Foreldur
Í 2005 var orðaskifti í Klaksvik um skúlaviðurskifti, og høvdu vit tá vitjan av Solveig Gaarsmand, umboðandi Skole og Samfund, sum er ein felagsskapur umboðandi foreldur og ynskir teirra um ein góðan skúla.
Solveig Gaarsmand undirstrikaði, at foreldrini eiga børnini, men spurdi eisini, hvar foreldrini finna sítt pláss í gerandisdegnum í skúlanum? Foreldrini eru primeru uppalararnir av børnunum. Tey skulu vera fyrimyndir, tá vit tosa um atburð og samverutóna. Tey skulu uppala børnini at vísa virðing og fyrilit fyri øðrum.
Tað er jú júst hendan ábyrgdin, sum røkkur inn í skúlan. Foreldrini mugu tosa við børnini um, hvussu vit bera okkum at í skúlanum, og skúlin má draga foreldrini inn í arbeiðið við undirvísingarumhvørvinum á skúlanum.
Sum foreldur hava vit ongan rætt til ikki at hava tíð til børn okkara og tað, tey gera. Onki eitur ikki at fylgja við, hvat rørir seg í gerandisdegnum hjá barninum. Vit, sum foreldur, hava ábyrgd av, at tey verða før fyri at fóta sær í lívinum. Tey hava lívið fyri sær og hava brúk fyri vegvísara.
Foreldur eru ikki sum fyrr tey, ið til eina og hvørja tíð gera av og siga, “hvar skápið skal standa”. Haldi, hetta ger, at foreldur oftari nú enn fyrr standa spyrjandi og vita ikki rættiliga, hvat tey skulu gera. Tó er grundarlagið og ábyrgdin undir uppalingini ikki broytt.
Samfelag og mentan
Sjálvt um vit liva í einum lítlum og vælskipaðum samfelagi, síggja vit fleiri stórbýar drøg. Rákið seinastu árini hevur rættiliga trýst lítla egoistin fram í ljósið. Vit eru sjálvupptikin og hava lítla tíð til hvønn annan. Vit eru ikki serliga góð til at brúka tíðina rætt. Tí kenna vit nýggja stemplið, fleiri fáa, sum er strongd. Ikki tí at døgnið er ov stutt, men tað, vit mugu læra í “nýggja” samfelagnum, er at raðfesta.
Føroyska mentanin er sera merkt av, at vit eru eitt oyggjasamfelag. Veður, vindur og dagsins gongd skapa okkum. Hetta hevur í longri tíð skapað eitt róligt og avslappað fólkaslag. Føroyingar eru ikki serliga kritiskir og krevja ikki nóg nógv av sær sjálvum. Vit eru ikki serliga langskygd, sera fleksibul og halda, at vit kunnu gerast bestir, uttan tó at arbeiða hart fyri sakini.
Skúlin
Ikki hevur tað so lítið at siga, at vit eru partur av einum øðrum landi, sum líkist sera lítið okkara egna. Hetta sæst sjálvandi aftur í skúlanum. Fleiri av lógunum eru beinleiðis týddar. Fólkaskúlalógin er sera flosklakend og er sera vælljóðandi. Hon er sjálvandi ein greining av almennu krøvunum, men vit mugu minnast til, at tað, sum stendur á skrift, er ikki altíð tað, vit síggja í verki. Ofta er langt frá bókstavi til verk, um vit kunnu siga so.
Vit taka frá øðrum, uttan at vita, hvat vit sjálvi vilja. Eitt aktuelt dømi er PISA. Onnur lond, sum hava sett fólk ella heilar deildir av til júst at kanna og menna eina ávísa skipan. Hetta hava vit ikki, tó gera vit tað sama. Somuleiðis er við foreldrasamstarvinum. Lógin sigur, at skúlin skal í samstarv við foreldur, men tað gerst skjótt óskipað, tá hon onki sigur um hvussu.
Lærarar
Arbeiði - alt arbeiði - eigur at vera merkt av førleika. Fakfólki eru lærararnir, sum arbeiða á skúlanum. Vit eru bólkurin í hesum samanhangi, sum hevur fakligheit, vitan um lærutilgongdir og eiga vit tí sum lærarar at vera nóg professionellir og engageraðir at skapa eitt gott og gevandi umhvørvi fyri næmingarnar.
Ein av trupulleikunum í skúlanum í dag er broytti læraraleikluturin. Fyrr var lærarin ein, sum oysti næmingarnar undir í vitan, meðan teir stillir sótu og lurtaðu. Seinastu tíðina hevur rákið verið, at næmingarnir skulu hava ávirkan á teirra skúladag, teir eru ikki autoritets trúgvir og mangla virðing fyri vitan. Lærarin hevur broyttar fortreytir og má her fóta sær við onkrum nýggjum slagi av autoriteti. Lærarar eru kanska ikki nóg væl útbúnir til nýggju uppgávuna.
Flestu foreldur í dag hava útbúgving og krevja meir, enn foreldur gjørdu fyrr, hetta er tó ongin trygd fyri, at tey krevja nakað av sær sjálvum. Við øllum hesum í huga, er neyðugt, at skúlin sigur, hvussu fram skal farast.
Næmingar
Næmingar eru sum heild glaðir at koma í skúla og at vera í skúla. Størsti trupulleikin hjá næmingum okkara, um vit skulu tosa um Pisa og royndir sum heild, er, at teir als ikki verða stýrdir soleiðis, sum eitt nú finskir ella japanskir næmingar. Vit hava eina sera “humana” mynd av børnum, og hetta sæst eisini aftur í skúlanum. Bæði gott og minni gott. Eg haldi, at vit krevja ov lítið av næmingunum og børnum okkara.
Næmingarnir eru teir, sum til eina og hvørja tíð skulu vísa, hvat teir hava lært - fakligheit. Fyri at læra skulu teir hava tað gott, og er trivnaður ein avgjørd fyritreyt. Í hesum samanhangi er tað næmingurin, sum er í miðdeplinum, og sum skal hava eina góða og gevandi skúlatíð.
Heim og skúli - trivnaður og fakligheit
Tá fólkaskúlin leggur upp til, at skúlarnir skipa foreldraráð á skúlunum, er tað sjálvsagt út frá ymiskum kanningum, sum vísa, at foreldur hava eina so ovurstóra ávirkan á síni egnu børn – nógv størri enn lærararnir. Her verður grundvøllurin lagdur, og her verða virði skapt saman við virðing fyri familju, vinum, skúla, lærara, leiðslu, skipanini, politikarum, løgreglu, rætt og skeivt o.s.fr.
Áhugaverdar kanningar vísa, at positivt, aktivt og málrættað arbeiði bera frukt. Hetta krevur, at næmingarnir eru klárir, orka at savna hugsanir og gera eitt gott arbeiði.
Tó lærir eingin av ”bara” at kenna seg tryggan, nei, her skal eisini eitt fakligt umhvørvi til. Trivnaður og fakligheit eru jú tvær síður av somu søk - eins og foreldur og skúli eru tað.