Fótbóltur
Einki er at ivast í, at flestu fótbóltshugaðu føroyingar fara at fylgja væl við, hvussu gongst hjá Fremad Amager, tá næst besta danska fótbóltsdeildin verður blást ígongd eftir vetrarsteðgin.
Felagið gjørdi í heyst sáttmála við Jann Inga Petersen, og eftir øllum at døma hevur leiðslan í felagnum verið sera væl nøgd við tað, sum ungi toftamaðurin hevur víst. Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði felagið sáttmála við Andrew av Fløtum, sum í fjør var toppskjútti í føroysku landskappingini, og nú er so toppskjúttin fyri 2003 eisini komin til felagið.
Vil aftur í hitan
Talan er sjálvandi um 20 ára gamla klaksvíkingin, Hjalgrím Elttør, sum fyri góðum ári síðani bara var sentimetrar frá at skapa eina risa-sensatión, tá skot hansara tók skeivu megin stólpan hjá Kahn í Hannover.
Hjalgrím kundi mánadagin váttað, at sáttmálin var undirskrivaður, tó at onkrir smálutir enn skuldu fáast upp á pláss, og sjálvur dylir leikarin ikki fyri, at hann er sera spentur, nú ein tilvera sum fulltíðar yrkisleikari bíðar honum.
- Nú hevur tað jú fleiri ferðir verið upp á tal, at eg skal royna meg onkra staðni uttanlands, men higartil er okkurt komið tvørt fyri mest sum hvørja ferð. Fyrr ella seinni noyðist tú tó at taka lopið, og so er tað ikki so umráðandi, akkurát hvat felag talan er um. Fyri meg er tað týdningarmesta, at eg komi til eitt felag, har eg havi góðar møguleikar at mennast sum leikari, og tað ivist eg ikki í, at eg havi í Fremad Amager, sigur hann, og leggur afturat, at tað sjálvandi ikki hevur gjørt valið truplari, at felagið framman undan hevur tveir føroyingar í hópinum.
Og eins og Andrew av Fløtum segði tað fyrr í mánaðinum, so er tað serliga tað at koma út um landoddarnar at royna seg, sum tykist hava eggjað Hjalgrím til skiftið.
- Talan er um eitt av mongu feløgunum í Keypmannahavn, og bara tað í sjálvum sær ger ivaleyst, at nógv meira fokus verður á avrikini hjá mær. Tey bæði størstu donsku feløgini halda eisini til nærhendis, og yvirhøvur fylgja bestu feløgini sera væl við, hvat rørir seg í deildunum beint undir toppinum. Fyri meg hevur tað eisini nógv at siga, at Henrik Larsen býr í økinum, og tí skuldu møguleikarnir hjá mær at endurvinna plássið á landsliðnum eisini verið góðir.
Fær kjansin
Um møguleikarnar í Fremad Amager at mennast, sigur Hjalgrím, at teir eftir hansara tykki eru góðir.
- Eg havi sjálvandi roynt at ráðført meg við tey, sum kenna til felagið og danska fótbólt, og eftir hetta eri eg ikki í iva um, at eg kann gerast ein betri leikari her niðri.
- Jann Ingi er sjávlandi ein av teimum, sum eg havi tosað nógv við, og hann tykist ikki ivast í, at hetta kann vera eitt gott stig at taka. Støðið er ? sum eg havi skilt tað - nakað hægri enn í bestu føroysku deildini, og tí verður talan um harðari dystir, enn eg eri vanur við. At talan eisini er um sterkan leikarahóp gevur eisini nakað í venjingunum, og sjálvt um eg ikki ivist í, at tað verður hart at vinna sær pláss á liðnum, so eigur alt hetta at verða nakað, sum kann gera meg til ein betri leikara. Eisini tí eg soleiðis verði tvungin til at arbeiða við teimum lutum, sum eg kanska ikki eri so stinnur í.
- Eisini spurdi eg Jákup Mikkelsen, sum jú hevur drúgvar royndir sum yrkisleikari, hvat hann helt um hendan møguleikan, og hann segði sjálvur, at har var so einki at ivast í, um eg veruliga ætlaði mær nakað, so alt í alt var avgerðin ikki so trupul at taka.
Spurningurin er so, í hvønn mun Hjalgrím fær spælitíð í felagnum, og um hetta kanska verður í einum reint føroyskum álopi, har hann og Andrew av Fløtum eru makkarar. Tað ber sjálvandi illa til at spáa um í verandi støðu, men tað tykist hinvegin vera lítil ivi um, at teir báðir føroyingarnir fara at fáa møguleikan.
Hóast spælið hjá felagum hevur verið á eini heilt góðari leið, so er liðið bert eitt pláss omanfyri niðurflytingarstrikuna, o g størsti trupulleikin í hesum hevur verið væntandi málskjóting. Tí vil felagið eftir øllum at døma leggja nógv fyri í royndunum at fáa hol á, og tvey av vápnunum í hesum verða so í øllum førum teir báðir fremstu føroysku málskjúttarnir seinastu tvey árini.
Tað er North Atlantic Football Agency vði Jákupi í Stórustovu, sum hevur staðið fyri samráðingunum við Fremad Amager, og er hetta soleiðis triðju ferð innan ein góðan ársfjórðing, at Jákup hevur fingið sáttmála í lag við danska felagið.