Tað gekk ikki heilt so skjótt, sum ætlað.
Men tað gekk.
Nú hevur tað eydnast at útvega fíggingina til ætlanina at gera svimjihøll við 50 metra langhyli í Vági.
Fíggingin hevur verið tann stóri snávingarsteinunurin, men John Hendrik Holm, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at nú er greiða fingin á allari fíggingini.
Nú verður so síðsta hond løgd á sjálvar fyrireikingarnar og farið verður undir útgrevsturin nú í summar.
Tað fer at taka eitt ár ella so, at gera høllina, so einaferð í seinnu hálvu næsta ár, stendur høllin liðug.
Bíligt
Upprunaliga var talan um eina verkætlan upp á 12,7 milliónir, men nú er hon dýrkað nakað upp í 14,3 milliónir, men eisini tað er komið undir land.
Eitt nú er luftskiftið vorðið eitt sindur dýrari enn mett.
Tað verður eitt samtak av handverkarum og feløgum, sum skal gera høllina.
At byggja eina slíka høll fyri 14,3 milliónir, er ómetaliga bíligt.
Men fyri at gera hana bíliga, er ikki so nógv gjørt burtur úr tí arkitektoniska, tí talan er
eina ferhyrnta høll við einum síðubygningi.
Samstundis er tað nógv bíligari at gera svimjihylar í dag enn tað var fyrr.
Svimjihylar verða ikki grivnir niður longur, men meststum settir oman á jørðina. Tað er ein viðurkendur byggiháttur, sum svimjihylar verða bygdir eftir nú á døgum
Sostatt er svimjihylurin í Vági latin sum eitt byggisett úr stáli, ið verður sett oman á eina grund.
Og hann er so lættur at seta upp, at norski leverandørurin sigur, at ein handverkari kemur heim við byggisettinum og saman við tveimum ella trimum handverkarum afturat sær, klára teir at seta hylin upp upp á tríggjar vikur.
Tilsamans kostar høllin eina góða millión í rakstri um árið, harav meginparturin er lønir til starvsfólk.
Hinvegin verður allur hitin, høllin brúkar, ókeypis, tí avtala er við SEV um at fáa hitan frá elverkinum beint undir liðini á høllini, fyri einki og tað er høvuðsorsøkin til, at hon er so bílig í rakstri.
Vælverudepil
Ætlanin er ikki, at svimjihøllin í Vági bara skal vera til úrmælingar at venja og kappast í.
- Talan skal eisini vera um ein vælverudepil til almenningin við barnahyli, heitum pottum, gosbaði, guvubaði og sauna.
Fyrireikaarnir gava áður sagt, at ætlanin er eisini at hava samstarv við fysioterapeutar um at at menna vælverutilboð í høllini, bæði til ung og eldri, giktsjúklingar og onnur, sum hava gagn, ella bara fragd, av viðgerð í heitum vatni.
Í sjálvum 50 metra langhylinum verða seks geilir, so hylurin verður altjóða góðkendur til kappingar og rundan um hann verða 400-500 sitipláss.
Nýggja Svimjihølin í Vági verður ein sjálvognarstovnur, sum ongi privafólk fáa nakran vinning burtur úr.
Fyrireikararnir hava áður boðað frá, at tá ið hon er liðug, skjóta fyrireikararnir upp, at tað verða Mentamálaráðið, Kommunurnar í Suðuroy, Svimjisamband Føroya og svimjifelagið í Suðuroy, Susvim, sum velja umboð í nevndina.