Mansliðið hjá Fortuna Odense leikti um vikuskiftið móti Roskilde og tað eydnaðist Bárði B. Mikkelsen og hinum Fortuna monnunum at vinna dystin 2-1.
Úrslitið í sær sjálvum kom ikki sum tað stóra sjokkið, men tað var meira mátin dysturin varð vunnin upp á, sum er meiri at kalla skemtiligur. Fortuna hevði einans sjey mans til dystin fús og av teimum vóru tveir spælskiparar og ein libero.
Tì valdi venjarin at seta Bárð B. Mikkelsen út á kantin at spæla og hóast Bárður ongantíð áður ? heldur ikki heima í Føroyum ? hevur spælt á kantinum, so gekk tað strúkandi. Sigurin var til høldar fingin og tvey stig í posan í kappingini um einki!
Juana vann føroyska dystin
Av tí at kvinnuliðið hjá Fortuna Odense skal spæla í kvøld høvdu tær frí í dag, men tað forðaði kortini ikki fyri, at hinar tríggjar føroysku dámurnar spældu.
Alvilda og Annika høvdu nevniliga vitjan av ASV Århus,. sum Juana Joensen, úr TB, er farin at spæla við og tann dysturin endaði við sigri til Juanu.
Tær vunnu dystin 2-1 og eru ósigraðar í endaspælinum. Tær kunnu tó ikki brúka tað til stórvegis, tí tær eru ikki millum fýra tey bestu liðini og spæla bara fyri æruna. Einki lið flytir niður í ár.
Útflutningur av Tvøroyri
Gløgga eygað hevur kanska langt síðani sæð tað, men kortini fara vit at vísa á, at nú eru tveir leikarar í ovastu donsku kvinnudeildini, sum koma úr TB.
Seinasta ár leiktu Gudrid Nolsøe og Juana Joensen báðar við TB og nú hava báðar fingið sess á liðum í bestu donsku flogbóltsdeildini.
Hetta sigur ikki so lítið um góðskuna í føroyskum flogbólti sum heilt, og er avgjørt eitt stórt herðaklapp til tað arbeiði, sum lagt hevur verið í flogbóltin á Tvøroyri seinastu árini. Hetta vísir, at tað er stríðið´vert, tí leikararnir eru so góðir, at teir klára seg í ovastu deildini í Danmark.
Samstundis vísir hetta eisini tann miss, sum TB hevur verið fyri til hetta kappingarárið. Tí er tað ? hvussu enn umstøðurnar eru á Tvøroyri í løtuni ? rós vert, at tær hava klárað at halda seg í oddinum í kappingini í ár.