Smáar tjóðir klára seg betur

Gongdin í altjóða samfelagnum er til fyrimunar fyri smáar tjóðir

Kunnu lond vera ov smá? Hesin spurningur er settur í eini áhugaverdari grein í »The Economist« 3.?9. januar 1998. Av tí at greinin er ógvuliga viðkomandi fyri føroyingar, loyvi eg mær at at endurgeva ein part av greinini.

Í greinini verður Ísland tikið fram sum fyrimynd og dømi.

Ísland er nakað fyri seg. Við einum íbúgvaratali niðanfyri 270.000, er landið minsta limalandið í OECD. Hóast íbúgvaratalið ikki er størri enn í einum hampiligum býi í USA, so hevur landið alt tað, ið hoyrir til ein framkomnan stat. Sítt egna mál, mynteind og tjóðbanka. Egið flogfelag, umboðsmenn og ríkan skaldskap ið eisini er ógvuliga gamal.

Hendan pinkutjóðin er eisini ímyndin um framtíðina. Í dag eru nógv fleiri lond enn tað vóru í byrjanini av 20. øld og talið bara veksur. Í komandi øld verða nógv fleiri lond sum Ísland í verðini.

Hesin stóri vøksturin av sjálvstøðugum tjóðum tey síðstu 50 árini merkir, at helvtin av londunum í dag hava færri íbúgvar enn Staturin Massachussetts í USA. Hesin vøksturin hevur verið um somu tíð sum fleiri lond fara saman í felagskapir fyri at fáa stórdriftsfyrimunir, so sum ein stóran heimamarkna og felags mynteind, sum t.d. EU arbeiðir fram ímóti.

Hvat sigur hetta okkum um fyrimunir og vansar av støddini? Og telja høvuðsfyrimuninir við stødd ? tryggleiki og størri heimamarknaður ? minnið í eini verð við vaksandi fríhandili og tøkni sum minkar týdningin av fjarðstøðu?

Smáar tjóðir er sjálvandi ikki nakað nýtt fyribrigdi. Fólkatalið í fornu grisku býarstatunum var minnið enn fólkatalið í Íslandi í dag. Tá gamla Athen var á hæddini á døgum Perikles, búðu okkurt um 200.000 fólk, íroknað trælir.

Í Renæssance Italiu var landið býtt upp í eina rúgvu av býarstatum.

Í 19. øld varð rákið at savna londini í størri eindir. Tað var hildið at vera ørt av Belgia og Portugal at vilja vera sjálvstøðug, tí londini vóru alt ov smá til at kunna hava ein burðadyggan búskap. Guiseppe Mazzini, ein av oddamonnunum fyri sameiningini av Italiu, meinti at seks statir var nóg mikið fyri Europa.

Tá fyrri veraldarbardagin byrjaði, vóru 62 sjálvstøðug lond í heiminum, og í dag eru 193. 87 av teimum hava íbúgvaratal sum er minni enn í Danmark, 58 minni enn 2,5 mill. íbúgvar og 35 minni enn 500.000 íbúgvar.

At londini eru smá merkir ikki at tey eru fátøk. Stórveldi hava politiska makt, men eru sjálvdan rík, av tíggju teimum størstu londunum eru bert USA og Japan rík.

Kann tað vera at smá lond eins og smáar fyritøkur kunnu vaksa skjótari enn tey stóru ?

Tað sum hevur týdning er leiðsla og hugsjónir. Hóast tað ikki er ein beinleiðis vansi at vera stórur, so eru fyrimunirnir minkandi, og vansarnir at vera lítil eru minkandi.

Alberto Alesini, professari í búskaparfrøði á Harvard, vísir á, at stór lond hava møguleika at stuðla landspørtum við fíggjarligum trupulleikum og soleiðis útjavna kreppur. Um hesin stuðul bert er í einum avmarkaðum tíðarskeiði er í lagi, men ofta endar hetta sum ein verandi loysn. Hann lýsir Italia sum dømi, tað ríka Norðuritalia hevur síðani kríggið latið pengar til Suðuritalia, við tí endamáli, at vælferðin skal verða eins í øllum landinum. Í byrjani gekk sum ætlað, men tey seinastu tjúgu árini er Suðuritalia dragnað longur og longur afturúr. Í dag ivast man um peningaflytingarnar frá norður til suður hava positiva ávirkan á búskapin, ella um tær skaða fyritakssemi og vøkstur.

Semja man vera um, at stórur marknaður gevur stórdriftsfyrimunir, EU er eitt úrslit av hesum. Men við tí vaksandi fríhandili, eru hesir fyrimuninir minkandi, tann besta marknaðarstøddin er allur heimurin.

Í árunum 1918 ? 1939 t.d. tá ið ógvuliga strangar handilsforðingar vóru landanna millum var týdningarmikið við einum stórum heimamarknaði. Í dag eru marknaðinir nógv opnari og framburðurin í tøknini hevur minka um flutningskostnaðin bæði av vørum og vitan.

Av tí at tey smáu londini handla nógv við umheimin, eru tað tey ið hava havt størstu fyrimuninir við fríum handili. Handil við umheimin viðførir prosperity. Kanska er tað júst tí at tey eru smá og noydd at handla nógv við onnur, ið ger at tey so ofta hava prospera meira enn stór lond ið venda sær frá heimsmarknaðinum.

Yvirhøvur viðførir spesialisering meira lønsemi. Íslendska fiskivinnan hevur fleiri ferðir betri lønsemi enn t.d. tann canadiska. Høvuðsorsøkin er tann, at av tí at fiskivinnan í Íslandi er høvuðsvinnan, so er ikki ráðiligt at stuðla vinnuni sum gjørt verður aðrastaðir har vinnan er meiri fjøltáttað.

Smá lond hava eisini havt stórar fyrimunir av nýggju tøknini, sum hevur minkað um kostnaðin av samskifti við onnur lond. Hetta sæst millum annað av Internetbrúkarum í smáum ríkum londum. Í mun til fólkatalið hevur Ísland næstflest brúkarar í verðini.

Niðurstøðan í greinini er, at kostnaðurin fyri sjálvstýri í dag allarhelst er minni enn hann hevur verið í fleiri øldir.


Mínar viðmerkingar

Vit kunnu draga fleiri paralellir úr greinini á føroysk viðurskifti.

Vit fáa eins og Suðuritalia fær frá Norðuritalia, fíggjarligan stuðul úr Danmark við tí endamáli at uppihalda eina ávísa vælferð. Men alt fleiri serfrøðingar bæði her og aðrastaðir við ivast í um slíkur stuðul ikki ger meira skaða enn gagn.

Í greinini verður víst á at tann íslendska fiskivinnan ber seg so væl júst tí hon ikki fær almennan stuðul, og er tí noydd at laga seg til fortreytirnar og fáa sum best burturúr. Eitt eyðkenni fyri fyritøkur ið klára seg væl, er at tær eru framskygdar og hava hugsjónir. Hesir eginleikar eru eisini galdandi hjá tí einstaka menniskjanum og hjá landsins stjórn

Hetta eigur at geva okkum føroyingum nakað at hugsa um. Politikkarnir mugu sum skjótast finna útav hvørjar fortreytir fiskivinnan skal arbeiða undir, so at vinnan kann tillaga seg teimum nýggju fortreytirnar, bæði sær sjálvari og samfelagnum sum heild at frama.

Ein stórur bági fyri menningini av Føroyum er at so heilt ótrúliga stór orka fer at viðgerða okkara støðu í ríkinum.

Høvdu vit verið ein sjálvstøðug tjóð, so høvdu heilt onnur mál verið á dagsskránni og vit høvdu kunna ført veruligan politikk.


Hildur Eyðunsdóttir