við hinar fjølmiðlarnar vil eg ikki úttala meg, fyrr enn triðja viðgerð av eykajáttanini til Kringvarpið hevur verið fyri í Løgtinginum. Tað sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum. Hann heldur ikki [...] uppskotið um eykajáttan er liðugt avgreitt í tinginum. - Tú veit ongantíð, og verður nakað broytt millum aðru og triðju viðgerð, so stendur tú í einari heilt nýggjari støðu. So eg havi valt ikki at siga [...] siga nakað, fyrr enn málið er avgreitt, sigur Dia Midjord. Tað stendur tó greitt, at uttan mun til hvat hendir, so standa tær níggju uppsagnirnar við, og tey fólkini, sum er bundin at Kringvarpinum í tí
smugla pakkar við hassji til Grønlands í búkinum hevur kostað einum 53 ára gomlum manni lívið. Harvið eru tríggir persónar deyðir síðani juni, tá teir royndu at smugla rúsevni til Grønlands við at svølgja [...] lívshóttandi, tá tú eitt nú kanst fáa tarmakast ella aðra álvarsama støðu. Tann 53 ára gamli doyði 20. oktober í Qaqortoq. Í juni doyði ein 33 ára gamal maður í einum flogfari úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq [...] seta lívið í váða, tá teir svølgja rúsevni, hevur leingi verið væl kent. Tá teir doyggja, er tað ofta av eini yvirdosis, tí pakkar við eitt nú koakini ella heroini skrædna í búkinum. Tað var tó ikki orsøkin
honum. - Nú hevur tað jú fleiri ferðir verið upp á tal, at eg skal royna meg onkra staðni uttanlands, men higartil er okkurt komið tvørt fyri mest sum hvørja ferð. Fyrr ella seinni noyðist tú tó at taka [...] størstu donsku feløgini halda eisini til nærhendis, og yvirhøvur fylgja bestu feløgini sera væl við, hvat rørir seg í deildunum beint undir toppinum. Fyri meg hevur tað eisini nógv at siga, at Henrik Larsen [...] kann gera meg til ein betri leikara. Eisini tí eg soleiðis verði tvungin til at arbeiða við teimum lutum, sum eg kanska ikki eri so stinnur í. - Eisini spurdi eg Jákup Mikkelsen, sum jú hevur drúgvar royndir
hvørvinum á skúlanum. Sum foreldur hava vit ongan rætt til ikki at hava tíð til børn okkara og tað, tey gera. Onki eitur ikki at fylgja við, hvat rørir seg í gerandisdegnum hjá barninum. Vit, sum foreldur [...] stórbýar drøg. Rákið seinastu árini hevur rættiliga trýst lítla egoistin fram í ljósið. Vit eru sjálvupptikin og hava lítla tíð til hvønn annan. Vit eru ikki serliga góð til at brúka tíðina rætt. Tí kenna vit [...] vit mugu minnast til, at tað, sum stendur á skrift, er ikki altíð tað, vit síggja í verki. Ofta er langt frá bókstavi til verk, um vit kunnu siga so. Vit taka frá øðrum, uttan at vita, hvat vit sjálvi vilja
bygdin, har tú sært sólina fara í havið á sumri, har tú kanst vera ?tilflytari? uttan at vera fremmandur, og har tú kanst vera partur av bygdamyndini, ella har tú kanst vera í frið, um tú ynskir tað. Og [...] ið hevur tørv á at ferðast og helst dagliga, fegin vil gjalda tað, sum tað nú einaferð kostar. At ein kann ferðast, uttan at veður og vindur ella tekniskir trupulleikar o. a. t. fora einum, hevur so stóran [...] lívsvanda av ferðsluni, tá ið tey fara í skúla ella til eitthvørt annað og koma heimaftur. Og grøn øki, spælipláss og o. a. t. hoyra sjálvandi eisini til. Trivnaður eigur ikki einans at verða eitt ?mó
eftir sjálvan stovningardagin. Og tó. Stundir vóru til at kaga eitt lítið sindur – ella, tú kundi ikki annað, tá ið hetta tilfar kortini hekk har til tað sama. Hol í høvdið Sjálvandi siga myndirnar teimum [...] rávørugrundarlagið er ov lítið – og heldur ikki er fólk til tvey flakavirki í oynni. Tað er menniskjansligt at verja um tað, tú hevur, og hugsandi hevur Harry væntað, at fingu sandingar eisini sítt virki, [...] møguleikar í bygdini. Tað er Fríðhild Winther, sum sjálv hevur verið knýtt at virkinum í mong ár, sum við góðum stuðli frá fólki hevur savnað tilfar til framsýningina. Í einum av greinaklippunum, sum er úr
Hann hevur tað við at finna upp á okkurt, sum er eitt sindur øðrvísi, tann í Føroyum heimskendi Johan Dalsgaard ella Johan í Kollafirði, sum tey flestu rópa hann. Seinnu árini hevur Johan fingið sær høsnagarð [...] Johan í Kollafirði frá. - Í einari bók havi eg lisið, at ein asni passar seg sjálvan, bara hann hevur eitt skúr at verða, og eitt sindur av hoyggi, greinum ella ruski at eta, so tað passar mær ordiliga væl [...] Kollafirði, sum eisini hevur lisið, at ein ansi er sera væl egnaður hjá børnum at spæla við. Tó sigur Johan, at ætlanin hjá honum við asnanum er fyrst og fremst, at hann skal brúkast til at trilla vognar við
heilsustøða skal vera góð. Tað vil siga, at um tað vísir seg, at til dømis maðurin feilar eitt ella annað, so sleppa tey ikki at ættleiða. Men hvat so um tey skiljast? Kann konan (sum tá verður støk) ættleiða [...] undan við at vísa á, hvussu vánaligar umstøðurnar kunnu vera í onkrum øðrum landi. Børn til foreldur, ella foreldur til børn? Formaðurin í Ættleiðingarfelagnum, Heðin D. Poulsen, segði við Kringvarpið, at [...] Eitt av fyrstu málunum, sum eg var við til at viðgera, eftir at eg kom í løgtingið, var eitt uppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing av útlendskum børnum. Prísurin fyri at ættleiða liggur vanliga ímillum
týrið hevur gjørt eitt uppskot, sum er rættiliga praktiskt. Eg rokni ikki við, at treytirnar fara at ræða nógv oljufeløg burtur, men møguliga nøkur. Tað hevur eisini nakað við tað at gera, um tú roknar [...] vit fara at finna hesi oljufeltini. Og tú nýtist at finna veruliga stór felt fyri at tað skal løna seg. Jan Evensen, sum hevur staðið á odda fyri fyrireikingunum til oljuleiting við Føroyar, heldur talan [...] vóru sera vónsviknir av royndunum har, tí har var einki. -Tekur tú ein váða á teg, so roknar tú eisini við at fáa eina munandi samsýning, ella sum hann málber seg ?high risk should equal high reward?. Hann
so dánt til, at verja ein treytaðan dóm, og tí gjørdist tað hennara niðurstøða. - Tú kanst ikki drekka, segði dómarin, tú klárar ikki at stýra tær. Tú sært hvat tað endar við og hesuferð vart tú heppin [...] avbera stóran skaða. Hon vísti tó til, at maðurin hevur góð persónlig viðurskifti, at hann er í starvi, at hann er sera ungur og at hann, síðani hesa hending, ongantíð hevur verið í sjóneyku løgreglunnar. [...] Ein ungur maður og ein ung genta fóru at keglast í Sverrisgøtu. Ein vinmaður hjá ungu gentuni kemur til og endin er, at vinmaðurin kastar eina ølfløsku eftir hinum unga manninum, og rakar hann í høvdið.