Hetta gjørdist [...] líkindi vóru at fara á flot. Men so komu boð um, at mølin skuldi ruddast. Ein dagin var eg biðin um at koma á skrivstovuna hjá Steintóri. Hann helt, at tað var skjótt, at vit vóru byrjaðir at rógva út. Eg [...] var komin higar at rógva út við árabáti í summar. Nú var eg komin higar fyri at tosa við faktorin. Hon skuldi bera boðini og kom skjótt aftur við boðunum um, at faktorin fór at vera skjótur. Hon bjóðaði
køldur alla tíðina fyri at hann skal vera fyrstafloks. Tað merkir eisini, at øll framleiðslan er fult automatiskt og frá tí, at hann verður fiskaður, til hann er komin á frystigoymsluna at liggja, hevur mannahond [...] Tvøroyri kostar 180 milliónir at byggja. Tað vænta tey fer at merkjast í Suðuroy. Eitt er, at tað verða eini 75 arbeiðspláss á virkinum. - Vit vænta eisini, at hetta fer at elva til nógv avleitt virksemi [...] jól søgdu, at longu í juli mánað í ár skuldi størsta og mest nútímans uppskjóvarvirkið standa liðugt á bryggjuni á Tvøroyri. Tey søgdu, at tað var ógjørligt, tí tað tekur minst hálvtannað ár at byggja eitt
innrættað við teirri fortreyt, at tann lidna framleiðslan skal vera fyrstafloks og tí er fiskurin niðurkøldur alla tíðina, sigur Arni Carlsen, projektleiðari. Tað merkir eisini, at øll framleiðslan er fult [...] automatiskt og frá tí, at fiskurin verður fiskaður, til hann er komin á frystigoymsluna á virkinum at liggja, hevur mannahond ikki nert við hann, uttan so, at støddirnar eru so mikið ymiskar ella tað er [...] var virkið víst fram fyri almenninginum. Tað var ein rúgva av fólki, sum hevði leitað sær oman á bryggjuna at síggja virkið, tey vórðu víst runt í smáum bólkum og fingu eina frágreiðing um virkið og um
broytingum, ið hava verið, og tað man eisini vera eitt av loyndarmálunum aftanfyri, at hon øll hesi ár hevur verið før fyri at røkt starv sítt til lítar. At roynast einum og sama arbeiðsplássi so holl í [...] von við nú á døgum, nú tað er modernað at skifta arbeiði fleiri ferðir, men at Hjørdis soleiðis gongur ímóti tí, sum er frammi í tíðini, er henni so líkt. Tað, at hon hevur gjørt sítt fyrsta starv til sítt [...] heldur ikki undan, at Hjørdis hevur upplivað tær nógvu og stóru broytingar, ið hendar eru í tryggingarheiminum, og hóast árini eru mong í starvinum, hevur ein hin størsta dygdin verið evnini at laga seg eftir
opnum bátum. Svínoy lá mitt í fiskinum, og at bátsbandið varð loyst, at ognarleys kundu giftast uttan at lúka treytir um at eiga jarðarognir, og at tað bar til at sleppa av við fiskin – fyrst til úthandilin [...] Heimi at vera. Samstundis kom ein langomma mín, Anna Katrina úr Keldhúsinum í Hattarvík í sama hús at vera. Hon var móðirloysingur. Eg sigi hetta fyri at vísa, hvussu tilflytarar vóru við til at menna [...] umheimin. Telefonin Tað bar til at tosa í telefon, men tað var ikki sum at siga tað. Ein linja var úr Klaksvik og eystur um Múlan, og Berta og John royndu at gera sítt besta fyri at svínoyingar skuldu eiga sín