Lagið var framúr í Gøtu eftir dystin sunnudagin. Undan dystinum varð mett, at júst hesi bæði liðini helst fóru at teljast millum tey í tyngra endanum av kappingini, men hesa samanbering vildi GÍ ikki uttan víðari vera partur av.
Tamir vágbingar
Hinvegin livdi VB væl og virðiliga upp til spádómin um, at teir verða í tunga endanum, tá árið er av. VB hevur seinnu árini sagt farvæl við nógvar av teimum, sum í nógv ár hava verið berandi, og tí kann vera trupult at lyfta arvin hjá mongu ungu spælarunum.
Kropsliga tóktust hesir heldur ikki vera gearaðir til fótbólt á Formula-støði, og tí komu teir rættiliga skjótt í dystinum undir stórt trýst.
Tvær ferðir fyri steðgin varð hetta eisini revsað, tá teir báðir ungu álopsmenninir hjá GÍ skutu vertirnir upp á 2-0. Fyrru ferðina slapp evnaríki Sverri Jacobsen rættiliga ótarnaður at stúta bóltin í netið, og stutt undan steðginum varð Jónreid Dalheim sendir leysur avstað.
Magni á bakkinum
Efit steðgin var spurningurin fyri tað mesta, hvussu trivaligur sigurin hjá GÍ skuldi verða. Marcin Dawyd í VB-málinum, sum í fjør spældi við GÍ, var sannur brandur, og uttan hansara hjálp kundi talan væl verið um tennis-tøl á máltalvuni.
Hóast talan kanska var um bíliga bakgrund, so tóktist GÍ í nógvar mátar at sannføra um, at landskappingin í ár neyvan verður eins soltin, sum hon var tað í fjør. Ikki minst tóktist Magni Jarnskor at stórtrívast í nýggja leiklutinum á vinstra bakki, har hann við góðum yvirblikki var partur í nógvum av tí, sum GÍ skapti niðaneftir.
Í hinum endanum var talan aloftast um tilvildarligar møguleikar, sum VB tó heldur ikki megnaði at gera sær dælt av. Spælið gekk aloftast ov seint, til at hetta veruliga kundi skapa nakrar trupulleikar, og lætti hópurin hevði heldur ikki kropsligu styrkina, sum er neyðug, um menn bara skulu stríða seg úr trupulleikunum.
At hava ein sannan brand í málinum, og ein sterkan defensivan miðvallara er í sjálvum sær sjáldan nóg mikið. Og í so máta hevur Ole Andersen enn eitt stórt arbeiði eftir at gera í Vági. Eisini hóast tað enn eru 26 umfør eftir at spæla.
GÍ-VB 3-0 (2-0)
1-0: Sverri Jacobsen
2-0: Jónreid Dalheim
3-0: Poul Arni Jacobsen
GÍ 3 bóltar
VB 1 bólt