føroyskari familju. ? Eg teknaði meg til alt møguligt beinanvegin, soleiðis at skuldi støðast betri. Eg gekk á musikskúla, har eg spældi orkestur- og kamartónleik og fekk undirvísing, og eg kom uppí gospelkórið [...] eg visti av, og tá ið kom á pallin vóru tey við sum kór. Tað var eitt sjokk, at eg skuldi vera við ? eitt positivt sjokk, sigur Sigrid. Tað var hetta, sum rættiliga setti gongd á sangleiðina hjá Sigrid í [...] lætt-ari. Avgerðir verða ikki tiknar yvir høvdið á okkum, tí vit seta sjálvar krøv til alt. Tað eru jú vit, sum stíga fram alment. So leingi man hevur beinini á jørðini, eina trygga bakgrund og góðan stuðul
kroppur hansara ikki ein sjón, ið føroyingar vanliga síggja ein sólskinsdag á Leynasandi ella í Sandagerði. Ikki er hann høgur á vøkstri, 166 cm, men kroppur hansara er hinvegin eitt savn av sera stórum [...] (Uttanfyri kapping)100 kg. (í kapping)90 kg. Hædd: 166 cm. Úbúgving: Sálar- og námsfrøði á College St. Henry 1984, sjúkrasystur á Rotterdam Regional College 1992 Tosar hesi mál: Franskt, hálendskt, swahili, lingala [...] Roberto byrjaði at venja í 1987. Hann fann skjótt útav, at hann hevði tað, ið skuldi til. Kropsliga gekk væl, men eisini hevði hann rætta hugburðin, ið er umráðandi. Skal ein gera seg galdandi, so er hørð
tinginum uttan at frætta aftur. Hinvegin er alt sum bendir á, at løgmaður hevur villeitt tingið. Undir 3. viðgerð, tá hetta málið seinni kom á ting aftur, kom fram, at orðingin um uppgávurnar hjá yrkisráðnum [...] var talan um ein ráðharra sum gekk ímóti eini fólkatingslóg, og ein forsætisráðharra sum villeiddi fólkatingið í einum uppá seg »lítlum« máli. Júst her síggja vit munin á hvussu ein stýrisskipan eigur [...] í málum viðvíkjandi »lønjavningarstovuni«, sum umsitir inntøkutrygd fiskimanna. Løgtingið samtykti á vári 1997 uppskot frá landsstýrinum um »yrkisráðið« saman við broyting í hesum uppskoti sum ein samd
Fólkatalið í fornu grisku býarstatunum var minnið enn fólkatalið í Íslandi í dag. Tá gamla Athen var á hæddini á døgum Perikles, búðu okkurt um 200.000 fólk, íroknað trælir. Í Renæssance Italiu var landið býtt [...] minkandi, og vansarnir at vera lítil eru minkandi. Alberto Alesini, professari í búskaparfrøði á Harvard, vísir á, at stór lond hava møguleika at stuðla landspørtum við fíggjarligum trupulleikum og soleiðis [...] Í byrjani gekk sum ætlað, men tey seinastu tjúgu árini er Suðuritalia dragnað longur og longur afturúr. Í dag ivast man um peningaflytingarnar frá norður til suður hava positiva ávirkan á búskapin, ella
leiða leggja á tað norðurlendska samstarvi, samanborið við tað arbeiði núverandi stjórn hevur lagt í hetta arbeiði? ? Vit vilja leggja stóran dent á hetta samstarvi. Núverandi norska stjórnin gekk inn fyri [...] yvir at norskar fyritøkur eru farnar at vísa Føroyum áhuga, og hann vísir serliga á tað sum hendir innan oljuvinnuna og á samferðsluøkinum, har Norrøna røkir sambandi um havið, meðan norska flogfelagið Teddy [...] táverandi norska forsætisráðharranum, Lars Korvald, og síðani 1973 hevur hann umboða fylki Møre og Romsdal á Stórtinginum. Frá 1975 til 1983 var hann næstleiðari í flokkinum, og frá 1985 til 1996 var hann flo
Fiskasølan vórðu samanløgd. - Eg havi tvær ferðir bjóðað upp á Fiskavirking vegna ein bólk av reiðarum. Longri er tann søga ikki. Tilboðið, sum kom upp á Fiskasøluna, hevði eg heilt avgjørt onki við at gera. [...] fór frá sum formaður, hevur hann tvær ferðir umboðað bólkar av vinnulívsfólki, sum hava bjóðað upp á Fiskavirking. Og nú er eisini hann drigin upp í ósemjuna ímillum Dagmar S. Joensen, sum nýliga er farin [...] í Framtaksgrunninum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum. Og tað kemur rættiliga óvart á Niels Winther Poulsen. Tá ið Dagmar S. Joensen í brævi til Løgmann, lýsir málið um Rúsuna og Framtaksgrunnin
orðstýrarin á aðalfundinum hjá FSF, Jógvan Arge, heldur skemtandi til, tá Dánjal Andreasen uttan atkvøðugreiðslu varð kosin at vera nýggjur formaður í Fótbóltssambandi Føroya leygardagin. Hóast hetta gekk bæði [...] eru maksimum fyri, hvat hetta kann kosta FSF. Mær hevði sjálvandi dámt best, um vit á komandi aðalfundi kundu víst á, at vit einki høvdu nýtt av hesum, men tað fáa vit at síggja. - Sum sagt, so meti eg [...] kanska verið at innilokað vøllin á Toftum. Um fíggingina av slíkum vølli, sigur formaðurin, at UEFA letur stuðul til slíkar ætlanir, so talan verður als ikki um eina íløgu upp á tíggjutals milliónir, sum F
um hann á alnótini. Men ein dagin í 2007 fekst av tilvild ein slóð, og hetta var byrjanin til eina gransking, sum hevur fingið fram kanska ta mest forkunnugu føroysku persónsøgu, bert grundað á tilfar [...] Miðviku skal verða gjørdur samandráttur av hesi søgu við serligum denti á hetta nýggja tilfarið. Her verður eisini í fleiri førum víst á, at nakað av tí, sum aðrir søgufrøðingar hava ført fram, er skeivt, [...] fór á Bíbliuskúla í London og vildi sleppa í “heidningalond” at virka. Tá er tað, at Balolo missiónin í London søkir eftir einum maskinmeistara til “Pioneer”, annan av teirra bátum, sum sigldu á Congoánni
ein slíkan hvøkk á seg, tá ið áin knappliga fór at leypa, at hann ikki fekk rópt fyri ræðslu. Ólavur doyði í áarlopinum og slongdist við ánni oman á sandin, har líkið seinni varð funnið á Neystaroyru, sum [...] viðurskiftum og gleddist yvir hvørt framstig, ið gjørt var her á landi. Málið viðvíkjandi tí nýggju kirkjuni á Skála lá honum heitt á sinni – hann var formaður fyri bygginevndina og hevur saman við [...] útbúgva seg til sítt starv, ið skuldi vera hansara lívsyrki, fór hann seinni til Keypmannahavnar og gekk á Købmandsskolen har. Liðugur við lesnaðin kemur hann heim aftur til Føroya at hjálpa pápanum, ið nú
skrivað, men hóast málið var fyri á fundi ferð eftir ferð, var tungt at fáa nakra samtykt gjørda. Hetta var ikki so løgið, tá hugsað verður um tað »kríggj«, sum er her á landi, tá avsettur peningur til [...] frá yngri árum av góðan arbeiðshug. Hann elskaði at vera á trøðni, og tá hann t.d. var liðugur við sítt dagsverk sum málari fór hann um kvøldið út á trøðna ella eisini eftir einum torvleypi. Men eitt sum [...] bóndaætt var Fólkaflokkurin nokk so nærliggjandi. Undan løgtingsvalinum hetta árið komu tríggir menn á gátt, ein av Sandi, ein úr Skálavík og ein úr Húsavík at spyrja, um hann ikki vildi vera valevni til