Móttøka
At samanhaldið í Skopun er stórt, var dagurin í gjár eitt týðiligt tekin um. Nógv fólk nýttu høvið at vitja inn á gólvið á fiskavirkinum, nú 40 ár eru liðin, síðan fyrstu kassarnir við fiski komu inn á gólvið til virkingar. Síðan henda dag eru nógv tonsini virkað, bæði við hond, sum tað var í byrjanini – og seinni við effektivum maskinum.
Uppi í stóru gongini hingu áhugaverd skjøl og myndir frá teirri fyrstu tíðini í søgu felagsins – og enntá undan henni, og longur inni á gongini hingu myndir og ymisk greinaklipp, ið lýsa ein part av søguni aftanfyri Sólarris, sum var navnið á virkinum gjøgnum mong ár.
Tú kundi gingið leingi og hugt at skjølum, myndum og ymiskum greinaklippum, men inni í matarhøllini byrjaði skjótt tann almenni parturin av móttøkuni. Fleiri fólk høvdu ymiskt upp á hjarta, sum tey fegin vildu bera fram, nú 40 ár eftir sjálvan stovningardagin.
Og tó.
Stundir vóru til at kaga eitt lítið sindur – ella, tú kundi ikki annað, tá ið hetta tilfar kortini hekk har til tað sama.
Hol í høvdið
Sjálvandi siga myndirnar teimum mest, sum eru við á teimum og familjum teirra, og tað vísti seg eisini, at tey mongu, sum høvdu leitað sær inn á virkið seinnapartin í gjár, høvdu stóran áhuga í hesum partinum.
Onnur sóu nøvnini á sínum núlivandi og farnu forfedrum, ið slóðaðu fyri, á skjølum, og tú hevði ta kenslu, at hetta vóru fólk, sum rættiliga høvdu lagt lív og sál í at reisa hetta virksemi á føtur. Í summum førum hava menn persónliga veðhildið fyri lánum fyri at skapa trivnað og møguleikar í bygdini.
Tað er Fríðhild Winther, sum sjálv hevur verið knýtt at virkinum í mong ár, sum við góðum stuðli frá fólki hevur savnað tilfar til framsýningina.
Í einum av greinaklippunum, sum er úr Sosialinum frá 10. januar í 1982, sigur táverandi virkisleiðarin í Skopun, Harry Hentze, at ”tað er hol í høvdið at byggja eitt flakavirki á Sandi”. Hann vísir á, at rávørugrundarlagið er ov lítið – og heldur ikki er fólk til tvey flakavirki í oynni.
Tað er menniskjansligt at verja um tað, tú hevur, og hugsandi hevur Harry væntað, at fingu sandingar eisini sítt virki, fór hetta at ganga útyvir ráfiskagrundarlagið í Skopun.
Nú so nógv verður tosað um livur og mistar inntøkur í hesum sambandi – ja, miljardir, sum onkur hevur ført fram, duttu vit eisini á eina áhugaverda ”vektnotu” í gongini á fiskavirkinum.
Hetta er ein vektnota frá 26. mars í 1952. Tá hevur útróðrarbáturin Vørður avreitt til Firma Jens M. Poulsen. Nøgdin av toski er 2490 pund, hýsa telir 220 pund og smáfiskur 400 pund.
Tað, sum er áhugavert við hesi vektnotu, er, at Vørður hendan várdagin í 1952 eisini hevur avreitt 100 pund av livur. Hetta merkir, at meðan handilsmaðurin í Skopun keypti livur fyri meira enn 55 árum síðan, gongst illa hjá bátum at sleppa av við livur fyri líkinda prís í dag.
Fyrsta treytin fyri, at skip og bátar skulu taka livur er, at teir kunnu fáa nakað fyri hana, og so seint sum í gjár høvdu vit samband við reiðara, sum segði, at livurin, sum hann hevði sent á fiskamarknaðin um dagarnar, als ikki varð keypt!
Tí noyðast teir, sum rópa upp um miljardir fyri livratøku og livrasølu, eisini at hava okkurt hugskot um, hvussu vit kunnu fáa sum mest burtur úr hesum.
Nógvar talur
Tað vóru fleiri, sum høvdu ymiskt uppá hjarta á fiskavirkinum í Skopun í gjár, og heilsanir og góðynskir mundu – positivt sagt – ongan enda tikið.
Meðan Sosialurin steðgaði á virkinum, lýddu vit á nakrar av røðunum. Síðan fóru vit niður í framleiðsluhøllina at vitja virkisleiðaran og hansara fólk. Tey stóðu so hugagóð við maskinurnar og á sínum plássum við reinskeri-og pakkiborðini, meðan vertir og gestir hildu dagin uppi í matarhøllini við góðum køkum, kaffi og te.
Arbeiðsfólkini fingu kortini eisini sín part av køkuni, tá ið regluligir steðgir vóru.
Tað var Marner Lisberg, sum fyrstur var at siga nøkur orð.
Hann hugleiddi um tíðina, tá ið virkini í oynni lótu uppaftur eftir kreppuna – undir navninum Sandoy Seafood, og hann vísti eisini á, hvussu góðar kreftir í Sandoynni tá talaðu fyri, at sandoyingar fingu sína loysn, so virksemi aftur kundi blíva á virkjunum.
- Tað var ein kostnaðarmikil uppgáva at fáa virkini í haldgóðan stand aftur, og tá ið vit byrjaðu at keypa fisk, stóð nógv á likviditetinum.
Marner vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólkið á plássinum hugsar um bygdina og arbeiðsplássini.
- Tey vita, hvønn týdning fiskavirkið hevur fyri bygdina, og tey vita eisini, hvat tað merkir, tá ið einki virksemi er.
Hann segði, at tað var ikki sum vanligir ”investorar”, at teir tóku yvir virkini í oynni, tí higartil hava virkini ikki kastað tað nógva av sær.
- Men vit vóna framhaldandi, at hetta virksemið sum frálíður fer at dryppa av sær – eisini til okkum eigarar.
Marner segði, at tá ið felagið byrjaði sítt virksemi í Sandoynni, var avlop av fólki, sum hann tók til, men í dag vantar virkinum í Skopun fleiri reinskerarar.
- Best hevði verið, um vit kundu arbeitt í tveyskiftivakt á virkinum. Høvdu vit havt nakrar útlendingar, sum stuðlaðu undir henda møguleika, hevði samstundis verið meira arbeiði til okkara egnu arbeiðsmegi, segði Marner Lisberg.
Døpur tíð
Egil Olsen, sum er í nevndini aftanfyri Sandoy Seafood, segði, at tað var ein trist tíð, tá ið teir fóru at fyrireika upplating av virkinum í Skopun.
- Her var einki fólk at síggja, og tað vísti seg, at fólk trúðu ikki uppá, at virksemi kundi blíva aftur í oynni. Hendan tíðin vísti okkum, hvussu hart ein slík kreppa kann raka eina bygd – og eitt øki.
Men skjótt broyttist hugburðurin.
- Tá ið virksemið byrjaði, og ein tíð var fráliðin, broyttist alt. Fólk fingu trúnna aftur, og tey gjørdust glað. Tað hevur nógv at siga, at ein sál liggur aftanfyri tað, tú fæst við, segði Egil Olsen.
Í blaðnum í morgin fara vit at venda aftur til ymiskt annað, ið sagt varð við móttøkuna, og tá fara vit eisini at vitja virkisleiðaran, Martin Olsen, og hansara fólk.