Brekkan brattari hjá B68

Í niðara endanum er B68 meiri isolerað, enn teir hava verið, og í toppinum skal nógv venda niður, sum higartil hevur vent upp, um tað skal eydnast nøkrum at fáa HB aftur

Í vikuskiftinum fara tveir triðingar av kappingini at verða lagdir afturum. Sjey umfør og harvið 21 stig eru framvegis eftir at spæla um hjá øllum feløgunum. Eftir langa summarsteðgin eru spælararnir og liðini ikki heilt komin í røttu dystarvenjingina, men hon man fara at koma nú.
            Sum umfar dettur av umfari gerst myndin alt greiðari, hvønn veg tað ber. Okkurt felagið kann fella í aldudal, og okkurt annað kann kanska reisa seg sum fuglurin Føniks, men tendensurin er har.
HB vinnur og vinnur. Kortini verður aftur og aftur sagt, at leikliga avrikið ikki hevur verið heilt í topp. At full úrtøka kortini fæst burturúr boðar frá klassa. At HB eigur nógvar góðar spælarar boðar landsliðsúttøkan frá. Um ikki okkurt heilt óvæntað kemur fyri, so er tað sannlíkt ? so segði hann rættuliga sannlíkt ? at HB um hálvan annan mánað hevur vunnið meistaraskapin fyri átjandu ferð.
            Sunnudagin skal HB til Vágs. Har plaga teir at hava trupulleikar. Um teir koma úr Vági við einum ella trimum stigum, so verður kappingin meiri ella minni avgjørd. Tá verður tað bara ein spurningur um tíð, nær teir reyðu og svørtu fara at prýða seg við FM heitinum.
            Men enn eru ikki allar súðir syftar. Tað eru teir í HB ivaleyst teir fyrstu til at minna á, og tað er rætt, at tað framvegis er nógv at spæla um.
 
Aldudalurin
Síðani summarsteðgin er tað týðuligt, at trý feløg hava rættuliga torført at fóta sær. Tey eru botnliðið B68, KÍ og so NSÍ. ÍF er næstaftast, og fuglfirðingar hava ikki verið serliga sannførandi. Men teir høvdu góðan hugburð í Runavík, teir fingu fult, og teir siga sjálvir, at sigurin eigur at bera nýggjan íblástur við sær.
            Toftamenn munnu vera greiðir yvir, at brekkan niðan á, sum skal gangast, um B68 skal halda fram í bestu deildini, er brattari nú, enn hon var undan ÍF sigrinum í Runavík. B68 hevur tvey stig, og nú hevur ÍF sjey stig. Tað vil siga, at B68 skal í minsta lagið vinna tvær ferðir, meðan ÍF einki skal fáa burturúr. Tað verður tungt hjá B 68, sum sunnudagin fær vitjan av NSÍ. Tað er ikki so lítið sannlíkt, at avgerðin um beinleiðis niðurflytingina fer at fella sunnudagin 19. september. Tá fer B68 í triði síðsta umfarinum at fáa vitjan av ÍF.
            Hjá NSÍ hevur tað gingið syndarliga illa. Teir hava tapt fýra tær seinastu ferðirnar í landskappingini. Undan summarsteðginum var møguleikin fyri fyrsta FM heitinum ikki burtur. Tað er hann so rudduliga nú. Fótbóltsliga avrikið mánakvøldið var alt annað enn gott. Men tað kann fara at vísa seg, at nigerianski spælarin, sum ímóti ÍF gav ábendingar um, at tað býr nógv í honum, fer at lyfta liðfelagarnar. Tað hevur áður verið at sæð, at ein spælari kann gera stóran mun og lyfta liðfelagarnar til betri avrik.
            Triðja liðið, sum er í kreppu, er KÍ. Sunnudagin vóru áskoðararnir fáir, tá ið B36 vitjaði. Avrikið var vánaligt, og tað tykist ikki vera nakar glotti at hóma. Tað tykist ófatuligt, at somu spælarar, sum fyrr í summar hava megnað at vinna bæði á FCK og Esbjerg, ikki megna at avrika meiri ímóti sínum javnlíkum. Gamaní kann sigast, at FCK og Esbjerg ikki tóku uppgávurnar í nóg stórum álvara, og kanska var hugburðurin hjá teimum ikki so rættur, sum hann átti at havt verið. Men alíkavæl. KÍ sigrarnir ímóti teimum bendu á, at tað býr meiri í klaskvíkingum enn tað, sum teir hava sýnt ímóti B68 og B36.
            Nú teir skulu til Eiðis er spurningurin, um teir ikki áttu at slept fleiri av verjukendu bindingunum, sum spælararnir tykjast tyngdir av, og spælt soleiðis, sum teir gjørdu í summarfrítíðini.
            Um ÍF fer at fáa fleiri stig, so kann støðan hjá KÍ skjótt gerast heilt keðilig!
 
Heiðursmerkini
HB er á gullkós, og tað skal nógv til, um steypavinnararnir skulu fáast av tí kósini. At høvuðsstaðurin hevur yvirtikið sterku støðuna, sum eystari parturin av landinum fyri fáum árum síðani hevði í fótbóltinum, sæst aftur í, at B36 er næstovast.  B36 hevur vunnið fýra tær síðstu ferðirnar. Á sama hátt sum hjá HB, so hoyrist tað viðhvørt, at leikliga avrikið hjá B36 ikki hevur verið nakað at reypa av. Men at vinna og vinna ber boð um styrki. Tað er framvegis soleiðis, at B36 er mest upplagdi kandidaturin, um nakar skal gera nakað við HB.
            Sunnudagin fer B36 at fáa vitjan av GÍ. Í bólkaumfarinum í steypakappingini og í fyrstu umførunum í landskappingini gekk tað sum eftir ánni hjá GÍ. So steðgaði upp, og fram til summarsteðgin var tað einki serliga hugaligt. Eftir summarsteðgin hevur GÍ fingið seks stig ímóti botnliðunum. Sunnudagin skulu gøtumenn vísa, um teir skulu roknast millum teirra, ið skulu stríðast um heiðursmerkini.
            Skála vann tepurt á VB. Harvið hildu skálamenn tørn um triðja plássið, meðan VB við ósigrinum misti so mikið, at tað skal gangast teimum heilt væl, um teir aftur skulu blanda seg í heiðursmerkjastríðið, sum teir fyrr í summar tóktust hava førleika at vera við í.
 
Spenningur á fleiri økjum
Í 2. deild varð í vikuskiftinum farið undir aftur kappingina eftir summarsteðgin. TB var topplið í summarsteðginum, og teir hava framvegis møguleika at flyta upp. Møguleiki hevur eisini verið fyri, at høvuðsstaðurin skuldi fáa triðja felagið í bestu deildina, og AB hevur framvegis møguleikan. Men í vikuskiftinum taptu bæði AB og TB. LÍF vann á Argjum, og TB tapti á Sandi.
            Tí ber enn einki at siga um, hvussu tað fer at tørna út í næstbestu deildini.            Í vikuskiftinum verður tólvta umfarið á skránni í bestu deildini og ellinta umfarið í næstbestu deildini. Síðani verður talan um Malta vitjanina. Hóast talan er um vinardyst, so er spenningurin stórur av fleiri orsøkum. Ein er, at Jón Rói Jacobsen og Todi Jónsson aftur eru tøkir, og ein onnur er, at nú fer at bera til at finna svarið uppá, um Malta eigur betri landslið, enn Føroyar eiga.