ikki minni væl at lurta. Hon tók meg ofta á bólið við at minnast hvat ið vit seinast høvdu tosa um, sjálvt um long tíð var farin síðan seinast. Hon kendi nøvnini á øllum mínum vinfólkum, og tá ið tey fingu [...] minni. Ein søga sum eg elskaði at hoyra frá abba, var søgan um tá ið abbi fór á Hjallnes í Kollafirði eftir kúnni Gráu. Á veg heimaftur hitti hann nakrar menn ið fregnaðust um prísin. Teir hildu hann verða [...] um Gráu segði abbi mær eisini frá tá ið hann lá á deyðsbóli, og móður sum hann var, bleiv tað henda søgan hann vildi siga mær hvørja ferð eg vitjaði hann á Landssjúkrahúsinum. Um hann hevði ein boðskap við
ráðharrastovur. Í Kina – skal úttalast á sama hátt sum Kili – kunnu hesi serkønu gera neyðugt umsetingararbeiði har á staðnum. Borð og stól kunnu tey saktans fáa til láns á onkrari íslendskari sendistovu í Peking [...] r í 1993. Hetta var eitt stig fram á røttu leið hjá okkara skúlaverki. Tað var at frøast um, at skúlar við næmingum í 1. flokki og uppeftir nú kundu fáa eitt atlas á okkara egna móðurmáli, hóast lítið [...] Zhengzhou ella kanska í Beijing. Á sendistovuni har fáa tey sjálvandi ta neyðugu málsligu vegleiðing og hjálp. Niðurstøða. Vónandi hava tey 17 árini, Heimsatlasið hevur á baki og tað nógva, ið er sagt og
nú eitt sindur meir enn 3 ár á baki og er í dag ein væl samanspæld eind við føstum samleika og kompetentum tónleikarum. Reyvsparkandi rokk 'n roll Hendan indie-rottan fór á konsert leygarkvøldið við eitt [...] enntá dámt tað, men við eini náttúrligari frástøðu, sum kanska kemst av, at eg simpelthen var ov seinur á sjóvarfallinum. Eg bleiv ikki »ungur« fyrr enn fyrst í 90’unum, og tá sá tónleikaliga landslagið rættiliga [...] fann seg í, í mun til upprørsku og virilu 70‘ara sálina, sum enn ídag rungar gjøgnum Eager To Please. Á Rex leygarkvøldið stóð bólkurin og gjørdi ljóðroynd, tá eg so tímiliga møtti upp saman við tveimum vinmonnum
Esmar, hjá Lenu og Jóannes á Lakjuni. Eg skuldi havt allar fortreytir fyri at skriva eina langa grein, tí at heim teirra var tað staðið har í bygdini, sum eg kom oftast inn á vitjan. Frá smádreingi av og [...] ungdóms- og manndómsárini, var næstan ikki dagur, at eg ikki var á gátt hjá teimum, væl at merkja tá eg var heima, tí arbeiði mítt bleiv eisini á sjónum. Eg helt, at tað møguliga bleiv eitt sindur lættari at [...] vóru við sama skipi; men vóru vit so heima í senn, vóru vit næstan altíð saman. Árini 1973-1974 gekk Jóa á skiparaskúla í Havn. Tá hann var liðugur, fór hann at sigla sum stýrimaður við ymiskum skipum,
Janita flutti til Gloucester á øðrum sinni, men hesuferð við manni sínum, arbeiddi hon í eini vakurleikastovu í eini fjúrtan mánaðar, har hon mest fekst við at røkja negl hjá fólki. Á sama arbeiðsplássi arbeiddi [...] ferðast nógv runt um okkara leiðir á norðaru jarðarhálvu, men hon hevur nú sett búgv í lítla fiskibýnum Gloucester í Norðuramerika. Meira nágreiniliga liggur býurin á North Shore, sum tað verður nevnt har [...] flutti úr Føroyum sum 19 ára gomul fyrst í nítiárunum. Hon hevur tikið FHS á Handilsskúlanum í Havn og fór so niður til Danmarkar á hægri handilsskúla. Síðani fór hon í læru innan útflutning, og hon hevur
Føroya Fiskimannafelags, har hann vísir á, at mannagongdin viðvíkjandi avtøku av Yrkisráðnum fyri lønjavningargrunnin iiki var, sum hon átti. Hann vísir í blaðnum á, at løgmaður her vaðaði so langt, at hann [...] sína samskipanaruppgávu. Óli um kanningarstjórar: Pengar út á sjógv Óli Jacobsen vísir sum dømi um óskil í samband við stýrisskipanarlógina á, at teir sum gjørdu lógina høvdu møguleian opnan fyri, at ein [...] komið burturúr og pengarnar til hesar sakførararokningar kundi ein líka væl blaka á sjógv, sigur Óli Jacobsen og vísir á, at niðurstøððurnar ikki eingang hava verið umrøddar nakrantíð. Hann heldur, at hetta
samtykt. ? Uppskotið hjá løgmanni gekk út upp á, at hann fekk heimild til at konvertera alla lánsupphæddina - 198 milliónir krónur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at uppskotið nú snýr seg um at [...] konvertera 25 milliónir - umleið 1/8 av samlaðu lánsupphæddini. Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at tá tosað verður um at konvertera pengar í Framtaksgrunninum, so snýr tað seg um allar pengarnar - eisini [...] søgdu, at grunnurin kravdi at fáa konverterað umleið 12 milliónir fyri at fáa eginpeningin aftur upp á tvær milliónir. Men vit fingu frá Framtaksgrunninum at vita, at tá vildi grunnurin framvegis vera i
kunnu sexleiku vera ein hjálp, vísir Halla Sif Elvarsdóttir á. Hon førir síðani fram, at tað er eingin, sum leggur merki til tín, um tú bíleggur á síðuni. Vørurnar verða sendar í einum diskretum pakka, sum [...] fjør fór hon undir at selja vørur til kropsrøkt av hondgjørda íslendska merkinum Purity Herbs. Hetta gekk væl og seinni bílegði hon eisini kynsøsandi dropar. – Og tað seldi forbiðið væl, heldur Halla fyri [...] síðani undir at selja vibratorar. Teir vóru útseldir beinanvegin, og har frá vant virksemið bara upp á seg, soleiðis at alnetshandilin, sum hon fór undir um mánaðarskiftið juli/august, nú hevur alskyns úrval
taptu bæði AB og TB. LÍF vann á Argjum, og TB tapti á Sandi. Tí ber enn einki at siga um, hvussu tað fer at tørna út í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum verður tólvta umfarið á skránni í bestu deildini og [...] heitinum. Men enn eru ikki allar súðir syftar. Tað eru teir í HB ivaleyst teir fyrstu til at minna á, og tað er rætt, at tað framvegis er nógv at spæla um. Aldudalurin Síðani summarsteðgin er tað týðuligt [...] sigurin eigur at bera nýggjan íblástur við sær. Toftamenn munnu vera greiðir yvir, at brekkan niðan á, sum skal gangast, um B68 skal halda fram í bestu deildini, er brattari nú, enn hon var undan ÍF sigrinum
nýtslu av strikuspælinum, ístaðin fyri at nýta yvirgongdirnar á bakkinum. Sum, hálvleikurin leið, byrjaði kyndilsverjan at fáa betri fatur á Heina, soleðis at verjan rullaði við, tá hann skuldi spælast [...] eftir at spæla, tá Hannis fekk fatur á bóltinum, men eingin neistamaður sást fara rennandi eftir honum, í eini seinastu desperatu royn at forða fyri tapinum. Vunnu á beinkinum At tað hevði alstóran týdning [...] framman undan høvdu gjørt finaludystin av sær, vóru bestu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum at síggja á vøllinum, har vøddarnir skuldu hitast og mýkjast áðrenn stóra dystin. Sum nevnt í leygardagsblaðnum