Sakligur fyrispurningur til Høgna Hoydal

Høgni skal hava tøkk fyri, at hann í »Sosialinum« leygardagin gevur tilsøgn um altíð at vilja luttaka í einum sakligum orðaskifti um stjórnarmál. Ætli at taka hann uppá orðið og skal tað aktuella málið verða lýst á ein serdeilis sakligan hátt.

Vit fingu í undanfarnu tingsetu eina nýggja stýrisskipan. Samb. henni skuldi løgtingið hava tvinnar høvuðsuppgávur, og tær eru 1) at vera lóggevandi og 2) at hava eftirlit við at landsstýrið fylgir samtyktum løgtingslógum.

Í síni eftirlitsuppgávu hevur løgtingið fingið fylgjandi høvuðsamboð:


1.møguleikan fyri at seta landsstýrismonnum fyrispurningar. Orðaskiftið um ein fyrispurning skal boða landsstýrismanninum frá støðuni hjá tinginum til umsitingina av viðkomandi máli


2.møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna hvørt landsstýrismaður hevur borið seg óregluliga at. Henda møguleikan kann ein triðingur av løgtingsmonnum nýta. Tískil kann andstøðan vanliga seta kanningarstjóra


3.møguleikan at seta fram uppskot um misálitisváttan.


Hvussu virkar hetta í praksis?

Stýrisskipanin gevur tískil løgtinginum fullan møguleika fyri at tryggja sær, at tað veruliga er hægsta vald, og at uppgávan hjá landsstýrinum »bert« er at seta løgtingslógir í verk og at umsita tær.

So er spurningurin hvussu hetta virkar í praksis. Hetta verður sera væl lýst av málinum um yrkisráðið hjá lønjavningargrunninum, sum skuldi vera mannað við umboðum frá vinnuni og landsstýrinum og vera ráðgevandi í málum viðvíkjandi »lønjavningarstovuni«, sum umsitir inntøkutrygd fiskimanna.

Løgtingið samtykti á vári 1997 uppskot frá landsstýrinum um »yrkisráðið« saman við broyting í hesum uppskoti sum ein samd vinnunevnd mælti til og eitt samt ting tók undir við. Broytingin segði, at yrkisráðið umframt at ráðgeva um »inntøkutrygd v.m.« eisini skuldi ráðgeva um »fyrisitingina hjá lønjavningargrunninum«.

Hálvt annað ár seinni ella á heysti 1998 er henda lógin framvegis ikki sett í verk. Tískil setur ein tingmaður landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein fyrispurning um hví hetta ikki var hent. Tá málið verður svarað í tinginum er tað løgmaður sum er komin at umsita fiskivinnumál. Tað framgongur av svarinum, at reella orsøkin til at lógin ikki var framd var tann, at landsstýrismaðurin ikki bríggjaði seg um ta broyting í nevndu lóg sum løgtingið hevði samtykt eftir tilmæli frá vinnunevndini. Men annars var høvuðsgrundgevingin hjá løgmanni, at nevnda broyting hjá løgtinginum skuldi stríða ímóti stýrisskipanarlógini.

Tað er tó ikki enn framløgd nøkur løgfrøðislig grundgeving fyri hesum sjónarmiði. FF hevur fyri trimum vikum síðani biðið landsstýrið um at fáa tær metingar hjá løgfrøðingum sum løgmaður hevur nýtt sum grundarlag fyri sínum grundgevingum í tinginum uttan at frætta aftur. Hinvegin er alt sum bendir á, at løgmaður hevur villeitt tingið. Undir 3. viðgerð, tá hetta málið seinni kom á ting aftur, kom fram, at orðingin um uppgávurnar hjá yrkisráðnum var minni víttgangandi enn orðingin um uppgávurnar hjá sjúkrahúsráðunum, sum eru beinleiðis tilegnaðar í samband við nýggju stýrisskipanina. Her var nevniliga sagt, at sjúkrahúsráðini kundu ráðgeva um »øll« viðurskifti viðvíkjandi sjúrkahúsunum. T.v.s. við ongari avmarking.

Hóast hetta gav løgtingið á ongan hátt løgmanni tey boð, at ein samtykt lóg skuldi fremjast. Tískil hevur hesin møguleikin at hava eftirlit við landsstýrinum víst seg at vera nyttuleysur.


»Kanningarstjórin« avsettur

Enn minni var heimildin at seta ein kanningarstjóra nýtt, hóast tað skuldi vera nærliggjandi við nevndu ivamálum. Hesin møguleikin má longu roknast fyri at vera »avmonteraður«. Løgtingið hevur í tveimum førum sett ein kanningarstjóra. Í báðum førum er hann heilt rætt komið fram til skeiva mannagongd hjá landsstýrismonnum, eisini hjá mær sjálvum viðv. brot á javnstøðulógina. Úrslitið hjá kanningarstjóranum hevur ikki verið so frægt sum viðgjørt í tinginum ella í nakrari nevnd. Tískil varð heldur ikki gjørd nøkur niðurstøða. Hesar kanningar hava verið kostnaðarmiklar, so tað verður neyvan nakar kanningarstjóri settur aftur.

Tískil skal heldur ikki roknast við hesum møguleika at hava eftirlit við landsstýrið.


Løgtingið samtykkir at tað er ikki hægsta vald

Løgtingið fekk ein møguleika afturat. Tað var tá løgmaður legði uppskota ting um at avtaka yrkisráðið við nøkurlunda somu grundgevingunum sum í áður nevnda svari til tingmann. Málið fór í vinnunevndina, har samgongumeirilutin uttan nakran spurning samtykti at taka undir við uppskotinum. Annars skuldi tað verið upplagt at nevndin kannaði hvat hald var í grundgevingini um at samtykta lógin stríddi ímóti stýriskipanarlógina. Tað gjørdi hon ikki. Annars er tað áhugaverdur spurningur, hvørt tað í eini ivasak er løgtingið ella landsstýrið sum avger hvørt ein lóg stríðir ímóti stýrisskipanini ella ikki. Uppgávan hjá løgtingsskrivstovuni er jú at tryggja, at samtyktar lógir eru í samsvar við stýrisskipanina. Sjálvsagt kann hon mistaka seg. Men tað má undra, at ein løgtingsnevnd uttanum sína »egnu« skrivstovu góðtekur ein leysan pástand úr landsstýrinum um at løgtingið hevur gjørt eina samtykt sum stríðir ímóti stýrisskipanini.

Endin á hesum málinum gjørdist, at hvør einasti samgongutingmaður tók undir við nevnda uppskoti væl vitandi at grundgevingarnar fyri uppskotinum vóru skeivar.

Niðurstøðan av allari hesi tingviðgerðini kann ikki vera onnur enn:

1. Vit hava ein løgmann sum ikki kennir tað sum sína skyldu at seta í verk samtyktar løgtingslógir.

2. Vit hava eitt løgting sum heilt greitt hevur givið til kennar, at tað er upp til vælvildina hjá einum landsstýrismanni í hvørjum máli um hann fremur eina løgtingslóg ella ikki.


Tamilmálið

Hetta mál kann væl sammetast við Tamilmálið. Her var talan um ein ráðharra sum gekk ímóti eini fólkatingslóg, og ein forsætisráðharra sum villeiddi fólkatingið í einum uppá seg »lítlum« máli. Júst her síggja vit munin á hvussu ein stýrisskipan eigur at virka og hvussu hon ikki eigur at virka. Ráðharrin mátti leggja frá sær og varð settur fyri ein ríkisrætt. Samstundis varð hann liðugur maður í politikki. Fleiri av hansara embætismonnum fingu sekkin og forsætisráðharrin legði frá sær, tá ein »kanningarstjóri« kom til ta niðurstøðu, at fólkatingið var villeitt í tamilmálinum.


Spurningurin til Høgna

Hetta mál er als ikki ein spurningur um eina nevnd meira ella minni. Tann veruligi spurningurin er hvørt vit hava eina stýrisskipan sum virkar ella ikki og ikki minst um tað er nakar vilji at fáa hana at virka. Í hesum liggur eisini hvørt løgtingið vil fasthalda, at løgtingslóg skal fylgjast, eisini í førum tá talan er um lógir sum tingmenn ikki bríggja seg um. Tað er óneyðugt at siga, at hevur løgtingið fyrst einaferð latið sær lynda, at landsstýrið ikki skal føla seg bundið av eini løgtingslóg, kann sama støðan vera galdandi fyri eina og hvørja lóg.

Tískil er spurningurin til Høgna Hoydal, landsstýrismann: Heldur tú, at Føroya fólk kann føla seg trygt at fara inn í eitt fullveldi við teirri umsiting av stýrisskipanarlógini sum greitt er frá í hesi grein.


Óli Jacobsen