»Har pengarnir fólkið flyta...«

Soleiðis yrkti Hanus Kamban til Kára P. fyri góðum tríati árum síðani, tá LP plátan »Vælferðarvísur« kom út. Tað var sangurin um flyting, har hin láglønti løntakarin av bygd noyddist til Havnar at arbeiða fyri at vinna sær dagligt breyð - og varð noyddur at selja sær »húsini har norðuri í líð« til »onkran, sum nú eigur tvey...«

Hvørt mansbarn man kenna hesar strofur hjá Hanusi, sum eru vorðnar fólkaogn - og tær verða ikki minni aktuellar, um vit lesa tíðargreinina hjá Jógvani Mørkøre í blaðnum í dag. Jógvan Mørkøre hevur sum fáur fylgt politisku skipanini í eitt mannaminni, og tí eru hansara hugleiðingar í blaðnum í dag sera áhugaverdar. Hann rør framundir, at pengarnir hava fingið ovurstórt vald á, hvør verður valdur á Føroya Løgting.

Tað hendi ein broyting á løgtingsvalinum 30. januar 2002. Av einhvørjari orsøk fór tað at kosta nógvar pengar at stilla upp til fyrsta løgtingsvalið eftir systemskiftið í føroyskum politikki - fyrsta valið eftir fullveldislandsstýrið. Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at fullveldisvongurin ella sambands/javnaðarvongurin hevur serliga ávirkan á hesi viðurskiftini, men sum eygleiðarar kunnu vit staðfesta, at tað brádliga til løgtingsvalið í 2002 bleiv rættilga kommersialiserað at stilla upp til løgtingsval.

Jógvan Mørkøre vísir í tíðargreinini á næstu síðu á, at hetta er vorðið serliga grelt eftir síðsta val, tá Føroyar á fyrsta sinni vóru eitt valdømi. Hann hevur tosað við tingfólk, sum hava brúkt úr 100.000 krónum og upp um hálvu milliónina fyri at verða afturvald. Hann setir eisini beinleiðis fram pástandin, at tað kann vera ein orsøk til, at val ikki longu er útskrivað, at tingfólk rætt og slætt ikki hava ráð til løgtingsval í ótíð - at íløgan skal í minsta lagið hava fýra ár fyri at forsvara seg.

Er støðan soleiðis, sum Jógvan Mørkøre lýsir hana, so hava vit ein sera álvasaman demokratiskan trupulleika.

Og fyri at venda aftur til Hanus Kamban, Kára P. og neyðars láglønta bygdamannin, sum noyddist at flyta til Havnar, fyri at klára seg:

»Í húsunum tínum nú halda teir frí
okkurt akademiskt kommandittkompaní
so gott er at sleppa sær burtur úr bý
at hvíla og hvessa sær vitið
til næsta leikin í talvinum
har pengarnir fólkið flyta...«

Soleiðis kann føroyskur politikkur eisini lýsast anno 2010...
-------

Sosialurin