roynd miðskeiðis í nítiárunum, skuldi skjøtil nú setast á eitt nýtt tíðarskeið. Eitt tíðarskeið, sum vónandi skal fáa føroyskan hondbólt upp á sama støði, sum hann var seinast í sjeyti- og fyrst í át [...] kundi tó helst verið nakað størri, men, sum høvdu leitað sær niðan á Nabb, sóu Føroyar og serliga Heina Joensen fáa eina dreymabyrjan. Jóhan á muni Tað vóru ikki leiktir meira enn einir tríggir minuttir, tá [...] veruliga megnar at bróta ígjøgnum. Á høgra vongi leikti Petur Martin Poulsen, og hóast hann royndi at stríðast fyri seg, so var rættuliga sjónligt, at hann ikki er vanur at leika á hesum plássi. Heldur ikki hevur
upp á pláss. Fríggjadagin var tað jú sum kunnugt soleiðis, at teir komu beina leið av flogvøllinum til dystin. Eisini varð ført fram, at føroyski sigurin fríggjadagin í stóran mun var grundaður á stórspæl [...] Jóhan, tí í føroyska málinum stóð Óla Kristian Djurhuus, tá dysturin byrjaði. At byrja við, gekk rættuliga javnt á millum liðini. Føroyringar royndu einar tvær ferðir at toga seg fram um mótstøðuliðið, men [...] sjey mál á muni, tá avtornaði. Palli Joensen nýtti eisini høvi til at lata Jens Skipagøta royna seg eina løtu í málinum, men einki tóktist at rigga hjá hoyvíkinginum hendan dagin. Broytingar á liðnum Í
Danskur hondbóltur er jú á einum væl hægri støði enn tann føroyski, so lítið var at ivast í, at hetta fór at verða ein munandi styrkur hjá grønlendingum. Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum var [...] líkt til, at Føroyar í stóran mun máttu líta á avrikið hjá Inga Olsen, men hinvegin vóru eisini aðrir leikarar, sum gjørdu um seg. T.d. royndi Bjarni seg á miðjuni eina løtu í fyrra hálvleiki, og hóast [...] føroyingarnir. Sámal og Bjarni, sum nú royndi seg á vinstra vongi, syrgdu tó fyri, at Føroyar aftur vóru eitt mál framman fyri, men grønlendingarnir mistu tó ikki á nakran hátt mótið, men royndu framhaldandi
Ljósið gjørdist nr. 2 við 8,25 st., Støkk kom á eitt triðjapláss við 7,25 st. og Fok gjørdist nummar fýra við 5,95 st. Aftaná pinkur komu smágentur inn á gólvið við eini fríari seriu og eini seriu við [...] var við bólti. Í hesi kapping endaði Ljósið á einum fyrsta plássi við 33,75 stigum. Nr. 2 gjørdist HF við 32,70 st. Aftaná genturnar komu kvinnur úr HF inn á gólvið. Sjálvt um talan ikki var um kapping [...] Sunnudagin var stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í ítróttarhøllini á Hálsi. Kappingin varð skipað í tríggjar bólkar: Pinkur, smágentur og gentur. Umframt hesar tríggjar kappingarnar var eitt lið
vunnin upp á, sum er meiri at kalla skemtiligur. Fortuna hevði einans sjey mans til dystin fús og av teimum vóru tveir spælskiparar og ein libero. Tì valdi venjarin at seta Bárð B. Mikkelsen út á kantin at [...] at spæla og hóast Bárður ongantíð áður ? heldur ikki heima í Føroyum ? hevur spælt á kantinum, so gekk tað strúkandi. Sigurin var til høldar fingin og tvey stig í posan í kappingini um einki! Juana vann [...] fara vit at vísa á, at nú eru tveir leikarar í ovastu donsku kvinnudeildini, sum koma úr TB. Seinasta ár leiktu Gudrid Nolsøe og Juana Joensen báðar við TB og nú hava báðar fingið sess á liðum í bestu donsku
skemtilig. Ein dagin fyri einum mánað síðani fekk løgreglan á Tvøroyri eina heldur løgna fráboðan. »Sunnan fyri Øravík standa tveir bilar á einum stað, har tað er so smalt, at teir sleppa ikki framvið [...] Og tá eg kom yvir til teir báðar, tá kom glið á. Eg haldi, at teir hildu, at eg kom frá sjónvarpinum«. Skiftu um bilar Sommer Joensen, sýslumaður undrast á, at bilførararnir báðir stóðu so hugagóðir. »Eg [...] men hevur ikki fingið váttað, at onkur, sum stóð í syðra parti av røðini og var á veg til jarðarferð norðanfyri, gekk yvir til hin partin av bilrøðini og skifti um bil við onkran, sum stóð í norðara parti
fiskiskap. Hann legði frá landi sunnumorgunin og á fyrsta túrinum gekk leiðin eystur eftir í Barentshavið at royna eydnuna. South Island hevur annars ligið á Havnini síðani hann kom til landið fyri einum [...] kravdar, áðrenn hann kundi fara til fiskiskap. Annars var ætlanin eisini at gera ymsar aðrar ábøtur á verksmiðjuni, men bíðað verður við teimum. Talan er eitt nú um at seta ein nýggjan kókara umborð, umframt
ss verða í hesi vinnu, at so verður lagt trýst á lønarlagið á arbeiðsmarknaðinum. Oljuvinna á opnum havi krevur jarðfrøðisligan og tøkniligan førleika á sera høgum støði, og er hetta eitt gott høvi og [...] arbeiðinum, ið gerast skal, áðrenn skjøtil rættiliga verður settur á, liggur hjá nýggja aðalstýrinum, sum er skipað, og mugu vit hava álit á, at hetta er í lagi. Tað, sum eg her kundi hugsað mær at sagt nakað [...] kreppuni, sum vit í dag gjalda fyri, saman við avlopinum á fíggjarlógini, er føroyska vinnulívið ført fyri at fíggja raksturin av samfelagnum. Hetta vísi eg á, tí eg meti, at ríkisstuðulin og ein møgulig komandi
stórur munur verið á, hvussu hevur hylnast hjá teimum báðum liðunum, sum mikukvøldið skuldu royna seg í Ítróttarhøllini á Hálsi. H71 hevur alt kappingarárið talst millum niðaru liðini á stigatalvuni, meðan [...] Allan Mørkøre og kvika Jákup á Borg, fóru nú spakuliga í holt við at taka leiðsluna aftur. Um hálvan hálvleikin høvdu teir vunnið seg fram um Neistan, og síðani gekk javnt á, tað næsta korterið. Liðini [...] bæði Allan Mørkøre og Jákup á Borg nú eru aftur á liðnum. Allan er kanska ikki ein eins góður teknikari sum Jákup, men kropsliga styrki hansara er øgilig, og tá hann nýtir hesa á rætta hátt, er hann ein fongur
tríggir sera torførir heimadystir á skránni. Neistin, VÍF og Kyndil koma á vitjan í nevndu raðfylgju, og ivaleyst kann hetta samanberast við at leika tríggjar steypafinalur á rað, tí StÍF hevur valla ráð til [...] gingið hampuliga javnt á, hóast dysturin kanska hevði verið heldur rokmikil. Eingin ivi Dysturin mikukvøldið byrjaði eisini hampuliga javnt, men eftir at Tjaldrið hevði javnað til 4-4 gekk bara ein veg, og hetta [...] tí nú vóru einans fimm útileikarar eftir á liðnum. Ráðini vórðu tí, at Jørgin Gudmundson varð tikin úr málinum og latin í nýggja troyggju, soleiðis at hann á dómaraseðlinum varð skrásettur tvær ferðir