Starta maskinurnar á Tvøroyri í morgin

Tað vóru mong, sum ristu við høvdinum, tá ið tey so seint sum í vár søgu, at í juli mánað í ár skuldi eitt eitt tað størsta

og mest nútímans uppskjóvarvirkið í verðini standa liðugt á bryggjuni á Tvøroyri.

Men tað eydnaðist og í dag var virkið víst fram fyri almenninginum.

Tað var ein rúgva av fólki, sum hevði leitað sær oman á bryggjuna at síggja virkið, tey vórðu víst runt í smáum bólkum og fingu eina frágreiðing um virkið og um arbeiðsgongdir.

í morgin verða allar maskinurnar royndar.

Seinni í vikuni er ætlanin at fáa bingjur við fiski suður á Tvøroyri at royna maskinurnar við fiski í og gongst sum ætlað, er full ferð á virkinum mitt í mánaðinum.

Virkið er rokað við teknikki og rustfríum stáli og følarum, sum máta hita og kulda og stødd og vekt allastaðni, so hvørt, fiskurin fer ígjøgnum framleiðsluna.

Virkið er gjørt til at virka 600 tons um samdøgurið, men tað er fyrireikað til at klára 1000 tons, tað skulu bara nakrir frystarar setast upp afturat.

Hetta ger nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri til eitt tað størsta –kanska tað allarstørsta- og mest framkomna virkið í allari verðini.

- Alt virkið er innrættað við teirri fortreyt, at tann lidna framleiðslan skal vera fyrstafloks og tí er fiskurin niðurkøldur alla tíðina, sigur Arni Carlsen, projektleiðari.

Tað merkir eisini, at øll framleiðslan er fult automatiskt og frá tí, at fiskurin verður fiskaður, til hann er komin á frystigoymsluna á virkinum at liggja, hevur mannahond ikki nert við hann, uttan so, at støddirnar eru so mikið ymiskar ella tað er so nógv uppíblanding av ymsum fiskasløgum, at sorteringsmaskinurnar klára tað ikki einsamallar.

Á virkinum á Tvøroyri verða eini 75 arbeiðspláss, har meginparturin verður elektrikarar, maskinmenn og annað tekniskt starvsfólk.