X-Factor Line setti punktum

- Er I glade? Jeg kan ikke høre jer, er I glade?

Soleiðis byrjaði høvuðsnavnið á ársins Barnafestivali, Line, sína framførslu. At talan var um høvuðsnavn lótu áskoðararnir ongan iva vera um. Fólk stóðu samankroyst framman fyri pallin, tóku film so at siga alla framførsluna, og fleiri av gentunum høvdu málað hjørtu og ’Line’ á andlitið.

Veðrið hevur verið avbera gott í allan dag og var tað eisini gott undir framførsluni hjá Line, so sera nógv fólk høvdu leitað sær oman í Grasagarð at lurta. Fólk vóru næstan noydd til at klintra upp í trøini fyri at fáa pláss.

Aftaná konsertina var tað møguleiki hjá børnunum at fáa autograf frá Line, sum tolin sat og skrivaði. Man kann ikki siga annað enn, at Line er stak populer millum føroysk børn, tí yvir ein tíma var hon noydd til at skriva autografar á bæði kort, armar og onkran hissini skógv.

Line sang í ein knappan hálva tíma. Hvør veit, kanska kemur hon aftur til Føroya eina ferð seinni at syngja aftur. Eftir áskoðarunum at døma er tað grundarlag fyri enn eini konsert.