Væl eydnað stórkapping í fimleiki

Fimleikur: Fimleikafelagið Ljósið vann tvær av teimum trimum kappingunum í væleydnaðu stórkappingini í fimleiki sunnudagin

Sunnudagin var stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í ítróttarhøllini á Hálsi.

Kappingin varð skipað í tríggjar bólkar: Pinkur, smágentur og gentur. Umframt hesar tríggjar kappingarnar var eitt lið við hjá kvinnum úr HF, og tískil var ikki talan um kapping, men ein støðismetan var givin.

Kappingina hjá pinkum vann HF við 8,95 stigum, Ljósið gjørdist nr. 2 við 8,25 st., Støkk kom á eitt triðjapláss við 7,25 st. og Fok gjørdist nummar fýra við 5,95

st.

Aftaná pinkur komu smágentur inn á gólvið við eini fríari seriu og eini seriu við hoppibandi. Hendan kappingin gjørdist sera hørð ímillum øll trý feløgini, men tá ið avtornaði vann Ljósið við 16,45 st. Støkk og HF vóru jøvn við 16,25 st. hvør, men av tí at høvuðsdómarin hevði givið Støkk fleiri stig, varð tað hetta liðið, sum gjørdist nr. 2 og HF gjørdist sostatt nr. 3.

Í kappingini hjá gentum var kappast í fríari íðkan og eini amboðsseriu, sum í ár var við bólti. Í hesi kapping endaði Ljósið á einum fyrsta plássi við 33,75 stigum. Nr.

2 gjørdist HF við 32,70 st.

Aftaná genturnar komu kvinnur úr HF inn á gólvið. Sjálvt um talan ikki var um kapping hjá teimum, av tí at tær ikki høvdu nakran at kappast ímóti, vístu tær hvussu høgt støðið er innan kvinnufimleik í Føroyum. Tær fingu samanlagt 33,3 stig fyri ávíkavist eina fría seriu og eina seriu við vimpli.


Væl avgreidd kapping

Sum heild gekk væl at fáa kappingina avgreidda. Byrjað varð klokkan trý, og kappingin hjá pinkum og smágentum var liðug uml. kl. 17 Síðani var hildið áfram við gentum og kvinnum, og hendan kappingin varð liðug kl. 18.30.

Fyri at stytta um bíðitíðina hjá áskoðarunum vóru nøkur framsýningarlið og sýndu fram meðan støðið fyri hvørja kapping varð lagt. Tað tekur eitt sindur av tíð hjá dómarunum at koma fram til tey endaligu úrslitini, og tískil er stórkappingin ikki so áskoðaravinarlig, sum aðrar kappingar. Hetta sást tó ikki aftur í áskðaratalinum, tí tá tað kom til stykkis, vóru eini 600 atgongumerki seld.

Tveir danskir dómarar vóru komnir heim at hjálpa til við dømingini í ár, og sigast má at hesin parturin av kappingini gekk væl.

Úr FFS verður sagt, at tað er trupult at stytta kappingina munandi, men tað at framsýningarlið eru við, hevur bøtt nakað um bíðitíðina hjá áskoðarunum.


Høgt støði

Tað sæst týðiligt, at fimleikarar venja nógv til kappingina, og venjararnir gerast betri fyri hvørt ár. Úr Fimleikasambandinum verður sagt, at støðið í stórkappingini hækkar nógv fyri hvørt ár.

Hesi seinnu árini er tað kanska serliga hjá teimum yngru liðunum at munandi framgongd er gjørd. Hetta kemur helst av, at fimleikafeløgini sum heild hava trupult við at finna leiðarar til tey eldru liðini til slíkar krevjandi kappingar.

Vónandi er hetta nakað, sum verður broytt til næsta ár.