Tíðindaskriv
Kenda føroyska songkvinnan Berghild Poulsen gevur í hesum døgum eina tónleikafløgu út. Heitið á fløguni er »Harmur og gleði« eftir Kingosálminum, sum eisini er við á fløguni. Hóast Begga, sum hon verður nevnd, áður hevur luttikið í fleiri plátu- og fløguútgávum, er hetta hennara fyrsta sjálvstøðuga útgáva við solosangi. Innihaldsliga fevnir fløgan ógvuliga breitt um ávikavíst føroyskar sálmar sum t.d. Sjá nú stígur sólin og Kristus reis frá deyðum og modernaðir sangir sum Fátækt er mansins hjarta hjá Sunleif Rasmussen og um útlendskar klassiskar sangir, harav fleiri eru norðurlendskir eins og t.d. Demanten på marssnön hjá Sibelius. Fløgan er fjølbroytt og sjáldsom í føroyskum høpi. Tað er ikki ofta vit uppliva fløguútgávur, har heimskendir klassikarar sum Fauré og Schubert kunnu upplivast lið um lið við okkara heimligu tónasmiðir.
Fløgan er innspæld í Langholtskirkjuni í Reykjavík við Ólöf Kolbrún Harðardóttir sum framleiðara og sangligum vegleiðara. Um onkur heldur seg kenna navnið aftur, er orsøkin helst, at hon er ein av teimum íslendsku sanglærarunum, sum hava staðið á odda í stovningini av nýggja Sangskúla Føroya. Undirspælið eiga royndir íslendskir tónleikarar sum Jón Stefansson, ið spælir urgu og Holmfríður Sigurðardóttir, sum spælir klaver. Tann fyrra kenna vit kanska serliga sum kórleiðara, men hann hevur umframt hetta, í mong ár starvast sum urguleiðari í Langholtskirkjuni. Holmfríður kenna føroyingar frá Sangskúla Føroya, har hon spælir klaver. Eisini sellospælarin Hrafnkell Orri Egilsson er royndur tónleikari og hevur m.a. spælt saman við kenda íslendska tónleikabólkinum Caput. Fløguútgávan er stuðlað av Mentanargrunni Landsins, Fjølrit, Dansk-Færøsk Kulturfond, Gramex, Landspeningur hjá KODA og Fitur. Tað er Plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út.