mansins hjarta hjá Sunleif Rasmussen og um útlendskar klassiskar sangir, harav fleiri eru norðurlendskir eins og t.d. Demanten på marssnön hjá Sibelius. Fløgan er fjølbroytt og sjáldsom í føroyskum høpi. Tað [...] framleiðara og sangligum vegleiðara. Um onkur heldur seg kenna navnið aftur, er orsøkin helst, at hon er ein av teimum íslendsku sanglærarunum, sum hava staðið á odda í stovningini av nýggja Sangskúla Føroya [...] Stefansson, ið spælir urgu og Holmfríður Sigurðardóttir, sum spælir klaver. Tann fyrra kenna vit kanska serliga sum kórleiðara, men hann hevur umframt hetta, í mong ár starvast sum urguleiðari í Langh
tá LP plátan »Vælferðarvísur« kom út. Tað var sangurin um flyting, har hin láglønti løntakarin av bygd noyddist til Havnar at arbeiða fyri at vinna sær dagligt breyð - og varð noyddur at selja sær »húsini [...] framundir, at pengarnir hava fingið ovurstórt vald á, hvør verður valdur á Føroya Løgting. Tað hendi ein broyting á løgtingsvalinum 30. januar 2002. Av einhvørjari orsøk fór tað at kosta nógvar pengar at [...] milliónina fyri at verða afturvald. Hann setir eisini beinleiðis fram pástandin, at tað kann vera ein orsøk til, at val ikki longu er útskrivað, at tingfólk rætt og slætt ikki hava ráð til løgtingsval
enn sjey, fríkendir. Onkur minnist kanska enn gruggið eftir at fútin hevði fingið greið boð frá ríkisadvokatinum, at nú var slutt. Privat skjøl ólógliga kunngjørd, ein óskyldigur Mikinestúrur, sum fútin [...] fongur, og her mundu mangir brotsmenn fara at hitta sítt Waterloo. Tey ikki alt ov stuttmintu hóma kanska enn tær óendaligu reolirnar, ið javnan vóru at síggja í sjónvarpinum ta einu tíðina. Seinni frættist [...] aftur í so máta. Men harafturat hevur fútin sambært føroysku rættargangslógini allar heimildir, sum ein statsadvokatur hevur í Danmark. Hann skal sostatt tá kanningararbeiðið er lokið, taka støðu til um
standa sum ein fyrimynd. Eg havi eisini varhuga av, at fólk flest, ikki minst timburmenn, hava rættiliga stóra virðing fyri hesum handverkinum. Til dømis ímynda tey flestu sær, at ein bátasmiður er ein gamal [...] okkum ivaleyst hildu var farið í søguna fyri langari tíð síðani? Málið partur av fakinum ? Ein av orsøkunum er kanska nettup, at um ikki onkur av teimum yngru tekur við, so er vandin fyri at hetta yrkið hvørvur [...] føroyskum báti er ikki ein einasta linja snórabein, so tú kanst gloyma alt um waterpas og vinkul. Hetta kann als ikki samanlíknast við at smíða hús ella annað vanligt timburarbeiði, so fyri ein húsasmið, sum meg
verið um tennis-tøl á máltalvuni. Hóast talan kanska var um bíliga bakgrund, so tóktist GÍ í nógvar mátar at sannføra um, at landskappingin í ár neyvan verður eins soltin, sum hon var tað í fjør. Ikki minst [...] kropsligu styrkina, sum er neyðug, um menn bara skulu stríða seg úr trupulleikunum. At hava ein sannan brand í málinum, og ein sterkan defensivan miðvallara er í sjálvum sær sjáldan nóg mikið. Og í so máta hevur
kr. 40 í atgongumerki. Eisini fer kr. 5 av hvørji fløsku, sum verður seld kafékvøldið. Hetta ger kanska ikki stóran mun. Tí verður eisini høvi frá 20. - 27. septembur hjá øllum, sum koma inn á gólvið, [...] í býnum. Nú er gongd komin á aftur Um summarið er friðarligt. Eftir væl eydnaða ólavsøku var aftur ein steðgur, men frá 25. august hevur verið gongd á aftur. Fótatraðk skipaði fyri frálíkum dansi við fullum [...] hesum maillista. Tað ber til at seta seg á hendan listan á forsíðuni á heimasíðuni. Húsið hevur eisini ein faldara við skránni fyri hvønn mánað.
Avgustur Spurningurin, hvat hetta var fyri ein hvalur, er ikki loystur enn av nøkrum serfrøðingi, men onkur sørvingur helt seg síggja, at hvalurin helst hevur verið ein avgustur ella spermur. Hann máldi hvalin [...] hvalin til um 15 metrar og metti hann nú til eini 30 tons. Eingin ivi var so um, at hetta var ein kallhvalur! Í frálíku bókini »Villini súgdjór í Útnorðri« eftir Doretu Bloch og Edward Fuglø, stendur at lesa [...] vita ikki, um hesin hvalurin á Sørvági doyði av elli ella um onkur tól hava verið í honum, so hann kanska er deyður av ár 2000 trupulleikanum!
»Gorch Fock« er trímastrað bark. Skrokkurin og mastrarnar eru úr stáli. Hon er bygd í Hamburg á skipasmiðjuni »Blohm & Voss«, og varð tikin í nýtslu í 1958. Hon hevur við sínum yvir 120 uttanlandsferðin [...] høgtmettir gestur ú røllum heiminum. Seinna hálvárið 2002 fer »Gorch Fock« til Portugal og Spania eins og til norðurafrikansku strondina. Í sponsku havnini, Almeria, koma týski forsetin, Johannes Rau og [...] fara í land. Týski sendiharrin vil nýta høvi at hitta umboð fyri Føroya Landsstýri og umsitingina, eins og vinnulív, kirkjuna, mentan og skúla. Meðan skipið var til eftirlit 2000/2001 varð tann higartil
nývaknaður út, tá hann gav ein slutur fyri ein slatur, í samrøðu síni við Jón Sigurd høskvøldið. Eg, - í hvussu so er, haldi at hann so dyggiliga hevur sovið í tímanum. Ella er hetta kanska ikki hansara máls-øki [...] plasreað við tað sama. Ella í aðramátar allur ivi bleiv fyribeindur. Tó so,- ein annar møguleiki fyriliggur.: Ráharrin hevur kanska ikki sovið í tímanum, men handlað í beráddum huga, fyri síðan at hopa uppá [...] Hjalmar N. Poulsen ?????????????? Jøkulfell sakk umleið 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Syrgjuligu avleiðingarnar, sum vit øll yvirhøvur vita, førdu við sær at 6 sjómenn sjólótust. Onki víðari
Kári Thomsen ------ Eg undrist ofta og stórliga á Jan Muller og henda portalin nevndur oljan.fo. Ein fullkomuliga einkisigandi grein er 11. desember um ætlanir at fara undir framleislu av skifergassi í [...] ikki gera nakra viðmerkingar til málið - og hví vil Statoil ikki tað? Hvat er skifergass?, spyrja kanska fleiri. Hví er Jan Muller so einsíðugur í lýsing og kunning um hvussu gongst við leitan og borðing [...] finnast kundi. Stjórin fyri NASA´s Goddard Institute for Space Studies, James Hansen, ið eisini er ein av heimsins fremstu granskarum innan veðurlagsbroytingar segði m.a. "game over" fyri alheims veðurlagnum