At gera rúsevni lóglig í Føroyum er óveruligt

LÓGLIG RÚSEVNI Eg skilji væl tankan um at gera rúsevni lóglig, men eg haldi ikki, at tað ber til, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum

- Eg dugi ikki at síggja, at tað ber til at gera rúsevni lóglig. Men eg skilji avgjørt væl tankan aftanfyri hetta sjónarmiði.
Tað heldur Pál Weihe.
Pál Weihe er formaður í Fólkaheilsuráðnum, men hann leggur dent á, at ráðið hevur ikki viðgjørt spurningurin og tískil standa hansara sjónarmið fyri hansara egnu rokning.
Hann heldur, at skal talan yvirhøvur vera um at gera rúsevni lóglig, er tað ómetaliga langur vegur enn, áðrenn tað yvirhøvur kann lata seg gera.
- Men tankan aftanfyri hesa áskoðan skilji eg sera væl, tí alt lógloysi og allir sorgarleikirnir, ið fylgja í kjalarvørrinum á rúsevnum er rættiliga óunniligur.
Fyri tað fyrsta eru rúsevni serstakliga heilsuskaðilig. Men harafturat verða fólk, sum eru bundin at rúsevnum, mangan tvinnað upp í lógloysi av øllum handa slagi. Og tað er bara steinur oman á byrðu, tí tey verða sosialt niðurbrotin og enda sum fíggjarligir trælir hjá seljarunum.
- Hetta er kanska ikki støðan her hjá okkum, men hetta er sanniliga gerandikostur í øðrum londum, heldur Pál Weihe.
- Tað er bara at hugsa um ymisk lond í Suðuramerika, har er at kalla beinleiðis kríggj um rúsevni, har túsundtals fólk liggur eftir á, tí handilsligu áhugamálini eru so ómetaliga stór, at onki verður spart.
Hann sigur, at samanberingar kunnu gerast við tíðina í USA, har rúsdrekka varð bannað.
- Tað elvdi eisini til øgiligt lógloysi við ómetaliga stórum peningaligum áhugamálum.

Óveruligur tanki
Men kortini heldur Pál Weihe, at tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn tað talan kann vera um at gera rúsevni lógligt.
Eitt, hann hugsar um, er, at skulu rúsevni verða lóglig, má talan vera um ein samskipað tiltak í fleiri londum, kanska í øllum Evropa, ella í øllum heiminum
- Tá verður tað beinanvegin ein heilt óveruligur tanki.
- Tað hjálpir ikki, at Føroyar einsamallar gera rúsevni lóglig, tí so verða vit yvirfloymd av narkotika-ferðafólki og tað kunnu vit valla hava áhuga í.
- Tá verður aftur talan um okkurt slag av rúsevnahandli.
Hann vísir eisini til Kafé lívið í Niðurlondum, har tað er loyvt at keypa hassj.
- Hetta hevur ført til so óhepnar avleiðingar í sambandi við eina beinleiðis hassj-ferðavinnu, at myndugleikarnir í Niðurlondum eru farnir at herða reglarnar aftur fyri at koma hesum slagi av ferðavinnu til lívs.
Pál Weihe sigur, at hann dugur altso ikki at ímynda sær, at tað skuldi hent, at vit komu hartil, at rúsevni verða lóglig og evnini rein, og at heilsuvandin er tað einasta, fólk skulu hugsa um.
- Men rúsevni verða ikki minni skaðilig fyri tað um tey verða lóglig og tí má undir ongum umstøðum slakast í ávaringunum ímóti teimum.

Økir neyvan um nýtsluna
Hinvegin er Pál Weihe ikki sannførdur um, at verða rúsevni lóglig, fer tað at føra til at nýtslan økist.
- Sum støðan er nú, har rúsevni eru ólóglig, hevur tað ført til eitt ómetaliga stórt peningaligt trýst á allar partar.
- Tað er væl trúligt, at nettupp tað kann elva til eina størri nýtslu, tí rúsevnaseljarar standa á hvørjum gøtuhorni og uttanfyri skúlagarðar og í dansihølum og royna at selja rúsevni til einhvønn, ið kemur framvið, eisini børn og ung.
- Verða handilsligu áhugamálini tikin burtur úr rúsevnunum, kann eg væl hugsa mær, at tað í øllum førum ikki hevði økt um nýtsluna.
- Verður narkotika lógligt og selt undir skipaðum viðurskiftum, kann tað taka handilsligu áhugamálini burtur, tí í sær sjálvum eru rúsevni ikki serliga dýr evni, skulu vit bara hugsa um framleiðslukostnaðin.
Pál Weihe sigur, at í Keypmannahavn hava tey serligar viðgerðarstovur, har narkomanar kunnu fáa síni evni og fáa trygd fyri, at talan er um rein evni og reinar sproytur.
Tað er fyri at teir skulu sleppa undan at brúka skitnar sproytur, við vanda fyri at verða smittaðir við alskyns sjúkum.
Tað er eisini fyri, at misnýtararnir skulu sleppa undan at keypa rúsevni uttan at teir í veruleikanum ikki hava minstu hóming av, hvat er í teimum.
- Men eg haldi ikki, at vit hava teir stóru trupulleikarnar av sproytunarkomanum í Føroyum, leggur hann afturat.