Um Noreg aftaná Stórtingsvalið mánadagin fær ein nýggjan forsætisráðharra, so eitur hann Kjell Magne Bondevik, og er úr Kristiliga Fólkaflokkinum. Hansara flokkur kann gerast næststørsti í Stórtinginum, og Kjell Magne Bondevik er einasti persónur andstøðan kann semjast um.
Kjell Magne Bondevik hevur í nógv ár verið ein góður talsmaður fyri norðurlendska samstarvi, og tættari samstarv við Føroyar er eitt av hansara hjartamálum.
? Um norsku oljufeløgini og onnur norsk feløg í størri mun fara at virka í Føroyum, so er tað ein sjálvfylgja at norska stjórnin og norskir myndugleikar fara at vísa Føroyum og føroyingum størri ans. Tað sigur seg sjálvt at Noreg eigur at vísa Føroyum størri áhuga, sigur Kjell Magne Bondevik í samrøðu við Sosialin.
Longu í 1972 royndi hann seg sum skrivari hjá táverandi norska forsætisráðharranum, Lars Korvald, og síðani 1973 hevur hann umboða fylki Møre og Romsdal á Stórtinginum. Frá 1975 til 1983 var hann næstleiðari í flokkinum, og frá 1985 til 1996 var hann flokksleiðari. Nú er hann leiðari fyri tingbólkin hjá flokkinum og er teirra uppskot til stjórnarleiðara.
Kjell Magne Bondevik hevur eisini verið ráðharri fyri kirkju- og skúlamál og uttanríkismálarádharri, og álíkavæl er hann ikki meir enn knappliga 50 ára gamal. Hann er føddur 3. september 1947.
Meir til Útnorður
Útnorðursamstarvi hevur eitt serligt pláss í huganum hjá Kjell Magne Bondevik. Hann hevur í Norðurlanda Ráðnum arbeitt fyri at Grønland, Ísland og Føroyar skulu fáa betur sømdir í hesum samstarvinum.
? Eg eri eisini av tí áskoðan at vit í Norðurlanda Ráðnum eiga at vísa Føroyum og Útnorðuri størri ans og betri sømdir. Kristiligi Fólkaflokkurin og Miðflokkarnir í Norðurlanda Ráðnum hava millum annað stuðla einum uppskoti um meir stuðul til næmingar í Útnorðuri, ið ynski at nema sær vitan í grannalondunum í Útnorðuri. Hugskotið aftanfyri hetta er at longu frá ungdómsárunum av skulu komandi ættarlið knýta tættari bond millum fólkasløgini í Útnorðuri.
Kjell Magne Bondevik vitjaði í Føroyum í vár, eftir innbjóðing frá løgtingsliminum Jørgen Niclasen. Bondevik er formaður í nevndini fyri norðurlendsk mál í Norðurlanda Ráðnum, har Jørgen Niclasen er næstformaður.
? Tað var eitt upplivilsi at vitja Føroyar og ferðin var sera áhugaverd. Tað er eisini av stórum týdningi at vit halda tætt samband við grannalondini í útnorðuri. Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland hava søgulig bond sum vit ikki eiga at gloyma og vit eiga at halda hesi bondini viðlíka.
Hann hevur í nógv ár havt samband við føroyskar politikkarar í Norðurlanda Ráðnum, men kennir eisini fleiri i føroyska Kristiliga Fólkaflokkinum.
Stóran týdning
Hvørjan dent vil ein stjórn sum tú skalt leiða leggja á tað norðurlendska samstarvi, samanborið við tað arbeiði núverandi stjórn hevur lagt í hetta arbeiði?
? Vit vilja leggja stóran dent á hetta samstarvi. Núverandi norska stjórnin gekk inn fyri limaskapi í Europeiska Samveldinum, og hetta hevur gjørt at stjórnin hevur lagt ov nógv arbeiði í at samstarva við ES. Óbeinleiðis førdi hetta við sær at tað norðurlendska samstarvi ikki fekk líka nógv pláss á skránni hjá Gro Harlem Brundtland og hetta seinasta árið hjá Thorbjørn Jagland. Hetta tætta samstarvi við ES hevur sjálvandi verið sterkari í Finlandi og í Svøríki. Men nú hevur Noreg sagt nei takk til at gerast ES-limur, og tí meini eg at tað er av stórum týdningi at vit gera meir burturúr norðurlendska samstarvinum.
? Skipanarbroytingarnar í Norðurlanda Ráðnum hava ført við sær at arbeiðshugurin er munandi øktur í seinastuni. Hesa støðuna eiga vit at brúka til at fylla samstarvi við meir innihald, og her Útnorðursamstarvi ein týdningarmikil partur. Vit vilja saman við Miðflokkunum í Norðurlanda Ráðnum arbeiða fyri at so verður.
Kjell Magne Bondevik vísir á at teir norðurlendsku stovnarnir sum liggja í Útnorðuri, t.d. Norðurlandahúsið, eiga at fáa meir pengar, so at teir kunnu virka soleiðis sum ætlanin upprunaliga var.
Tættari vinarbond
Hvat kann gerast fyri at fáa tættari bond millum Føroyar og Noreg?
? Vit politikkarar kunnu arbeiða málvíst í Norðurlanda Ráðnum. Men teir politisku flokkarnir í Noregi sum hava systurflokkar í Føroyum eiga at royna at halda hetta samstarv viðlíka, og at menna tað. Kristiligu Fólkaflokkarnir hava eitt slíkt samstarv. Eg vil heita á aðrir flokkar um at gera meir við slík samstørv. Hetta hevur nógv at siga fyri andan í grannalagnum, men kann eisini vera við til at styrkja alt tað norðurlendska samstarvi, bæði politisk og í aðrar mátar.
? Vit eiga at brúka norðurlendsku stovnarnar og norðurlendsku mentunarhúsini munandi meir enn í dag, og so eigur norska stjórnin eisini so við og við at økja um sambandið við Føroyar. Tá norsk oljufeløg og onnur norsk ídnaðarfeløg økja um sítt virksemi í Føroyum, so má norska stjórnin vísa Føroyum og føroyingum størri áhuga.
Tú ert ikki bangin fyri at hetta eru nógv vøkur orð og nógv pappír?
? Nei, tí menniskju eru ikki pappír, og tað er sambandið millum menniskjur sum skal byggja hetta samstarvi og tað er millum menniskjur alt byrjar. Vit hava víst at vit vilja nakað og at vit gera nakað við tað, t.d. at vit geva næmingum betri møguleika at fara í grannalond at nema sær vitan og eisini at vit vilja styrkja norðurlendsku stovnarnar í Útnorðuri.
Tingmannaráðið
Eiga norskir Stórtingslimir at fáa pláss í Tingmannaráð Útnorðurs?
? Eg veit at hesin spurningurin hevur verið viðgjørdur í Tingmannaráðnum, og eg veit eisini at ein enn ikki er samdur um norðmenn eiga vera við í hesum ráðnum. Eg eri ikki vísur í at norskir tingmenn eiga at fáa sess í Tingmannaráðnum, og í øllum førum eiga vit at bíða til Tingmannaráði hevur roynt hetta samstarvi í nøkur ár afturat. Tað er ikki óhugsandi at Tingmannaráð Útnorðurs kann missa nakað av síni styrki og síni uppgávu, um ov nógv lond eru við.
Men tað er av stórum týdningi at Norðurlanda Ráðið hevur økt samstarv við Tingmannaráðið, og tað hava vit lagt lunnar undir, sigur Kjell Magne Bondevik.
Hann frøðist yvir at norskar fyritøkur eru farnar at vísa Føroyum áhuga, og hann vísir serliga á tað sum hendir innan oljuvinnuna og á samferðsluøkinum, har Norrøna røkir sambandi um havið, meðan norska flogfelagið Teddy Air umhugsar eina flogrutu til Føroyar.
? Oljuídnaðurin kann vera við til at økja um samstarvi millum Noreg og Føroyar. Men vit eiga at minnast til at tað eru ímillum fólk sum hittast at vinarbond knýtast um landamørk.