Hjalmar N. Poulsen
??????????????
Jøkulfell sakk umleið 60 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Syrgjuligu avleiðingarnar, sum vit øll yvirhøvur vita, førdu við sær at 6 sjómenn sjólótust.
Onki víðari kom fram í føroyskum fjølmiðlum í málinum, annað enn hvat sjófrágreiðingin staðfesti. Almenningurin sum so, hevur í góðari trúgv hildið, at hetta nú var eitt avsluttað kappittul. Men so var ikki, og vit skuldu vita betur, sum frá leið. Ein eftirmeting av hendingini sigur okkum, at Føroyska Sjálvbjargingarstøðin, tá ið á stóð, sveik so dyggiliga. At hetta eigur at fáa avleiðing-ar, er baði rætt og rímiligt.
Tað er tó forkastiligt at eitt slíkt mál skal koma fram í ljósmála, av berari tilvild, um man nú kann kalla tað so. Spurningurin er nú um nakað nakrantíð hevði komið framm í hesum máli, um ikki munnligi fyrispurningurin hjá Tobba bleiv borin framm í Løgtinginum.
Fiskimálaráðharrin sá mær eitt sindur lotur og nývaknaður út, tá hann gav ein slutur fyri ein slatur, í samrøðu síni við Jón Sigurd høskvøldið. Eg, - í hvussu so er, haldi at hann so dyggiliga hevur sovið í tímanum. Ella er hetta kanska ikki hansara máls-øki? Hann átti sjálvsagt at handlað beinanvegin. Tá fyrsta eftirmetingin bleiv gjørd, átti hann at sett eina óhefta kanningarnevnd, til at lýsa málið, soleiðis at møguligt ábyrdarloysið bleiv staðfest og plasreað við tað sama. Ella í aðramátar allur ivi bleiv fyribeindur.
Tó so,- ein annar møguleiki fyriliggur.: Ráharrin hevur kanska ikki sovið í tímanum, men handlað í beráddum huga, fyri síðan at hopa uppá at málið bleiv gloymt. Um henda ætlan hansara hevði eydnast, hevði tað uttan yva komið væl við hjá onkrum. Spurningurin er um hetta ikki skuldi vera meiningin.
Tøkk fái tú Tórbjørn, fyri ikki at sova í tímanum, men vera vakin í so máta.










